mánadagur 30. september 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. september 2019 · Nr. 112
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Søgur hava eina tíð gingið
um, at Lars Olsen møguliga
fór at leggja frá sær, men tað
kom eitt sindur óvart á, at
hann eftir landsliðsúttøkuna
í morgun boðaði frá, at hann
nú gevst sum landsliðsvenjari,
nú hendan undankappingin
verður liðug í november.
– Mær hevur dámað væl at
verið her. Tað kennist tó bæði
gott og keðiligt. Hetta er tó ikki
nøkur avgerð, ið er tikin frá
degi til dags. Eg havi hugsað um
tað í eina tíð, sigur Lars Olsen.
– Eg haldi, at ein stór
menning
er
farin
fram
á
landsliðnum,
síðani
eg
byrjaði. Men síðsta árið hava
vit tó manglað at sæð eina
framgongd, so at vit eisini hava
kunna fingið stig á kontoina.
Fótbóltsspælið hevur tó verið
gott í allar flestu dystunum,
sjálvandi
hava
vit
havt
onkran ringan hálvleik – tað
hendir og serliga hjá smáum
fótbóltstjóðum – men tað
skuldu eisini komið nøkur
stig, og tað havi eg saknað. Og
eg haldi at FSF hevur hugsað
nakað tað sama. Kanska skal
nakað av nýggjum blóði til,
nýggj hugskot og so víðari,
sum sjálvandi skulu koma frá
einum nýggjum venjara, sigur
Lars Olsen.
Fingið ov fá mál
Lars Olsen er glaður fyri
tey átta árini, hann hevur
staðið á odda fyri føroyska
A-landsliðnum.
– Tað hevur verið ein succes.
Júst tí at vit byrjaðu við null,
skilt á tann hátt, at vit skuldu
byrja at spæla fótbólt, og
nógvir ungir spælarar komu
við, sum síðani hava fingið
nógvar royndir. Hetta sæst í
teirra spæli. Eg haldi, at liðið
hevur ment seg sera nógv.
Men nú er tíðin komin at taka
nýggjar avgerðir, men tað er
eisini nakað av tí, sum eg haldi
vera tað truplasta. Vit hava
havt alt ov nógvar møguleikar
at gera tey málini, ið vit vilja
hava, og so hava vit eisini latið
ov nógv mál farið ígjøgnum
hjá okkum í síðstuni. Tá ið
mótstøðulið sleppa at skora
fýra ferðir móti okkum, so er
trupult at vinna nakran dyst,
sigur Lars Olsen.
Við sorgblídni
Tað er við ymiskum kenslum, at
hann sigur farvæl til føroyskan
fótbólt eftir skjótt átta ár her í
Føroyum
– Eg havi verið glaður fyri at
verið her. Eg havi verið nógvar
dagar í Føroyum – havi tó ikki
gjørt tað upp – havi sum oftast
gist á Hotel Føroyum. Sjálvandi
er tað við sorgblídni, men vit
vita, at alt fær ein enda. Lívið
heldur heldur á, eisini í morgin.
Fótbóltur er eisini ein ferð, og
tað er sjáldan, at ein er so leingi
á sama staði. Átta ár er leingi
at vera á einum staði, sigur
landsliðsvenjari.
Eingi onnur tilboð
Hevur tú fingið onnur tilboð?
Ella er tað bara tín egna avgerð
at gevast nú?
– Eg havi øll hesi árini veri
settur í samband við okkurt
annað lið. Nei, tað er ikki nakað
annað ítøkiligt tilboð. Hetta er
er mín egna avgerð. Eg haldi, at
FSF hevur somu hugsanir. Tí
haldi eg, tað er best bæði fyri
meg og fyri FSF, at eg fari at
leita eftir onkrum øðrum. So
má tíðin vísa, hvat tað verður,
sigur Lars Olsen.
Vónar at fáa stig
Hvat hendir í komandi fýra
dystunum, har tú hevur ábyrgd
fyri liðnum. Verður nú spælt
eftir hjartanum?
– Vit taka tað eins álvarsamt,
sum um eg hevði hildið fram.
Eg vóni, at vit fáa nakrar
góðar dystir. Eg kann ikki lova
nakra sigur, men vónandi fáa
vit nøkur stig. Tað vilja vit
stríðast fyri, eins og í øllum
øðrum dystum. At ein nýggjur
venjari kemur næsta ár, mugu
spælararnir taka seinni, sigur
Lars Olsen.
Føroyska A-landsliðið hjá
monnum hevur fýra dystir
eftir i hesi undankappingini.
Teir vera móti Rumenia og
Malta á heimavølli, og móti
Norra og Svøríki á útivølli.
KENSLUBORIN LARS
OLSEN LEGGUR FRÁ SÆR
FÓTBÓLTUR
Tað var ein kensluborin Lars Olsen,
A-landsliðsvenjari tey seinastu átta
árini, sum í morgun boðaði frá, at
hann gevst sum landsliðsvenjari
Nýggi venjarin verður útlendingur
Starvið
sum
venjari
fyri
føroyska landsliðið er eitt væl
umtókt starv, ið hevur stóran
áhuga úti í heimi. Tí hevur
Virgar Hvidbro, aðalskrivari í
Fótbóltssambandinum, góðar
vónir fyri, at tað fer at eydnast
at finna ein góðan avloysara til
Lars Olsen, nú hann gevst við
ársenda.
- Nú miðlarnir fara at bera
boð í Danmark og Evropa, at
Lars Olsen gevst, vænti eg at
telefonirnar fara at ringja og
teldupostar koma til FSF frá
fólkum, ið ynskja at bjóða seg
fram, sigur Virgar Hvidbro.
Tað er eingin loyna, at
úrslitini hjá landsliðnum ikki
hava verið serliga góð í seinastu
og aðalskrivarin ásannar eisini,
at man í FSF ivaðist í, um man
ynskti at leingja sáttmálan.
- Tað var kanska lættari at
leingja um sáttmálan seinast,
meðan tað hesa ferð hevur
verið eitt sindur torført, tí at
úrslitini hava ikki verið so
góð. Í samrøðunum við Lars
var eisini greitt, at pílarnir
byrjaðu at peika móti, at hetta
fór at nærkast einum enda.
Men eg haldi sjálvur, at hetta
er ein virðiligur endi, sigur
aðalskrivarin.
Lars Olsen heldur fram sum
venjari til ársenda, men enn er
eingin freist sett fyri nær nýggi
venjarin verður settur.
- Vit hava vanliga eina
venjingarlegu í mars og so
byrjar Euro Nations kappingin
í september. So vit hava
rímiliga góða tíð, men vit ætla
at gera eitt gott arbeiði, so vit
ikki bara seta onkran, tí vit
eru í tíðarneyð, sigur Virgar
Hvidbro og leggur afturat, at
talan verður um eina útlendska
loysn.
- Nýggi venjarin verður
útlendingur, men spurningurin
er hvønn leist vit velja. Lars
Olsen var eitt stórt navn,
ið kundi vísa á góð úrslit í
Danmark og var liðskipari hjá
Danmark í 92. Spurningurin
er um vit skulu halda tað
støðið ella fara eftir einum
venjara, ið er á veg fram, sigur
aðalskrivarin.