Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-09-30, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. september 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. september 2019 · Nr. 112 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Heimir segði, at teir, sum koma heim aftaná kl.01, byrja ikki inni mikudagin. Hann segði tað við einum blunki í eyganum. Vit siga, at teir, sum koma heim áðrenn kl.01, byrja ikki inni mikudagin. - Sebastian Pingel um steypagullið í samrøðu við KVF Eg fylgi ikki metunum. Metini fylgja mær. - Cristiano Ronaldo í samrøðu við Piers Morgan Vikan ið fór Føroyska kvinnu­ lands­liðið í hondbólti tapir fyrsta dystin í EM- undankappingini 28-16 ímóti Póllandi á útivølli. Símun Rógvi Hansen leingir um sáttmálan við B36 við tveimum árum. KÍ-kvinnur fáa handað FM-steypið í Gundadali, har tær í ársins síðsta dysti spæla 1-1 ímóti HB. Jóhan á Plógv Hansen ger tvey ára sáttmála við týska oddaliðið, TSV Hannover-Burgdorf, hagar hann skiftir næsta summar. KÍ vinnur seg inn á B36 eftir at KÍ vinnur 3-0 á ÍF samstundis sum B36 og HB spæla 2-2-javnleik í Gundadali. Føroysku hondbólts­ kvinnurnar leypa hvøkk á rumensku stjørnurnar og eru á odda 11-10 í hálvleikinum, men Rumenia vinnur at enda 25-20. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Levi Høgnason Hammer Aldur: 16 ár Yrki: Boksing Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. 24 2. Sophus Dal Christiasnen 3. 2012 4. Bárður Bendix Mikkelsen 5. FCK 6. Frælsan ítrótt 7. 10 8. Emeka Andersen 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1 Hvussu nógv mál skeyt Uni Arge tað kappingarárið, ið hann setti málmetið, sum Klæmint A. Olsen nú hevur tikið? 2 Hvør er hjálparvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti? 3 Hvat ár bleiv EB/Streymur seinast føroyameistari í mansfótbólti? 4 Hvør er landsliðsvenjari hjá føroyska manslandsliðnum í flogbólti? 5 Hvørjum donskum liði spælir Nicklas Bendtner við? 6 Hvønn ítrótt fæst ítróttarfelagið Hvistan við? 7 Hvat nummar er René Shaki Joensen hjá HB? 8 Hvussu eitur føroyski landsliðsmálmansvenjarin á myndini? Hvussu var venjingarlegan í Danmark? - Venjingarlegan var lærurík og spennandi. Hvat fáa tit burturúr útlendskum venjingarlegum og dystum? - Vit fáa fyrst og fremst roynd­ir. Á útlendskum venj­ ing­ar­legum sleppa vit at royna okkum saman við ymisk­um fremmandum venjar­um og boksarum. Hetta haldi eg er umráðandi, tí at har eru fleiri ymiskir boksi­stíl­ar frá landi til land. Man lærir og hoyrir eisini um nógv­ar nýggjar boksi-snildir, sum man t.d. ikki hevur hoyrt um her heima í Føroyum Nógv halda at boksing er ein harðligur ítróttur, hvat heldur tú um tað? - Boksing er ein harðlig ítrótta­grein, tað er eingin ivi um tað. Men vit sum boksarar læra at stýra harðskapinum við t.d. at snúgva okkum undan sløgunum hjá mót­ standaranum, og eisini við at brúka fótarbeiði og ymisk sløg. Kunsturin er jú at raka mót­standaran og at ikki sjálv­ ur blíva raktur. Hvussu leingi hevur tú gingið til boksing, og hvussu ofta venur tú? - Eg byrjaði at boksa fyri tveim­um árum síðani. Eg venji 5-6 dagar um vikuna, uttan sunnu­dag. Boksivenjingarnar eru tríggjar ferðir um vikuna, men av tí at boksing er ein so krevjandi ítróttagrein, so fari eg rennitúrar teir dagarnar, eg ikki venji boksing Hvat er títt mál sum boksari? - Mítt mál sum nevaleikari hevur altíð verið at blivið betri til ítróttargreinina. Men hóast tað, so er mítt mál eisini at blíva danmarkmeistari í boksing. 23 ára gamli Mads Pedersen gjørdist í gjár fyrsti danski heimsmeistari í súkkling á landavegi. - Hetta er størsta einstaka avrik í donsku súkklusøguni, sigur súkkluserfrøðingurin hjá TV2, Chris Anker Sørensen Myndin hesa vikuna