Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. september 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 30. september 2019 · Nr. 112 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Leygardagin tapti 07 Vestur 3-1 í Klaksvík. Tað ber við sær, at KÍ er á triðja plássi við 44 stigum, og at 07 Vestur er á fjórða plássi við 41 stigum. 07 Vestur hevur spælt 24 dystir, og KÍ hevur spælt 22 dystir. Næstu dagarnar skal KÍ spæla tveir dystir, og 07 Vestur skal spæla ein. Í annaðkvøld verður útsetti dysturin í Klaksvík millum KÍ og HB, og fríggjakvøldið verður 25. umfar. Tað kann væl vera, at tað fríggjakvøldið verður greitt, at eingin uppflyting verður. Skráin hjá KÍ og 07 Vestur tað, sum er eftir at kappingarárinum, sær soleiðis út: 07 Vestur: Skála (ú), B36 (ú) og HB (h). KÍ: HB (h), KÍ (h), B71 (ú), EB/ Streymur (h) og B68 (ú). Eldur í botninum Í Eysturoy er meiri lív í fótbóltinum, enn tað er nakrar aðrar staðir í landinum. Oyggin eigur flest lið í bestu deildini, og oyggin eigur flest lið í næstbestu deildini. Eftir tepran sigur í oyggjauppgerðini á Svangaskarði er Víkingur framvegis topplið. Eftir trivaligan sigur í oyggjauppgerðini við Løkin ímóti EB/Streymi er NSÍ framvegis næstfremst. Í botninum er stórur spenningur. EB/Streymur er fokið, meðan trý lið og kanska fýra kappast um at sleppa undan hinum niðurfytingarplássinum. Skála skoraði tvey mál tveir teir síðstu minuttirnar á heimavølli ímóti HB. 3-2 heimasigurin kann fara at vísa seg at verða heilt avgerandi. Aksel B. Danielsen skoraði tvey mál fyri Skála. Í løtuni er HB næstaftast, og B36 er á áttanda plássi, eftir at árstalsfelagið tapti 3-2 á Sandi. Sigursmálið skoraði Aron Clementsen, sum var tvímálaskjútti, tveir minuttir undan dystarloki. Jóannes Hansen Tað var fýrverk og aftur og aftur fýrverk, tá ið KÍ kvinn­ ur­nar leygardagin tóku ímóti gullkrónunum og FM steypi­ num. Tað var fýrverk í Gunda­ dali eftir 1-1 ímóti HB og í sambandi við handanina. Tað var fýrverk, tá ið liðið kom aftur til Klaksvíkar – Spari­ kassin hátíðarhelt 100 ára dagin – og tá ið móttøkan var av fyri fegnu KÍ kvinnunum var aftur fýrverk. Fleiri av ungu spælarunum vóru við til fyri fyrstu ferð at vinna FM. Tvær kvinnur vunnu FM fyri 19. ferð. Tær eru Rannvá B. Andreasen og Malena Josephsen. Hetta er heimsmet, sum neyvan verður tikið. KÍ eigur heimsmetið við 15 FM heitum á rað. Tað kann vera, at tað metið fer at verða tikið, tí litaviska meistaraliðið hevur vunnið 13 tær seinastur ferðirnar, men metið hjá Rannvá og Malenu varður neyvan tikið. -Vit báðar hava ikki spælt so nógv í ár. Undanfarin ár hevur verið sagt, at munurin á lið­unum hevur verið Rannvá, sum hevur skotið nógv mál. Í ár er Evy á Lakjuni toppskjútti hjá okkum við seks málum. Hetta vísir, at talan er um stóra breidd á liðnum, og vit hava ikki vunnið stórar sigrar, men vit hava vunnið, og leygardagin var tað týdningarmikið, at vit ikki taptu, sigur Malena Joseph­sen. EBS/Skála vann 2-1 ímóti B36. Góða gongdin eftir summar­steðgin hjá meistara­ liðnum tvey tey undanfarnu árini rakk ikki til heiðursmerki. ÍF/Víkingur/B68 vann bronsukrónurnar, meðan HB vann silvurkrónurnar. SETA FLEIRI HEIMSMET KVINNUR: Rannvá B. Andreasen og Malena Josephsen hava vunnið FM 19 ferðir Svarið fæst seinni í vikuni 1.DEILD: Í løtuni bendir tað mesta á, at tað ikki verður flyting millum tvær tær ovastu deildirnar KÍ – 07 Vestur 3-1 (1-0) 1-0: Jens Joensen 30. 1-1: Høgni Egilstoft Nielsen br 62. 2-1: Darius Lewis 68. 3-1: Hjalgrím Elttør 70. NSÍ – EB/Streymur 5-0 (2-0) 1-0: Jannik M. Olsen 4. 2-0: Andri Benjaminsen 25. 3-0: Sjúrður Pauli Nielsen 80. 4-0: Sjúrður Pauli Nielsen 83. 5-0: Meinhard Debes Geyti 89. B68 – Víkingur 0-1 (0-1) 0-1: Ingi Jonhardsson 26. Skála – HB 3-2 (1-1) 1-0: Aksel B. Danielsen 12. 1-1: Jón Krosslá Poulsen 25. 1-2: Bjarni Brimnes 50. 2-2: Jónhard Frederiksberg 89. 3-2: Aksel B. Danielsen 90. B71 – B36 3-2 (1-1) 0-1: Niels Johnsson 3. 1-1: Clayton Soares 41. 2-1: Aron Clementsen 70. 2-2: Jógvan Drangberg 79. 3-2: Aron Clementsen 88. Máltindurin Clayton Soares B71 15 Andri Benjaminsen NSÍ 13 Aksel B. Danielsen KÍ/Skála 12 Týsdagin 1. oktober Útsettur dystur KÍ – HB Fríggjadagin 4. oktober KÍ – NSÍ B68 – EB/Streymur Skála – 07 Vestur HB – B36 B71 - Víkingur 1. deild menn støðan LIÐ DS VD JD TD MF MÍ MM (%) ST. 1 Víkingur II 24 14 7 3 46 22 +24 49 2 NSÍ II 24 15 3 6 54 34 +20 48 3 KÍ II 22 14 2 6 58 31 +27 44 4 07 Vestur 24 12 5 7 52 37 +15 41 5 B68 24 8 7 9 40 42 -2 31 6 Skála II 24 5 12 7 32 39 -7 27 7 B71 23 7 5 11 42 59 -17 26 8 B36 II 24 6 6 12 40 49 -9 24 9 HB II 23 6 5 12 32 40 -8 23 10 EB/Streymur II 24 2 6 16 30 73 -43 12 Betrti deildin kvinnur støðan NR. LIÐ D V J T VM TM MM S 1 KÍ 16 10 3 3 31 12 +19 33 2 HB 16 9 2 5 49 17 +32 29 3 ÍF/Vík/B68 16 8 4 4 29 16 +13 28 4 EBS/Skála 16 4 3 9 14 43 -29 15 5 B36 16 3 0 13 12 47 -35 9 EBS/Skála – B36 2-1 (0-0) 1-0: Ansy Sevdal Jakobsen 49. 2-0: sjálvmál 56. 2-1: Sarita Maria Mittfoss 94. HB – KÍ 1-1 (0-1) 0-1: Sigrun Sirdal 5. 1-1: Elin Maria Isaksen br 51. Máltindurin Heidi Sevdal HB 25 Rebekka Benbakoura HB 11 Julia Naomi Mortensen HB 10