mánadagur 30. september 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 30. september · Nr. 112
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 26. september 2019 uppskot um at
avtaka serstøku byggisamtyktina fyri matr. nr. 135a og 32a, Kirkjubøur.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um at avtaka serstøku byggisamtyktina
fyri matr. nr. 135a og 32a, Kirkjubøur, liggur frammi á torshavn.fo/-
byggisamtyktir og í Snarskivuni frá 30. september 2019 til 11.
november 2019.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar
kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 11.
november 2019.
torshavn.fo/byggisamtyktir
Avtøka av serstøku byggisamtyktini fyri
Garðstún, matr. nr. 135a og 32a, Kirkjubøur
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í búnum
eftir Ole Jacob Johannes
Friðjón Olsen, Giljavegur 1,
420 Hósvík, føddur tann
16.10.1936, deyður tann
16.08.2019, verða við hesum
biðin um innan 3 mánaðar
frá kunngerð av hesi lýsing
at boða frá og skjalprógva
krøv síni fyri undirritaða
skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Páll Nielsen,
Advokatvirkið, Skansavegur
1, 100 Tórshavn, vísandi til
sks.nr. 283/2019, saman við
frumriti av teimum skjølum,
sum krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 24. september 2019.
Størv hjá Vestmanna Kommunu
Hesi størv hjá Vestmanna Kommunu eru leys at søkja:
Námsfrøðingur
Søkt verður eftir námsfrøðingi til dagstovnaøkið í Vestmanna Kommunu at byrja
skjótast til ber.
Starvið er 40 tímar um vikuna, men møguleiki er eisini at arbeiða niðursetta tíð.
Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Morið A. O. Gardy, leiðara, á tlf. 770 134.
2 reingerðarfólk
Søkt verður eftir tveimum reingerðarfólkum til Vestmanna Kommunu at byrja sum
skjótast.
Annað starvið er í Látipípuni. Arbeiðstíðin er 10 tímar um vikuna. Arbeitt verður
gerandisdagar í dagtímunum.
Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Morið A.O. Gardy, tlf. 770 134.
Hitt starvið er í Vestmanna Skúla. Starvið er tíðaravmarkað fram til summarfrítíðina
2020. Arbeiðstíðin er 20 tímar um vikuna, umframt kvøldreingerð umleið 3. hvørja viku.
Fá meira at vita um starvið við at ringja til Helga Finn Poulsen, tlf. 770 197.
2 arbeiðsfólk til fríðkan v.m.
Søkt verður eftir tveimum arbeiðsfólkum til fríðkan v.m. hjá Vestmanna Kommunu at
byrja skjótast til ber.
Annað starvið
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. tilrættalegging og skráseting av uppgávum á økinum,
fríðkan og sláing av gøtum og øðrum kommunalum økjum, aðrar fyrifallandi uppgávur
hjá kommununi.
Talan er um fulltíðarstarv.
Meira fæst at vita um starvið við at ringja til arbeiðsformannin, tlf. 770126.
Hitt starvið
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. fríðkan og sláing av gøtum og øðrum kommunalum
økjum, aðrar fyrifallandi uppgávur hjá kommununi.
Talan er um fulltíðarstarv.
Meira fæst at vita um starvið við at ringja til arbeiðsformannin, tlf. 770126.
Arbeiðsfólk
Søkt verður eftir einum arbeiðsfólki til Vestmanna Kommunu at byrja skjótast til ber ella
sambært avtalu.
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. at arbeiða í toymi, sum tekur sær av dagliga
viðlíkahaldinum og nýgerðum í bygdini, kavagrevstur og salting.
Talan er um fulltíðarstarv og verður lønt sambært sáttmálanum millum
Starvsmannafelagið og KAF, ella millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya
Arbeiðarafelag, um tann, ið settur verður, ikki hevur viðkomandi útbúgving.
Meira fæst at vita um starvið við at ringja til arbeiðsformannin, tlf. 770126.
Les meira um størvini hvør sær á vestmanna.fo
Vestmanna Kommuna
og sendi hann til útheimin
2020
Tel. 34 18 00 ∙ bokhald@sos.fo
Umbiðið kalendarin nú
Minnist til haldargjaldið
Sosialurin · Tórsgøta 1 · FO-110 Tórshavn