mánadagur 30. september 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 30. september 2019 · Nr. 112
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
KURVABÓLTUR
Sunnudagin
bleiv
ársins
Trygd-kapping skotin í gongd
millum Hamar 2 og Háv. Talan
bleiv um ein fantastiskan dyst
í høllini á Argjahamri, har
Hávur vann 72-70, eftir tvær
longdar leiktíðir. Tað er heldur
sjálvsamt, at kurvabóltsdystur
endar við javnleiki og tað
kemur næstan ikki fyri, at ein
dystur fer í heili tvær longdar
leiktíðir. Tað er soleiðis, at
kurvabóltsdystir skulu altíð
avgerast, tað vil siga, at tað
er ikki møguligt við javnleiki,
skrivar kurvabóltssambandið í
tíðindaskrivi.
Tað
var
sermerkt
fyri
dystin, at við endan á hvørjum
fjórðingi vóru ongantíð fleiri
enn trý stig á muni. Liðini
skiftust allan dystin at stríðast
um leiðsluna og tað stóð nógv
á móti endanum av dystinum
hjá báðum pørtum. Við bert
tveimum sekundum eftir av
dystinum megnaði leikandi
venjarin
hjá
Hávi,
Rainer
Latupeirissa, at javna dystin
við tveimum brotskastum.
Eftir hetta var farið til
longda leiktíð og enn einaferð
endaði við javnleiki. Í seinnu
longdu
leiktíðini
megnaði
Hávur at draga longra stráðið
og vunnu ársins fyrsta dyst
72-70. Toppskjúttar í dystinum
vóru fyri Hamar 2, Janus
Jakobsen við 29 stigum og fyri
Háv, Rainer Latupeirissa við 26
stigum.
Hetta var ein sera lovandi
byrjan uppá Trygd-kappingina
í ár. Komandi leygardag er
næsti dystur í kappingini,
tá finalistarnir frá tveimum
teimum
síðstu
árunum
hittast á Argjahamri, nevnliga
Sporðdrekin og Ravnur.
FÓTBÓLTUR:
Fyri fyrstu ferð í næstan fýra
vikur var Gilli Rólantsson aftur
á vøllinum fyri besta liðið hjá
Brann Bergen í dysti í bestu
norsku fótbóltsdeildini. Brann
vitjaði í dag torføra útivøllin,
Lerkendal í Tróndheimi fyri at
spæla móti Rosenborg.
Gilli Rólantsson sum fekk
86 minuttir á vøllinum og
liðfelagarnir
sluppu
væl
frá dystinum, og megnaðu
góðan 0-0 javnleik á torføra
útivøllinum.
Odmar Færø er so smátt
komin fyri seg aftaná skaða, og
hann var á beinkinum hjá Ham-
Kam allan dystin tá Ham-Kam
á útivølli í Sandefjord tapti 0-2
móti Sandefjord í næstbestu
norsku fótbóltsdeildini.
Ári Mohr Jónsson spældi
allan dystin tá lið hansara,
Sandnes
ULF
ígjár
tapti
2-3
móti
Start
suðuri
í
Kristiansand.
Kent Eriksen legði annars
Sandnes ULF á odda 1-0 beint
undan
steðginum.
Men
í
seinna hálvleiki skoraði Martin
Ramsland reint hattrick fyri
Start Kristiansand áðrenn Kent
Eriksen minkaði um munin
til 2-3 við einum brotssparki
móti
dystarenda.
Komandi
sunnudag
tekur
Ham-Kam
móti Skeid. Sandnes tekur
ímóti Sogndal sama dag. Bæði
Sandnes og Ham-Kam hava 32
stig, og hava bæði 12 stig niður
til niðurflytingarstrikuna.
MISJAVNT Í
ÍSLANDI
Tað hevur verið eitt misjavnt
ár
hjá
føroyingafelagnum,
FH í íslendsku kappingini í ár.
Serliga steypafinalutapið 0-1
móti Víkingi Reykjavík kom
dátt við hjá hafnfirðingum,
men
tað
endaði
væl
tá
samanum kom.
FH vann í dag í seinasta
leikumfarinum á heimavølli
á
Kaplakrika
leikvøllinum
tryggan 3-0 sigur á gamla
liðnum
hjá
René
Shaki
Joensen, Grindavík sum longu
er flutt niður í næstbestu
fótbóltsdeildina.
Steven Lennon legði FH
á odda longu tá eitt korter
var farið. Stutt inn í seinna
hálvleik økti hann til 2-0. Talan
var um 13. málið hjá Steven
Lennon í pepsideildini hetta
kappingarárið.
Brandur
H.
Olsen
legði
upp til triðja málið. Danski
Morten Beck tók av hegnisligu
sendingini
frá
Brandi,
og
stútaði bóltin í netið til 3-0. Tá
var ein tími farin av dystinum.
Sigurin merkir, at FH endar á
triðja plássinum í pepsideildini,
og
umframt
bronsukrónur
hava hafnfirðingar tryggjað
sær pláss í Europa League
undankappingini
komandi
kappingarár. Gunnar Nielsen
sat aftur á beinkinum hjá FH
í dag, og hansara dagar í FH
tykjast at verða taldir.
Kaj Leo í Bartalsstovu slapp
ikki á vøllin tá lið hansara,
Valur á heimavølli vann 2-0 á
HK í seinasta leikumfarinum.
Valur endaði á einum ta plássið,
og sleppa ikki út í Evropa
komandi kappingarár.
Borðtennis:
Føroyska ungdómslandsliðið hevur luttikið
í altóða ungdómskapping á Malta
KURVABÓLTURIN ER
BYRJAÐUR AFTUR