týsdagur 1. oktober 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 2. oktober 2019 · Nr. 113
TÍÐINDI
Svendsen ikki siga nakað
ítøkiligt um enn.
- Orsøkin til hetta heit
ið hevur nakað at gera
við, hvat hendir í Fugloy.
Men um eg skal fortelja,
hví hon eitur so, so
avdúki eg í roynd og veru
ein part av innihaldinum,
sum eg kanska ikki burdi,
flennir Torben Svendsen.
Bleiv forelskaður
í Føroyum
Torben Svendsen hevur
eitt sterkt tilknýti til
Føroya, her hann hevur
verið nógvar ferðir eftir
hondini.
Hann
kom
fyrstu ferð til Føroya
um aldarskiftið, tá hann
í eitt tíðarskeið fór til
Klaksvíkar at arbeiða á
røktarheiminum í sam
bandi við sína útbúgving
sum sjúkrarøktarfrøðing
ur.
- Eg bleiv forelskaður
í Føroyum, aftaná eg
var har fyrstu ferð. Tað
haldi eg, tey flestu gera,
sum vitja í Føroyum.
Eg brúki Føroyar sum
eitt fantastiskt stað til
at liva, uppliva og njóta
náttúruna.
Mann
fær
eina sovorðna passión
fyri teirri ró, man merkir,
tá mann kemur her sum
gestur. Hesum kann eg
ikki sleppa, og tað er tí,
at eg blívi við at koma
aftur higar. Tað liggur
onkursvegna í blóðinum,
sigur ein hugtikin Torben
Svendsen.
Hóast sambandi til
Føroya byrjaði í sambandi
við sjúkrarøktarfrøðinga
útbúgving hansara, eru
tað nú nógv ár síðan,
Torben Svendsen hev
ur starvast sum sjúkra
røktarfrøðingur. Í staðin
hevur hann arbeitt inn
an fyri leiðslu, og ser
liga hevur hann arbeitt
innan fyri psykiatriina.
Í
Hjørring
kommunu
starvast hann í løtu
ni sum leiðari í sosial
psykiatriini. Hann hevur
í sambandi við sína yrkis
leið á hesum økinum
verið í Føroyum fleiri
ferðir sum undirvísari; og
tá hann ikki hevur verið
her
í
arbeiðsørindum,
hevur hann tikið sær
av løttum og verið her í
feriu.
- Føroyar hava uppi
borið nakrar søgur
Torben Svendsen heldur,
at Føroyar egna seg sera
væl sum karmur um
spenningssøgur, og hann
meinar, at júst hetta er
undirmett av nógvum
dønum.
- Føroyar hava uppi
borið nakrar søgur. Tað
nærmasta danir plaga at
uppliva Føroyar, burtur
sæð frá William Heine
sen, er sum so bundna
troyggjan úr dramarøðini,
Forbrydelsen. Eg meini,
Føroyar eru ikki karmur
um serliga nógvar søgur,
sum eg veit í øllum førum.
Tað er spell, tí tað ber til
at skriva um alt møguligt,
sum gongur fyri seg í
Føroyum. Onnur burdu
í øllum førum vitað, at
har eru møguleikar, sigur
Torben Svendsen og vísir
á nýggju skaldsøgu sína:
-
Søgugongdin
í
"Dyrets Ø" er ein al
tjóða tilburður, sum í
prinsippinum
kundi
gingið fyri seg hvar sum
helst. Men haraftrat snýr
søgan seg eisini um eitt
mál, sum er sera lokalt og
útspælir seg í bæði Havn
og Fugloy, sigur hann.
Ætlar sær til Føroya
Bókin
kemur
út
18.
november, og í tí sam
bandi er Torben Svend
sen í holt við at leggja
eina ferð til Føroya til
rættis. Her ætlar hann
sær at leggja bókina fram
og heilsa uppá møguligar
áhugaðar
keyparar,
tí
bókin skal eisini í sølu
búðirnar í Føroyum.
Júst nær hann ætlar
sær hendan vegin er ikki
avgjørt enn, men hann
vónar, at tað verður í
seinnu helvt av novem
ber.
pature@sosialurin.fo
Torben Svendsen gav fyrstu
skaldsøgu sína út í 2007,
og "Dyrets Ø" er sostatt
fjórða útgáva hansara
TORBEN
SVENDSEN
TORBEN SVENDSEN
DYRETS
Ø
DYR
spændingsroman │ mellemgaard
Soleiðis sær umslagið á bókini út
Eg bleiv
forelskaður í
Føroyum, aftaná
eg var har
fyrstu ferð. Tað
haldi eg, tey
flestu gera, sum
vitja í Føroyum