týsdagur 1. oktober 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. oktober 2019 · Nr. 113
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Vilmund Jacobsen
Serfrøðingar halda ikki, at
tað seinna er veruleikin –
ella oftast ikki. Tey halda
heldur, at trupulleikin
við tunglyndi og angist
er eitt tekin um órími
ligar treytir, sum nógv
liva undir í dag, har tol
lyndismarkið á arbeiðs
marknaðinum er vorðið
ógvuliga lágt.
Við jøvnum millumbili
eru stórar yvirskriftir í
miðlunum um mentalu
heilsustøðuna hjá fólki,
og millum hesar eru eitt
nú, at -
•
400.000
danir
taka heilivág móti
tunglyndi...
•
Danir standa í bíði
røð fyri at sleppa til
sálarfrøðing…
•
17.000
danir
eru
sjúkrameldaðir fyri
strongd hvønn dag…
Tað er skjótt at vera latin
eftir við teirri fatan,
at tað er heilt galið við
mentalu støðuni í tí landi
- Danmark - sum fyri
fáum árum síðan erpaði
sær við heitinum sum
”heimsins eydnuríkasta”.
Men, hagtøl tosa eisini
sítt týðiliga mál.
Tølini siga nevniliga,
at upp til fjórða hvør
kvinna í Danmark eina
ferð í lívinum kann ger
ast rakt av tunglyndi,
sum
krevur
viðgerð.
Tølini hjá monnum eru
nakað minni, og her er
møguleikin fyri at verða
raktur av slíkari sjúku,
sum krevur viðgerð, upp
til 12 prosent.
Tann stóri spurningur
in er so, hvør orsøkin er
til, at heili 350.000 danir
hvønn dag verða plágaðir
av tunglyndi og angist?
Hvat er tað, sum ger, at
so mong gerast sjúku og
mugu taka heilivág fyri
at klára dagin og fyri -
vónandi - at gerast frísk
aftur?
Ikki veikleikatekin
Professarin og yvirlækn
in á tí, sum rópt verður
Psykiatrisk Center Glos
trup, Poul Videbech, sum
í mong ár hevur gransk
að í tunglyndi, er ikki
í iva um, at mátin, vit
liva og innrætta okkara
gerandisdag, er ein stórur
partur av orsøkini til
støðuna.
Hann heldur ikki, at
fólk eru vorðin minni
mótstøðufør ella hava
bygt upp eina gongd, har
hjúklast skal meira um
tey enn áður.
- Fólk, sum gerast sjúk
av tunglyndi, eru avgjørt
ikki dovin. Tvørturímóti
eru tey ofta raskari enn
miðal. Hetta eru ofta
fólk, sum leggja ov nógv
fyri. Men, tey vera ov
ofta møtt við órímiligum
treytum, sum tey av
øllum alvi royna at liva
upp til.
Professarin og yvir
læknin vísir á, at tol
lyndismarkið er vorðið
munandi minni, og krøv
ini eru vorðin størri, og
tað er eisini hetta, sum er
galdandi á útbúgvingar
stovnum.
- Tað er ikki longur
pláss fyri einum sabbats
ári ella farloyvi. Tá eg
sjálvur las, vóru krøvini
ikki tey somu um, hvussu
skjótt tú skuldi gerast
liðugur við lesnaðin, sigur
professarin og yvirlækn
in.
Poul Videbech vísir
á, at soleiðis, sum tað
nú er vorðið, verða fólk
sjálvvirkandi - ella auto
matiskt
-
tilmeldaði
royndirnar, og pláss er
ikki fyri at ríva eitt hálvt
ár úr kalendaranum und
ir útbúgvingini.
- Ert tú bara vorðin
eitt vet sjúkur, verða
atlit ikki tikin til tað,
serliga ikki á almenna
arbeiðsmarknaðinum. Tá
soleiðis er vorðið, veksur
vandin eisini fyri, at tú
verður álvarsliga sjúkur,
sigur professarin og yvir
læknin.
Strongd og
sjúkugreining
Professarin í almennum
medisini,
Kaj
Sparle
Christensen,
sum
starvast hjá Stovninum
fyri Fólkaheilsu á Aar
huus Universiteti, sigur,
at tunglyndi og angist
oftast standast av var
andi strongd.
- Talan er um ósamsvar
millum avbjóðingar og
veruligu møguleikarnar
at loysa hesar.
Kaj Sparle Christensen
vísir á, at krøvini til
nútímans menniskju eru
mong, og ofta trýsta vit
sum menniskju hvønn
annan uttan fyrilit.
- Tað ber væl til at
gera ein sjúkling meira
treystan og sterkan við
eitt nú røslu, góðum
kosti og náttarsvøvni.
Trupulleikin er bara, at
tey flestu bíða ov leingi
við at fara ikki til lækna,
sigur hann.
Veruligir trupulleikar
Hóast bæði Poul Vide
bech
og
Kaj
Sparle
Christensen siga, at talan
er um veruligar trupul
leikar, tá so mong í dag
stríðast við tunglyndi og
angist, sýta teir kortini
ikki fyri, at sonevnd ”yvir
viðgerð” kann fara fram.
- Eg eri ikki í iva um, at
tað eru fólk, ið fáa heili
vág, sum ikki áttu at fing
ið. Tað eru bara ongar
kanningar gjørdar sum
greina, hvussu støðan er
við hesum. Hinvegin vita
vit frá kanningum, sum
eru gjørdar, at tað eisini
eru fólk, sum eru ”undir
viðgjørd”.
Tað merkir, at hesi ikki
fáa tann heilivág, sum tey
áttu at fingið.
Poul Videbech vísir á,
at talan er um bæði ting
ini – tey, sum kanska fáa
ov nógv og tey, sum fáa
ov lítið.
- Vit kunnu eisini siga,
at ”undirviðgerð” er ein
størri trupulleiki, tí tú
kanst doyggja av ikki
at sleppa í viðgerð fyri
tunglyndi. ”Yvirviðgerð”
er í sær sjálvum ikki so
vandamikil, hóast tað á
ongan hátt er gott. Tað
eru tó tey flestu, sum
gevast við at taka heili
vág, um tað vísir seg, at
heilivágurin ikki virkar,
sigur professarin og yvir
læknin, Poul Videbech.
Kelda: www.helse.dk
Eru fólk mentalt veik, tá so mong
verða rakt av tunglyndi og angist
- ella eru tað læknarnir, sum eru
ov íðnir at gera sjúkugreiningar
og skriva út heilivág?
EYDNULEYS MENNISKJU
Í EYDNURÍKUM LONDUM