mánadagur 30. september 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. september 2019 · Nr. 112
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hildarson Hoydal – Høllin á
Hálsi
Turið: Nógv frægari, men...
Vit kunnu vera stoltar av av
rikinum í dag. Vit gjørdu tað
munandi betri enn seinast,
men tíverri koma vit aftur
ov illa út í seinna hálvleik,
sigur Turið Arge Samuelsen,
ið eisini fýltist á júst hetta
eftir 28-16 tapið ímóti Póllandi
mikukvøldið. Tað er einki at
ivast í at hetta tennir vinstra
vongin, sum hóast hon enn ikki
er fylt 25 ár, er vorðin ein hin
størsta ímyndin av føroyska
landsliðnum.
- Fyrstu løtuna av seinna
hálvleiki er støðan 4-0 til tær,
so tað er kanska akkurát hetta
tíðarskeiði, sum ger avgerandi
munin, sigur kviki vongur, ið
kortini viðurkennir at ein eigur
ikki at vera so ónøgd við at tapa
25-20 ímóti Rumenia.
Vit eru á rættari leið
Spurd um hon kennir at
landsliðið er á rættari leið,
er
Turið
Arge
Samuelsen
avgjørd: - Púrasta. Vit hava ein
landsliðsvenjara, sum leggur
øgiliga nógv í sítt arbeiði, trýr
upp á okkum og syrgir fyri
at vit eru disiplineraðar. Eg
kenni avgjørt at vit fara rætta
vegin, sigur vinstri vongurin,
ið kanska var nakað óheppin
í dag. Tað gjørdist til eitt mál
umframt tveir fríir møguleikar,
ið fóru fáar sentimetrar ov nær
við yvirleggjara ella málverja,
og tað sæst á eygnabránum
at hetta er hon ikki nøgd við.
Kortini fegnast hon um, at
viðleikararnir
fingu
bóltin
oftari í málið, og so kundi
vongurin rinda aftur við at
renna væl heim og ofra seg
mest møguligt.
Tekur pínuna við
Stutt fyri hálvleik seldi Turið
Arge Samuelsen seg eisini
dýrt. Í Kyndli var Marianna
Geirsdóttir Eystberg von við
at lumpa verjuna og spæla
vinstra
vongin
ígjøgnum
ímillum bakk og vong. Hetta lá
eisini væl fyri ímóti Rumenia.
Sum so ofta fyrr, gjørdist Turið
frí í júst hesi støðu, og so fekk
hon rumensku Cristinu Laslo –
ið mundi vera ørkymlað av at
verða so illa lumpað – beint í
síðuna og Turið brast í gólvið.
Føroysku fjeppararnir hildu
ondini,
meðan
Turið
fekk
sína aftur. Hon kom tíbetur
fyri seg og Føroyar avgreiddu
brotskasti í mál.
- Eg eri nøgd við at vit fingu
mál, og tær fingu eina útvísing.
Um eg fái ein snudd ella tveir
ger einki, staðfestir vongurin.
Brendu kjansirnir
kostaðu stigini
- Vit hava tosað eftir dystin
um, at tað ikki eru teknisku
villurnar hjá okkum, sum gera
munin. Tað er meira at vit
brenna nógvar møguleikar,
sigur Turið Arge Samuelsen og
heldur fram:
- Tað er sjálvandi ikki
gott at vit brenna so
nógv, men at vit koma
til møguleikarnar er
gott. Vit skulu bara
vera meira kyniskar,
tí tað eru teir lítlu
marginalarnir,
sum
gera at tað endar 25-20
í dag, staðfestir Turið
Arge Samuelsen at enda.
Hlynur: Annika
verður enn betri
- Eg eri sera glaður fyri
avrikið hjá Anniku í dag,
sigur Hlynur Morthens, ið er
málverjuvenjari á føroyska
landsliðnum. Hlynur Morthens
hevur verið drúgvur málverji
og
vunnið
fleiri
Íslands
meistaraheiti
áðrenn
hann
tók við venjaraleiklutinum í
Vali, og í fjør eisini á føroyska
landsliðnum.
Tá
arbeiddi
royndi íslendingurin fyrst og
fremst við Ragnhild á Heygum
og
Viviann
Petersen.
Tær
halda í løtuni báðar steðg frá
hondbólti vegna barnsburð, og
avloysararnir eru ungar.
- Tað var avbjóðandi at skula
skifta tveir so góðar málverjar,
sigur venjarin, ið ikki vísir
aftur at hesar ungu nú kunnu
halda plássið.
-Annika er sera ung og ein
ótrúliga lovandi málverji, sigur
venjarin, ið tykist nøgdur við
arbeiðslagið hjá teimum báðum
20 ára gomlu málverjunum,
Anniku Fríðheim Petersen og
Margit Weihe Fríðmundsdóttir.
- Vit hava hugt nógv eftir
video, og tær hava verið sera
fokuseraðar. Við Anniku hava
vit arbeitt nógv við at standa
í røttu støðu frá vonginum, og
tað gongur framá, sigur royndi
íslendski málverjin.
Annika Fríðheim Petersen
hevur fingið rós úr nógvum
ættum
eftir
avrikið
ímóti
Rumenia, og Hlynur Morthens
heldur at 20 ára gamli málverjin
kann gerast upp aftur betri.
-Hon hevur alt sum ein
góður málverji skal hava, ger
Hlynur Morthens púra greitt.
Royndur rumenskur venjari:
Føroyar høvdu góðsku, men
eg var ongantíð stúrin
-Eg
eri
ikki
nøgdur
við
fyrra hálvleik. Vit eru ov
bjartskygdar í verjuni og renna
okkum út í mistøk.
Í øðrum hálvleiki standa
vit tættari í verjuni, fáa góð
skjótálop og størri íblástur í
álopið hjá okkum, sigur Tomas
Ryde, venjari hjá Rumenia.
Sviin, Tomas Ryde hevur júst
tikið við aftur sum rumenskur
landsliðsvenjari. Hetta starvið
HONDBÓLTUR
25-20 stendur á máltalvuni eftir dystin ímillum Føroyar
og Rumenia í Høllini á Hálsi sunnudagin. Rumensku
heimsstjørnurnar hava fingið væntaða sigurin, men
flotta føroyska avrikið er alt í stendur eftir
ØGILIGT FØROYSKT
VERJUAVRIK ÍMÓTI
HEIMSSTJØRNUM
Marianna
Geirsdóttir Eystberg
gjørdi væl um seg í
føroyska álopinum