týsdagur 1. oktober 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 2. oktober 2019 · Nr. 113
TÍÐINDI
Frants Jensen
Nógv fólk var møtt upp til
bygdaráðsfundin klokk
an 9 í gjáramorgunin á
Eiði. Fleiri borgarar og
fyrrverandi bygdaráðs
limir. Men eisini tað unga
ættarliðið møtti. 7. flokkur
var við á fundinum. Tað
var í sambandi við læru
greinina samfelagsfrøði,
at tey lurtaðu.
Fundurin varð hildin
klokkan 9, tí at fyrsta
bygdaráðið eisini helt
fyrsta fundin 1. oktober
klokkan 9 í 1894.
Vøkstur í barnatali
Eftir
bygdaráðsfundin
vitjaðu
bygdaráðslimir
skúlan.
– Tað eru 82 næmingar
í skúlanum, og tað er tað
mesta, vit hava havt. Bara
fyri nøkrum fáum árum
síðani vóru 52 næmingar
í skúlanum, sigur Tom
Joensen,
skúlastjóri
í
Eiðis skúla.
Næmingarnir eru frá 1.
til 7. flokk. Leggjast skal
tó afturat, at í 2015 byrjaði
forskúli í Eiðis skúla, og
tað er ein av orsøkunum,
at barnatalið í skúlanum
er vaksið.
Næmingarnir sóu ein
stuttan film um Eiðis
kommunu, teir sungu
nakrar sangir, og síðani
segði Jógvan í Skorini,
bygdaráðsformaður, nøk
ur orð, áðrenn børnini
fingu køkur og sundkiss.
Eftir tað fóru bygda
ráðslimirnir
at
vitja
barnagarðin og sambýlið
í bygdini.
Í
Hólmahúsinum
á
Eiði í gjárkvøldið, røddi
landsstýrismaðurin við
kommunumálum, Helgi
Abrahamsen, og borgar
stjórin í Eiðis kommunu,
Jógvan í Skorini. Rasmus
Joensen,
fyrrverandi
bygdaráðslimur
og
borgarstjóri,
hugleiddi
um Eiðis kommunu. Eiðis
ljómfelag og Fróði Bjarna
son framførdu.
Í Eiðis kommunu eru
bygdirnar Eiði, Ljósá og
Svínáir.
Frants Jensen
Tað er framgongd í Eiðis
kommunu
á
mangan
hátt. 751 borgarar eru í
kommununi í løtuni, og
tað er nógv tað mesta, tað
nakrantíð hevur verið,
sambært
borgarstjóra
num.
Vøksturin hevur verið
stórur,
tí
síðstu
sjey
árini hevur vøksturin í
kommununi verið næst
an 100 fólk, sum svarar til
umleið 15 prosent.
– Vit hava flutt okkum
nógv í borgaratali, og tað
vóna vit eisini at gera í
framtíðini.
– Fíggjarliga gongur
ein veg, og tað hevur tað
gjørt seinnu mongu árini.
Meirinntøkan higartil í
ár hjá Eiðis kommunu
er tvær milliónir. Annars
gongur væl hjá vinnulívi
her í økinum, eins og tað
ger í flestu støðum kring
landið. Tað er stuttligt at
vera her, sigur Jógvan í
Skorini.
Tey klóku høvdini
í Havn halda...
Eiði vil vera sjálvstøðug
sum kommuna og ikki
leggja saman við aðrari
ella øðrum kommunum.
– Tey klóku høvdini í
Havn siga ofta, at eind
irnar mugu vera størri.
Eg eri ofta vanur at siga,
at fólk skulu taka Eiðis
kommunu
sum
dømi.
Hvørja uppgávu megna
vit ikki at lyfta her norð
uri? Vit hava góðar bú
staðarmøguleikar
og
annars er alt í lagi frá
okkara síðu, sum krevst av
kommunum í dag. Vit hava
gjørt alt hetta við lítlari
umsiting. Tað er líka tað
við tilbúgvingarætlanini,
sum vit eru ávegis við. Vit
eru eitt mynsturdømi um,
at tað ber til, um viljin er
í fólkinum, sigur borgar
stjórin.
Hóast Eiðis kommuna
er sjálvstøðug, so sam
starvar
hon
tó
við
grannakommunur á til
dømis eldraøkinum og
framhaldsdeildini í skúla
num og øðrum økjum.
Kommunan heldur nú
125 ára hald? Er henni lív
lagað 125 ár afturat?
– Ja, tað vóni og vænti
eg. Vit hava flutt okkum
sera langt øll hesi 125
árini; um vit flyta okkum
líka langt næstu 125 árini,
so er torført at síggja,
hvar vit enda. Eg ivist ikki
í, at vit eisini fara at vera
her í framtíðini, sigur
Jógvan í Skorini.
DNA’ið á Eiði
Eiði er ein av elstu kom
munum í landinum.
– 20 ár áðrenn Eiðis
kommuna varð stovnað,
varð landið býtt upp í
átta økir. Man metti nokk
her norðuri, at man fekk
ov lítið burturúr at vera
saman við Eysturoynni,
og helst var tað eisini ov
langt at ferðast. Ístaðin
vildi
man
standa
á
egnum beinum og klára
seg sjálvan. Tað er júst
hetta, ið er okkara DNA,
at vit eru stolt; onkur
vil kanska kalla okkum
hástór og erpin, men tað
er kanska tað, ið hevur
gjørt, at vit hava klára
okkum
sjálvi,
og
tað
ynskja vit. Vit eru stolt
av, at vit hava gjørt tær
íløgurnar, ið vit hava
gjørt.
Standa saman sum
ein kommuna
– Fyri nøkrum fáum árum
síðani, sá ikki so bjart út
her norðuri hjá okkum.
Tá minkaði fólkatalið og
fíggjarliga gekk heldur
ikki so væl. Tá gekk niður
eftir. Tað er sera trupult
at meta um, hvat fram
tíðin hevur at bjóða, men
sum barometrið vísir nú,
gongur sera væl, og tað
gongur uppeftir. Spurn
ingurin er, hvussu leingi
tað gongur tann vegin,
men tað er nakað við at
fáa fólkið í kommununi
at standa saman sum
eina eind, at vit eru ein
kommuna, og kenslan
av at vit eru vit, og at tað
eru okkara samleiki. Um
vit klára at byggja upp á
tað, so eri eg vísur í, at vit
klára at hava vøkstur her
norður í nógv ár afturat,
sigur borgarstjórin.
125 ÁRA HÁTÍÐAR
HALD Á EIÐI
Í gjár hátíðarhelt Eiðis kommuna 125 ára dagin. Byrjað varð
við bygdaráðsfundi klokkan 9 um morgunin, og eftir tað vitjaði
bygdaráðið í skúlanum, í barnagarðinum og á eldrasambýlinum.
Í gjárkvøldið var hátíðarhald í Hólmahúsinum
Samstarv men ikki kommunusamanlegging
– Vit ynskja ikki kommunusamanlegging, men vit eru øll fyri at samstarva við aðrar kommunur.
Tað meti eg eri vegurin fram. Samstarvið við grannakommunurnar gongur sera væl, og vit fáa eisini
nógv burturúr tí, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu, sum í gjár fylti 125 ár
BORGARSTJÓRIN:
Børnini í Eiðis Skúla fingu kaku og sundkiss
Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu