Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. oktober 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Mikudagur 1. mai 2019 · Nr. 49 Mikudagur 2. oktober 2019 · Nr. 113 JIMMY CARTER 95 ÁR Í gjár fylti fyrrverandi armerikanski forsetin, Jimmy Carter, 95 ár. Jimmy Carter varð valdur til forseta í USA á forsetavalinum í 1976 og tók við starvinum, tá Gerald Ford fór frá í januar í 1977. Gerald Ford var forseti uttan nakrantíð at hava verið valdur. Hann var varaforseti hjá Richard Nixon, tá hann mátti leggja frá sær í august í 1974 eftir Watergate-gøluna, men ikki tá Nixon varð valdur til forseta í 1972. Tá var Spiro Agnew varaforseti, men hann legði frá sær í desember í 1973 vegna skuldseting um skattasvik. Jimmy Carter er tann fyrsti, sum hevur tapt á afturvali. Aðru ferð tað hendi var í 1992, tá Bush tapti móti Clinton. Eyðun á Rógvi, Argir, ættaður úr Vestmanna, andaðist fríggjadagin 27. september, 75 ára gamal. Jarðarferðin verður fríggjadagin 4. oktober kl 13 úr Vesturkirkjuni. Minnisgáva kann latast abbabørnunum, konta í Betri Banka Jákup Andrias Vang, Kaldbak, andaðist á Boðanesheiminum leygardagin 28. september, 76 ára gamal. Tey, ið ætla at lata blómur ella krans, kunnu lata Kaldbaks kirkju eina peningagávu. Konto í peningastovnunum. Tita Vinther, Tórshavn, andaðist á Landssjúkrahúsinum leygardagin 28. September, 78 ára gomul. Mimmy Poulsen, fødd Sundberg, búsitandi í Hemmet, andaðist mikudagin 25. septembur, 86 ára gomul. Henning Johannessen, Argjum, ættaður úr Klaksvík, andaðist á Landssjúkrahúsinum hósdagin 26. september, 85 ára gamal. Hans Johansen, Argjum, vanliga nevndur Hans á Argjaboða andaðist á Landssjúkrahúsinum mikudagin 25. september, 94 ára gamal. Jan í Dali, andaðist í heiminum í Nivå í Danmark, týsdagin 24. september, 87 ára gamal. Jan var sonur Secco og Jens í Dali. Theo Dine Lohne, fødd Askildsen, ættað úr Tórshavn, búsitandi í Søgne í Norra, andaðist í Søgne Omsorgscenter, mánakvøldið 23. september, 89 ára gomul. Mikkjal Hansen, ættaður úr Múlheiðum í Leynum, búsitandi í Keflavík, andaðist sunnudagin 22. september, 83 ára gamal. Erla Dal Nymark, fødd Dal Poulsen, úr Havn, andaðist á Hospice í Frederikshavn sunnudagin 29. september, 67 ára gomul. Finnur Simonsen, Fuglafjørður, vanliga nevndur Finnur á Borg, ættaður av Argjum, andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin 22. septembur, 74 ára gamal. Minnisgáva kann latast Krabbameinsfelagnum. Alexandra Durhuus, fødd Heinesen, ættað úr Tjørnuvík búsitandi í Vestmanna, andaðist fríggjakvøldið, 88 ára gomul. Tey, ið vilja minnast Alexandru við blómum ella kransi, kunnu lata Herberginum hjá Frelsunarherinum eina gávu, konta í Betri Banka. ANDLÁT Hans Andrias Sølvará verður til­nevnd­ur professari í søgu á Fróð­skaparsetri Føroya 1. ok­t­ober 2019 Grundað á tilmæli frá aka­ dem­isk­ari metingarnevnd, sum læt frágreiðing 24. sep­ tem­ber 2019, hevur leiðslan á Fróð­skap­a­rsetri Føroya til­ nevnt Hans Andrias Sølv­ar­á professara í søgu við Fróð­ skapar­setrið. Hans Andrias Sølvará er fødd­ur í Klaksvík í 1962. Eftir at hava tikið bachelor-prógv í søgu á Fróðskaparsetrinum fór hann til Danmarkar og tók í 1994 cand.mag.- prógv í søgu og heimspeki við Uni­vers­i­tet­ið í Århus. Tíðarskeiðið 1996-2007 starvaðist Hans And­r­i­as sum lærari í søgu og heim­ s­peki við Eysturoyar Stud­ en­t­askúla og HF-skeið. Í 2007-2009 var hann í starvi hjá Klaks­víkar kommunu, með­an hann arbeiddi við at skriva Klaksvíkar søgu. Í 2009 varð Hans Andrias sett­ ur í starv sum adjunktur í søgu á Fróðskaparsetrinum. Síð­an 2010 hevur Hans Andr­i­as verið lektari í søgu á Fróð­skap­ar­setr­i­num, og hev­ur í fleiri umførum ver­ ið dekanur á Søgu- og sam­ fel­ags­deild­ini. Í 2016 tók hann ph.d.-prógv í søgu við ritgerðini Frá sjálvstýri móti loys­ing frá 2014. Ein stytt ensk útgáva av ritgerðini er við heitinum The Rise of Far­o­ese Seperatism eins og før­oyska útgávan útgivin av Fróð­skapi í 2016. Hans Andrias hevur skriv­að og givið út 9 bøkur og fleiri enn 20 greinar í ym­ iskum tíðarritum. Hann hev­ ur eisini verið ritstjóri á Fróð­ skap­ar­ritum. Serliga er tað nýggjari politiska søga Før­ oya, sum Hans Andrias hev­ ur granskað og skrivað um. Hansara útgávur eru nógvar á før­oysk­um, men hann hev­ur eisini útgivið greinar á donsk­um og enskum og onkr­ar eru týddar til týskt. Hans Andrias hevur lut­ tikið og hildið fyrilestrar á al­tjóða ráðstevnum í m.a. Før­oy­um, Danmark, Íslandi, Frak­landi og Gibraltar. Í Føroyum hevur Hans And­r­ias hildið nógvar al­ menn­ar fyrilestrar um serliga søgulig evni yms­a­ staðni í landinum. Hans Andrias hevur eisini skriv­a­ð greinar í føroyskum miðl­um, har hann hevur miðl­að sína gransking til ein breið­ari skara, og hann lut­tek­ur javnan í sendingum í Kring­ varp­inum. Frá 1. oktober verður Hans Andr­ias professari í søgu á Fróð­skap­ar­setr­i­num, har hann í løtuni eis­ini er dekanur á Søgu- og sam­fel­ ags­d­eil­d­ini. Jákup Andreasen gevst sum stjóri eftir 30 árum Hans Andrias Sølvará tilnevndur professari í søgu Miðnám í Vest­ manna skal hava nýggj­an stjóra Jákup Andreasen, sum sein­ astu 30 árini hevur verið skúla­stjóri á Miðnámi í Vest­ manna hevur valt at fara úr starvi um ársskiftið, og hev­ ur Uttanríkis- og ment­a­mál­a­ ráð­ið gingið umbøn hansara á møti. Jákup Andreasen varð tann 1. februar 1989 settur í starv sum skúlastjóri á Før­ oya Yrkisskúla fyri Fisk­i­ ídnað og Havbúnað, ið seinni broytti navn til Fisk­i­vinnu­ skúl­in í Vestmanna. Í dag eit­ur skúlin sum kunnugt Mið­nám í Vestmanna, og eins og heitið er broytt, eru út­búgv­ing­ar­til­boð­ini á skúlanum broytt mun­ andi hetta tíðarskeið. Í dag hevur skúlin eina gym­na­si­ ala ti­l­feing­is­breyt og skip­ar harumframt fyri ferða­leið­ar­ a­skeið­um. Jákup Andreasen, skúla­stjóri, hevur staðið á odda fyri skúlanum øll árini. Uttanríkis- og menta­mál­ a­ráð­ið takkar Jákupi Andre­ asen, stjóra, fyri drúgva og trúgva tænastu umframt fyri væl­útint arbeiði øll hesi ár­ini. Uttanríkis- og menta­ mál­a­ráð­ið fer at søkja eftir nýggj­um stjóra til Miðnám í Vest­manna sum skjótast. Síðani Fiskivinnuskúlin í Vestmanna varð stovnaður í 1989 hevur Jákup Andresen verið stjóri Jenis av Rana, lands­stýr­is­ mað­ur í Uttanríkis- og ment­ a­mál­um, hevur gjørt av at seta Jón Johannesen í starv­ ið sum skúlastjóra í Tvør­oy­ rar skúla frá 1. oktober 2019 at rokna. Jón Johannesen er 51 ára gamal og tók lær­ar­a­prógv í 1998 á Frederiks­berg Sem­i­ nar­i­um við linjugreinunum stødd­frøði og ítrótti. Hann hev­ur starvast sum lærari í Sønd­er­vang­skolen í Glo­ strup frá 1998 – 2002, sum lær­ari í Tvøroyrar skúla 2002 – 2016 og hevur seinastu trý ár­ini verið varaskúlastjóri í Tvør­oy­rar skúla. Jón Johannesen hev­ur m. a. UEFA-A-lisens venjara­út­ búgv­ing, har ein partur var leiðsla umframt ymisk skeið inn­an lærarayrkið. Uttanríkis- og ment­a­mál­ a­ráðið ynskir Jón Jo­hann­ e­sen hjartaliga til lukku og blíð­a­n byr í starvinum. Jón Johannesen skúlastjóri á Tvøroyri NØVN Send hugskot, myndir, greinar ella annað til novn@sos.fo