Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. september 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 30. september 2019 · Nr. 112 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 røkti hann eisini í árunum 2015- 2016, og úrslitið tá var millum annað eitt HM-bronsumerki. Eisini er Tomas Ryde víðagitin sum venjarin, ið stóð á odda fyri tiltiknu Viborg-kvinnunum, ið vunnu Champions League fyrst í øldini. Rumenar vóru og høgligar Sum leikari skalt tú verða til reiðar til tína uppgávu og stríðast hart ein móti einari. Mínir leikarar vóru í so høgligar og lótu bóltin til næsta leikaran. Góðskan í samanspælinum hjá okkum kundi verið sera nógv betri, men eg var ongantíð stúrin. Eg havi roynt nógv í hondbólti, og veit at tað hevur onki at siga um tú ert eitt sindur aftanfyri eitt tíðarskeið í dystinum. Føroyar høvdu góðsku, men gjørdu eisini mistøk Hansen, nummar fimm, er góð, sigur landsliðsvenjarin, og sipar til Súnu Krossteig Hansen. Hon er trupul at møta ein ímóti einum og spælir væl í dag. Eg haldi eisini at Marita Mortensen er sera góð, sigur Tomas Ryde áðrenn hann gevur nøkur góð ráð. - Eg haldi at Føroyar spæla ov nær við verjuna hjá okkum. Eg haldi tit eiga at spæla við eitt sindur størri fjarstøðu og so haldi eg at tit skulu brúka vongleikarar nógv meira, staðfestir royndi venjarin. Tomas Ryde vísir eisini á, hini liðini í bólkinum, Pólland og Ukraina eins væl kunnu koma í trupulleikar sum Rumenia, um liðini ikki eru til reiðar. Høvdu tað (ov) hugnaligt í Føroyum - Vit hava havt ein hugnaligan túr í Føroyum, men so skuldu vit brádliga spæla hondbólt, brosar Tomas Ryde, og ger greitt at hann ikki var nøgdur við hvussu rumensku leikararnir vóru til reiðar. - Eg eri ikki ein venjari, sum rópar hart, men tað skuldi eg kanska gjørt meira, tekur Tomas Ryde til, áðrenn hann at enda staðfestir at hann kortini er hampuliga væl nøgdur við dystin. HONDBÓLTUR Tað var ein vøkur løtu tá ið tjóðsangirnir vóru sungn­ ir undan dystin ímóti Ru­ menia. Tað var vakurt at aftur síggja eitt føroyskt lands­lið á heimavølli, og Høllin á Hálsi var útgjørd so væl sum til ber. Vakrast av øllum var stuðulin, sum rumensku stjørnurnar fingu frá rumensku áskoðarunum, sum hugnaðu sær óført. Tað gav gásarhold at síggja bros­ ini á rumensku leikar­unu­m, tá ið viðhaldsfólkini tóku undir við tjóðsanginum, og rumenska liðið fagnaði áskoðar­unum eftir dystin. Vakurt. Føroyski tjóðsangurin gekk so sum so. Tað tóktist sum fólk tóku undir av skyldu heldur enn av hugi, og allan dystin á tamb vóru tað festligu rumensku áskoðararnir, ið settu sín dám á áskoðaraplássini, meðan - alt ov fáu - før­ oysku áskoðararnir tað sama kundu sitið heima við gron. Gaman í vóru tað fólk – kanska eisini fleiri enn rumenarnir – ið royn­du at byrja herróp, men í mun til teir heimavøllir, ið før­ oysku genturnar uppliva í Evropa, var hetta ein vána­lig uppliving í fyrsta A-lands­ dystinum í Føroyum í hálvt­ annað ár. Tomas Ryde, venjari hjá Rumenia gav sær tíð at práta við føroyska hópin eftir dystin. Hann gav eitt stórt herðaklapp og rósti før­oysku leikarunum, men var eisini bersøgin og segði at tað er vánaligt at føroysku gentur­ nar spæla fyri tjóðina, men ongan stuðul fáa afturfyri. sjurdur@sosialurin.fo Vánaligt: Leikarametingar (1-10) Spæla fyri tjóðina, men eingin stuðul Annika Fríðheim Petersen (9) (dagsins leikari) - 20 ára gamli málverjin trein inn á altjóða pallin sunnudagin við eini ørgrynnu av bjargingum úr øllum støðum. Hon bjargaði langskot, vongskot, frí strikuskot og brotskast. Verður sera væl hjálpt av góðari føroyskari verju, men sum vanligt er, fær málverjin størsta heiðurin. Siw Matras Larsen - 21 ára gamla Siw Matras Larsen kom ikki á vøllin. Fríða á Dunga - 19 ára gamla Fríða á Dunga kom ikki á vøllin. Súna Krossteig Hansen (8) - Dagsins álopsleikari er 19 ára gamla Súna Krossteig Hansen, ið aftur í dag prógvaði at hennara fintur ikki bara rigga í Føroyum. Líkist meira og meira einum gjøgnumbrotsleikara á altjóða støði – og skal kanska hugsa um at royna seg har. Marita Mortensen (6) - 18 ára gamla Marita Mortensen fekk ikki eins nógva leiktíð sum mikukvøldið, og rakti verjugarðin heldur ofta – gaman í undir trýstum umstøðum. Stríddist kortini sera væl í báðum endum og skeyt eitt framúr hoppiskot í seinastu minuttunum. Kristianna Henneberg Joensen (6) 22 ára gamli bakkurin og spælskiparin fekk eisini minni leiktíð í enn í Póllandi. Var aftur í dag óheppin ímóti málverja í heimsflokki, og fekk eitt mál. Men har hendir eitt ella annað í bæði verju og álopi tá ið Kristianna er á vøllinum. Hon er allatíðina vandamikil og hon gongur undan í stríðsvilja. Halla Skylv Midjord - 30 ára gamla Halla Skylv Midjord kom ikki á vøllin. Durita Christophersen Jojic (7) Elsti og royndasti leikarin, og greitt besti reini høgri bakkur í Føroyum, stríddist við skaða í vikuni. Tí sóu vit ikki vanligu skothóttanina, men í staðin fór hon út at spæla høgri vongur og takkaði fyri við tveimum púra tryggum málum úr spískum. Í verjuni er hon ein sannur skansi saman við Pernille Brandenburg. Vit kunnu bara ímynda okkum hvat ein frísk øksl á Duritu kundi givið av møguleikum í álopinum. Turið Arge Samuelsen (7) 24 ára gamli vinstri vongurin var óheppin aftur. Eftir framúr spæl lobbar hon málverjan, men bólturin tekur tvørtræið og seinni stendur málverjin fyri við stórbjarging. Fær kortini eitt gott mál, er sum altíð í heimsflokki tá ið hon skal forðað fyri skjótálopum og ofrar seg púrasta tá ið hon fær brotskast beint fyri steðgin. Stendur eisini fyri dagsins frekastu støðu, tá ið hon uttan møguleika at takkla rennir framvið einum fríum rumena í skjótálopi, ið gerst ørkymlað og brennir ímóti føroyska málverjanum. Margit Weihe Fríðmundsdóttir - 20 ára gamli málverjin kemur ikki á vøllin. Durita Toftum Joensen - 20 ára gamli strikuleikarin fær nakrar fáar minuttir, tá ið Pernille Brandenburg hevur útvísing, men fær einki at arbeiða við. Maria Halsdóttir Weyhe (7) - 18 ára gamli spælskiparin fær fimm mál at leggja afturat teimum fýra mikukvøldið. Hevur staðfest seg sum greiði brotskastsskjúttin á føroyska landsliðnum. Í dag skorar hon tvey og brennir tvey, har hon setur annan returin í netið og verður snýtt fyri brotskast við hinum returinum. Meldar seg eisini inn við framúr undirhondsskoti og einum skjótálopi, ið – eftir brosinum hjá henni at døma – ikki var væntað. Pernille Brandenburg (8) - 22 ára gamli strikuleikarin hevur fyribils yvirtikið liðskiparaleiklutin hjá liðfelaganum úr Vendsyssel, Bjartu Johansen. Pernille Brandenburg hevur hæddina, styrkina og førleikarnar at brynja føroysku verjuna ímóti altjóða álopsleikarum. Ger eisini væl um seg í álopinum, men kanska vit kundu ynskt okkum at hon fekk eitt sindur meira at arbeiða við. Marianna Geirsdóttir Eystberg (8) 21 ári gamli bakkurin, ið var kosin ársins leikari í SMS-deildini farna kappingarár, vísti sunnudagin hví hon fekk slíkan heiður. Eina løtu er vinstra síðan hjá Føroyum tær tríggjar Kyndilsgenturnar, Turið Arge, Marianna G. Eystberg og Súna K. Hansen, og tær finna avtalurnar frá í fjør fram aftur. Skorar bæði gjøgnumbrot á uttaru síðu og hoppiskot á innaru síðu, og so hevur verjan hjá Rumenia trupulleikar. Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen (6) - 17 ára gamla stórtalentið fær ikki so nógv at arbeiða við í álopinum í dag, men torir kortini at taka teprar møguleikar, ið ikki fara inn í dag. Guðrið Bogadóttir á Borg - 21 ára gamli høgri vongurin kemur ikki á vøllin í dag. Súna Krossteig Hansen var dagsins álopsleikari ímóti Serbia fyri 16 mánaðum síðani, og aftur í dag ímóti Rumenia