Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. oktober 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. oktober 2019 · Nr. 113 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Útreiðslurnar í hes­ um árinum hækka við 114 milljónum krón­um, velir tingið at sam­tykkja uppskotið til eyka­játtan­ ar­lóg,, sum landsstýrið hevur lagt fyritingið. Eykajáttanarlógin verð­ur vanliga løgd fram í mars, men fráfarandi lands­stýrið legði ikki nakað uppskot um eyka­ játtanar­lóg fram í vár. -Nei, satt at siga, so gekk tíðin undan, sigur Kristina Há­foss, fyrr­ verandi lands­stýris­ kvinna við fíggjar­málum. -Vit fingu fólkatingsval og vit vistu at tingið fór at verða sent tíðliga til hús, samstundis sum hópur av málum ikki blivu avgreidd í tingi­ num. Tí gav tað ikki nakra meining at koma við einum uppskoti um eyka­játtanarlóg, sigur Kristina Háfoss. Tað vísti seg eisini, at fleiri mál ikki vóru av­ greidd áðrenn tingið fór til hús. At fráfarandi lands­ stýr­ið ikki legði uppskot fram um eykajáttan, ger, at nýggja samgongan og lands­stýrismaðurin við fíggjarmálum nú leggur eitt uppskot fyri tingið. Í uppskotinum stend­ ur, at fyri at fáa alt at ganga upp í ár, so er neyðugt at játta 114 milljón­ir afturat í 2019. -Nógvar av broyt­ ing­unum eru til lógar­ bundnar útreiðslur. Stað­festast má, at nógvar av lógarbundnu játtan­ unum eru ov lágt mettar av landsstýrinum, men eisini tí tær vórðu lækk­ aðar sum partur av fíggjar­lógarviðgerðini í Løgtinginum, sig­ur landsstýrið í við­merk­ing­ un­um til lógaruppskotið. Heiilsuverkið Biðið verður um 40 milljón­ir eyka til heilsu­ verkið. 10 milljónir av teim­um fara til Heilsu­ trygd og níggju milljónir til rakstur á teimum trim­ um sjúkrahúsunum. Harumframt verður biðið um eina eyka játtan til útbyggingina av Landssjúkrahúsinum uppá 21 milljónir krónur. Til almannamál mangla slakar 24 milljón­ ir krón­ur. Ein stórur part­ur er eyka játtan til pen­sjónir og til arbeiðs­ fremjandi tiltøk. Á samferðsluøkinum skulu slakar 30 milljónir brúkast afturat, harav tær 21 fara til nýggja Hval­vík­ar­tunnil. Hetta eru ikki pengar, sum skulu játtast eyka til verkætlanina, men flyt­ ast millum ár, so tað pass­ar til, hvussu skjótt ar­beiðið gongur. Tá ið tað snýr seg um fíggjar­mál, so verður eisini biðið um slakar 10 milljónir afturat, har­ av tær meira enn fýra eru ætlaðar til Tal­gildu Føroyar og aðrar 4,6 milljónir fara til tænastu­ mannaeftirlønir. Arbeiðið við verk­ ætlanini Talgildu Føroyar hevur í 2019 verið í hædd­ ini. Menningin av Talgilda Samleikanum verður liðug við ársenda 2019, og tískil fella flestu stóru út­reiðslurnar til veitar­ arnar eisini í ár. Sama ger seg galdandi við Tænastuportalinum, har síðsta hond eisini verður løgd á fyrstu slepp­ingina við ársenda 2019. Harumframt fella eisini seinastu stóru gjøld­ini fyri skanning av matrikkul og tinglýsing í ár, og allar útreiðslur í sam­bandi við kravfesting og útboðstilfar av kom­ andi virkis- og ting­lýs­ ingarskipan fella somu­ leiðis í ár. Tá 2019 varð lagt til rættis, var roknað við inn­tøkum frá øllum kom­ munum, men hetta vísti seg ikki at halda. Allar kommunur uttan Tórs­ havnar Kommuna tóku tíðliga í 2019 støðu til ikki at stuðla verkætlanini. Andstøðan heldur, at eykajáttanarlógin er so stór, tí so at siga onki er gjørt fyri at finna spar­ ingar, sum viga upp ímóti teimum eyka út­reiðslu­ num, sum eru komn­ar. Andstøðan sigur, at hetta verður vanliga gjørt í stóran stíl, men tað tekur tíð, men heldur at tað ikki er gjørt í nóg stór­an mun í hesum føri. 114 milljónir eyka í útreiðslum í ár Eykajáttanarlógin fyri september leggur 114 miljónir afturat útreiðslunum í fíggjarlógini fyri í ár Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum Kristina Háfoss, fyrrverandi landsstýriskvinna við fíggjarmálum Nýggi H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum skal eisini hava meira pening