Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. september 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 30. september 2019 · Nr. 112 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Hetta bleiv so tíðin, tá bæði Lars Olsen, landsliðsvenjari, og Heimir Gujónsson, venjari hjá HB, takkaðu fyri seg í føroyskum fótbólti. Báðir hava sett sín dám á føroyska fótbólt. Lars Olsen sum landsliðsvenjari í átta ár, og Heimir Guðjónsson sum venjari hjá HB í tvey ár. Lars Olsen tók við eftir Brian Kerr, sum hevði tekkið hjá teimum flestu uttanfyri landsliðið. Tí hevði Lars Olsen eina stóra uppgávu, tí hann skuldi vinna tekkið hjá fólkinum. Hann var nakað spakur at byrja við og hevði hug at undirspæla okkara leiklut. Tað fekk hann kritikk fyri at byrja við. Síðani kom eitt gylt tíðarskeið hjá føroyska landsliðnum, tá vit millum annað vunnu tvær ferðir á Grikkalandi. Síðani hevur Lars Olsen útmerkað seg sum ein landsliðsvenjari, sum er róligur og fólkaligur. Sjálvt tá tað hevur staðið nógv á, hevur hann altíð verið fólkaligur í aftursvarinum. Lars Olsen gevst helst tíðsnokk. Tað hevur ikki gingið væl seinastu dystirnar og tíðin er komin at faraa víðari. Eftirmælið hjá Lars Olsen verður gott, men ikki heilt uttan blettar, tí onkuntíð hevur landsliðið avrikað minni væl. Tað kemur eitt sindur meiri óvart á, at Heimir Guðjónsson gevst í HB. Hann hevur kollvelt HB til eitt vinnaralið aftur. Hann hevur vunnið FM, Løgmanssteypið og skapt ein vinnaravilja í HB, har spælararnir skulu venja meir enn hinir. Sum skilst, so fer hann aftur til Íslands, har hann skal venja Val. Um tað passar, so er Heimir Guðjónsson ein av teimum venjaranum, sum hevur megnað at sett sítt fingramerki á føroyskan fótbólt. Upp á tvey ár er venjingarhugburðurin kollveltur og HB er aftur at vinnaralið. trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur út­tikið hópin sum skal spæla móti Rumenia og Malta á Tórsvølli 12. og 15. oktober. Stóra søgan er, at Lars Olsen móti endanum av fundinum boðaði frá, at ikki heldur fram sum landsliðsvenjari eftir hesa EM- undankappingina. Hin søgan er, at Jóannes K. Danielsen úr KÍ og Adrian Justinussen úr HB eru nýggir á lands­liðnum. -Hetta er tað eg altíð havi droymt um, men tað er eiin stórur dreym­ur. Eg eri 22 ár og tað ungt fyri at koma á landsliðið, so eg eri stolt­ur, sigur Jóannes K. Danielsen. Landsliðsvenjarin segði, at Gilli Rólantsson er eitt sindur iva­sam­ ur og tí vil hann hava fleiri boð til høgra bakkin. Jóan­nes K. Danislen hevur verið í lands­lið­um­hvørvi­ num fyrr og tí tað ikki heilt ókent. Adrian Justinussen er eisini nýggjur í hópinum. Hetta er eftir avtalu við Eli Hentze, U21-lands­ liðsvenjara. -Vit hava havt eyguni eftir Adriani Justinussen í eina tíð. Eg havi tosað við Eli Hentze um tað og nú er hann á A-landsliðnum, sigur Lars Olsen. Landsliðsvenjarin byrjaði tíðinda­fundin við at siga, at hann hyggur vekk frá Odmari Færø, Mein­hardi E. Olsen og René Shaki Joen­sen. Odmar Færø er ikki heilt klárur, Meinhard E. Olsen er ikki í hópi­num hjá Kristiansund og René Shaki Joensen er ikki hundrað pro­ sent. Lars og landsliðið skiljast Tá Lars Olsen var liðugur við úttøkuna boðaði hann frá, at hann ikki heldur fram sum lands­liðs­ venjari. -Seinasta árið havi eg lagt til merkis, at tað er ongin framgongd. Vit spæla framvegis væl, men vit lata ov nógv mál inn. Eg havi í skjótt eitt ár hugsa um hetta. Eg havi eisini merkt á Fót­bólts­sam­ bandinum, at tað er áhugi fyri at royna nakað. Tí fari eg at boða frá, at eg ikki haldi fram sum lands­liðs­ venjari, sigur Lars Olsen. Fyrr á tíðindafundinum helt hann eisini fyri at dysturin móti Svøríki var søguliga ringur. -Vit spældu ikki væl móti Svø­ ríki. Tað er langtsíðani, at eg havi sæð eitt lið so illa skipað í verju­ støðu, og vit taptu uppiborið 4-0, segði Lars Olsen, sum tó var fegnari um avrikið í Spania. -Spania er millum bestu fótbóltstjóðirnar í heiminum, Eg haldi at vit spæla væl, men enda við at tapa 4-0 við tveimum málum móti endanum. Tað er kanska einastu ferð at eg havi upplivað, at áskoðararnar hjá mótstøðuliðnum hava klappað bæði meðan og eftir dystin, tí vit hava spælt væl, sigur Lars Olsen. Komandi uppgávurnar eru móti Rumenia, sum fekk ein hvøkk móti Malta. Tir vunnu bara 1-0 við fleiri eykaspælarum á vøllinum. -Vit spældu væl í Rumenia seianst og kundu eisini verið á odda í dystinum, um tú hyggur eftir málmøguleikunum. Vit enda tíverri við at tapa 4-1. Teir vunnu bara 1-0 á Malta seinast, men sum skilst so hava teir fingið kritikk fyri at skifta fleiri út. Tað kunnu vit ikki vænta til hendan dystin, sigur Lars Olsen. Leygardagin 12. oktober klokkan 17:00 spæla Føroyar og Rumenia á Tórsvølli, og týsdagin 15. oktober klokkan 19:45 spæla Føroyar og Malta, somuleiðis á Tórsvølli. trondur@sosialurin.fo FLEIRI BROYTINGAR Á LANDSLIÐNUM Stór venjara broytingar í Føroyar Jóannes K. Danielsen og Adrian Justinussen eru nýggir á landsliðnum, meðan Eli F. Nielsen og Ári M. Olsen eru aftur á landsliðnum Hópurin: Málverjar: Gunnar Nielsen Kristian Joensen Teitur Matras Gestsson Verjuspælarar: Atli Gregersen Viljormur í Heiðunum Davidsen Gilli Rólantsson Sørensen Magnus Egilsson Jóannes Kalsø Danielsen Heini Vatnsdal Rógvi Baldvinsson Andrias Høgnason Eriksen Ári Mohr Jónsson Miðvallarar: Eli Falkvard Nielsen Hallur Hansson Brandur Hendriksson Olsen Árni Frederiksberg Sølvi Vatnhamar Jóannes Bjartalíð Kaj Leo í Bartalsstovu Adrian Rúnason Justinussen Framherjar: Jóan Símun Edmundsson Klæmint Andrasson Olsen Patrik Johannesen