mánadagur 30. september 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 30. september · Nr. 112
TÍÐINDI
Heiðraðu p/f Poul
Michelsen og Förka
Fríggjadagin seinnapartin var stórur partur av føroyska
vinnulívinum savnað í Norðurlandahúsinum til Vinnudagin, har
heiðurslønir vórðu latnar og umhvørvið bleiv sett á breddan
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Stóri salurin í Norðurlanda
húsinum var stúvstappaður,
tá føroyska vinnulívið fríggja
dagin setti hvørjum øðrum
stevnu í samband við árliga
Vinnudagin.
Stóra høvuðsnavnið á degn
um var heimskendi tónleikar
in, forsprákarin og íverkset
arin Sir Bob Geldof. Rættiliga
hóskandi helt hann fram, har
ung og børn í hópatali sleptu
stutt frammanundan á Vaglin
um, tá hann brúkti høvi at
minna toppunum í føroyska
vinnulívinum, at tey hava eina
serliga ábyrgd at gera nakað
við ta størstu avbjóðing, ið vit
sum heimssamfelag
standa
yvirfyri, nevniliga broytingar í
veðurlagnum.
Tí var tað eisini heilt í sam
svar við høvuðsboðskapin á
degnum og tíðarandan, at
partafelagið FÖRKA, ið er
nýggja
biogassverkið,
sum
Bakkafrost
letur
byggja
á
Hjalla, vann Vinnuátakið 2019
fyri júst sítt arbeiði fyri um
hvørvið.
- Góðskan á avgassaðu tøð
unum er hægri enn á tí óvið
gjørdu mykjuni, sum bøndur
vanliga brúka at taða við, og
frárenslið frá landbúnaðinum
í áir, vøtn og firðir væntast at
minka í mun til í dag. Sostatt
minkar nýggja biogassverkið
bæði ein lokalan og ein global
an
umhvørvistrupulleika,
samstundis sum landbúnaðar
framleiðslan
verður
meira
effektiv, nevndi dómsnevndin
millum annað í grundgevingini
fyri at geva p/f FÖRKA heið
urslønina.
Ársins virki
Umframt Bob Geldof vóru Dr.
Cleopatra
Doumbia-Henry,
forkvinna fyri World Maritime
University, og danski heila
granskarin Peter Lund Mad
sen, eisini boðin við á dagin
sum gestarøðarar, har tey
ávikavist høvdu framløgur um
framtíðar
arbeiðsmarknaðin
og javnstøðu innan sjóvinnuna
og hvussu heilin hjá okkum
menniskjum er mentur gjøgn
um øldirnar.
Fastur táttur á Vinnudegn
um er at heiðra eina fyritøku
fyri
hennara
búskaparligu
gongd, menning av nýggjum
virkisøkjum og sýndari sosial
ari ábyrgd. Og hesaferð bleiv
heiðurin
handaður
ein
av
gomlu og kendu fyritøkunum
her á landi, nevniliga p/f Poul
Michelsen.
- Dómsnevndin hevur eisini
lagt dent á, at fyritøkan sein
astu árini hevur haft eina
støðugt hækkandi sølu, og
samstundis hækkandi vinn
ingsføri. Hetta hevur haft við
sær, at úrslitið á botnlinjuni og
eginpeningsavkastið
somu
leiðis er hækkað hesi seinnu
árini. Samanumtikið hava bú
skaparligu úrslitini og lykla
tølini verið góð í einari vinnu
grein við harðari kapping.
Leggjast kann afturat, at í 45
ára longu søgu felagsins hevur
felagið øll árini haft yvirskot,
skrivar dómsnevndin í grund
gevingini og leggur afturat.
- Við støði í búskaparligu
gongdini
í
fyritøkuni,
við
menningini av nýggjum virkis
økjum, og við tí sosialu ábyrgd
ini, sum fyritøkan hevur sýnt í
verki, er dómsnevndin tí samd
um at velja P/F Poul Michelsen
sum Ársins Virki 2019.
Tað vóru Poula Michelsen,
nevndarforkvinna, Poul Mich
elsen, forstjóri, og Gunnar
Mohr, stjóri, ið tóku móti
heiðrinum í Norðurlandahús
inum.
Og at heiðurin hevur ein
serliga týdning fyri føroyska
vinnulívið bleiv eisini staðfest,
tá Gunnar Mohr vegna fyri
tøkuna takkaði fyri heiðurin.
Hann vísti á, at hetta var ein
stór løta fyri starvsfólkið, og
viðgekk,
at
hann
mangan
hevði sitið á Vinnudegnum og
hugsað, um p/f Poul Michelsen
nakrantíð fór at vinna Ársins
virki.
Ein
dreymur
sum
bleiv
veruleiki, tá punktum bleiv
sett fyri Vinnudagin 2019.
Sir Bob Geldof brúkti sín tíma á Vinnudegnum
at seta umhvørvið á breddan
Biogassverkið FÖRKA, ið Bakkafrost eigur, vann heiðurin ársins átak. Regin
Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, Fróði Mortensen, stjóri fyri Biogassverkinum, og Rúni
M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrost, tóku móti Ársins Vinnuátaki
Poul Michelsen, forstjóri, Poula Michelsen, nevndarforkvinna, og Gunnar
Mohr, stjóri, tóku móti heiðrinum sum Ársins virki