Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. september 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. september 2019 · Nr. 112 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Trý umfør eru eftir, áðrenn alt verður avgjørt. Í løtuni eru tað fyrst og fremst tvey lið, sum kappast um FM, og eftir úrslitini í gjár eru tað tvey lið, sum kappast um bronsukrónurnar og um at fáa fatur á síðsta at­gongu­merki­ num, sum gevur rætt til næsta summar at spæla í europeisku kapp­ingini. Tá ið kappingin var 21 um­før gomul, var B36 oddalið við 50 stigum, og í hølinum á árs­tals­ felagnum vóru NSÍ og KÍ við 48 stigum. Nú er kappingin 24 umfør, og nú sær talvan øðrvísi út: KÍ og B36 hava 57 stig, NSÍ hevur 51 stig, og Víkingur hevur 48 stig. HB hevur 45 stig. Tað tyk­ist lítið sannlíkt, at HB fer at vinna heiðursmerki í lands­kapp­ ingini. Men tað er longu greitt, at sigurin í steypafinaluni gev­ ur HB rætt til næsta summar at luttaka í Europa. Tað er gott hjá nevndini í HB at hava í viðførinum, nú tað er neyðugt at leita eftir nýggjum venjara, tí Heimir Guðjónsson fer aftur til Íslands og Val í Reykjavík. Meðan B36 og KÍ seinastu vikurnar hava riðið á aldu­ kambi­num, so er tað heilt steðgað upp hjá NSÍ, sum í gjár fyri triðju ferð á rað tapti á heima­vølli. -Vit eru so ruddiliga dump­ að­ir. Tað er koppað mót­støðu­ lið­unum við Løkin til fyri­ munar, vit hava einki stig vunnið, og vit hava einki mál skorað. Málmunurin 0-6 boðar frá, at vit eru dumpaðir, stað­ festir NSÍ hjálparvenjarin Jens Martin Knudsen. KÍ venjarin, Mikkjal Thomas­sen, ásannar, at tað fram­vegis er heilt opið í FM kapp­ing­ini. Roknistykkið hjá hon­um er einfalt. -Eg endurtaki tað, sum eg fyrr havi sagt. Tað er, at vit vóna, at B36 ikki verður meiri enn trý stig frammanfyri okkum undan síðsta umfari, tá ið vit skulu í Gundadal at spæla ímóti B36. Málmunurin hjá okkum er betri, enn hann er hjá B36. Tað vil siga, at um vit vera trý stig aftanfyri B36 undan dystinum í Gundadali í síðsta umfari, so verður tað upp til okkum sjálvar at gera av, um vit skulu vinna FM, sigur KÍ venjarin. KÍ hevur tveir møguleikar at vinna tey trý stigini, sum skulu til, um talan skal verða um finalu. Talan er um tvær innan­hýsis uppgerðir ímóti topp­liðum. Leygardagin skal KÍ spæla í Sarpugerði ímóti Vík­ ingi, og sunnudagin 20. oktober fær KÍ vitjan av NSÍ. -Einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt. Nú kunnu vit ikki sjálvir gera av, um vit skulu verða meistarar. Men vit mugu reisa okkum og skava stigini sam­an, sum skulu til, um vit eisini næsta ár skulu spæla í Europa. Talan er um stórar av­ bjóð­ingar, tí leygardagin skulu vit spæla í Gundadali ímóti HB, og sunnudagin 20. oktober verður tað á útivølli ímóti KÍ, sigur Jens Martin Knudsen. -Sigurin ímóti NSÍ var søtur, og hugaligt er tað at staðfesta, at avrikið var tað besta higartil í ár. Síðani vónbrotið, sum tað var, at tapa steypafinaluna, hava vit vunnið ímóti Skála og nú ímóti NSÍ. Nú fáa vit vitjan av KÍ, og hóast talan er um eitt gott lið, so vísti av­rikið ímóti NSÍ, at vit hava møgu­ leika ímóti øllum, sigur Sølvi Vatnhamar hjá Víkingi. Í botninum er tað nú greitt, at ÍF endar á 10. plássi. Men tað er ikki greitt, um ÍF fer at flyta niður. 07 Vestur í næstbestu deild­ini tapti leygardagin 3-1 í Klaks­ vík. Trý umfør undan kapp­ingar­loki ber alt á tað borð­ið, at 07 Vestur ikki fer at flyta upp, og tí ber alt á tað borð­ið, at ÍF ikki fer at flyta niður. Klaksvíkingar vóru leingi á pínubeinkinum KÍ – ÍF 3-0 Torbjørn Grytten legði bein­an­ vegin heimaliðið framum eftir innlegg úr vinstru, og eftir at Petur Meinhard Magnussen í ÍF málinum varð snýttur av, at bólturin rakti í ein av verju­ spælarunum. Tað var í sjeynda minutti, og tí var tað dekkað upp til, at KÍ skuldi vinna stórt ímóti ÍF, sum ikki hevði so ógvuliga nógv at spæla fyri. Fleiri av ÍF spælar­unum vóru í Klaksvík leygardagin og sóu 07 Vestur tapa. Tí bar til at ímynda sær, at hug­burðurin ikki fór at vera tann rætti í gjár, men soleiðis vísti tað seg ikki at verða. ÍF vísti fínan hugburð, og fugl­firðingar arbeiddu nógv og væl. Klaksvíkingar vóru á pínu­beinkinum heilt inntil, at Jóannes Bjartalíð, sum var lið­for­maður, nú Jákup B. Andreasen var leikbannaður, vit framúr skoti úr 23 metrum sendi bóltin dygst undir saman­komingini. So var 2-0. Tá lætti, og so staðfesti Patrik Johanne­sen 3-0 sigurin við frísparki úr vinstru. -Fuglfirðingar vóru raskir, og tað var fleiri ferðir tætt við, at teir javnaðu. Eitt nú rakti Hans Jákup Lervig í stólpan í fyrra hálvleiki, og í seinna hálv­leiki vóru spentar støður eftir innlegg og horna, sigur KÍ venjarin Mikkjal Thomassen. Tit skiftu tveir spælarar bein­an­vegin eftir steðgin? -Tað darvaði, at lykla­spælar­ arnir Deni Pavlovic, Ísak Simonsen og Jákup B. Andrea­ sen ikki vóru við. Tað ræður um at halda fleiri spælarum til, og vit skiftu út við tí ætlan at fáa meiri ferð á spælið. Tað eydn­aðist í eina lítla løtu, men so dovnaði spælið aftur, og tað var ikki fyrr enn fimm minuttir undan dystarenda, at tað glapp, sigur Mikkjal Thomassen. ÍF fór úr Klaksvík við høvdi­num høgt. Eftir skrædl í Gunda­dali ímóti B36 var talan ikki um avrik, sum boðar frá niður­flyting. Takið er nú at vísa sama avrik ímóti liði, sum ikki er so ovarlaga á talvuni, sum KÍ er. Møguleikin verður leygar­dagin, tá ið ÍF fær vitjan av AB. Tað var so pínligt sum ongantíð áður NSÍ – Víkingur 0-2 Víkingarnir vóru ógvuliga fegn­ ir, tá ið Rúni Gaardbo bríkslaði fyri síðstu ferð við Løkin ígjár. Mál­talvan vísti 0-2, og tað gleið væl niður, tí fyrr í ár hevur Vík­ ingur tapt 4-2 í Runavík og 3-2 á heimavølli ímóti NSÍ. -Fyrri hálvleikur í Runavík í vár var nakað av tí pínligasta, sum eg yvirhøvur havi verið við tíl í mínum langa fótbótslívi. Tá vóru vit aftanfyri 4-0. Tað rigg­ aði betri eftir steðgin, men vit taptu 4-2, og í seinna hálvleiki ímóti NSÍ var tað aftur galið. Vit vóru frammanfyri 2-0, men kortini taptu vit 3-2, sigur Sølvi Vatn­hamar. Hann átti uppleggið til 2-0 málið, sum Philip Djordjevic skor­aðí fram ímóti dystarenda. Andreas Lava Olsen legði bein­ an­vegin Víking framum eftir inn­legg frá Atla Gregersen. -Tá ið vit fyrr í ár taptu Jens Martin Knudsen ásannar, at NSÍ er dumpað á heimavølli, og Sølvi Vatnhamar fegnast um besta avrikið higartil í ár hjá Víkingi, sum framvegis spælir fyri at røkka europeiskum atgongumerkjum Mikkjal: EIN SIGUR ER NÓG MIKIÐ UNDAN FINALUNI