týsdagur 1. oktober 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. oktober 2019 · Nr. 113
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
JÓLABORÐHALD
Eingin snapsur í tóman maga
Alkohol er harður kostur fyri magan. Drekkur tú ikki alkohol
vanliga, er tað snapsin, tú eigur at halda teg burtur frá
Vilmund Jacobsen
Nú vit eru komin út í oktober,
gongur ikki long tíð, til fyrstu
jólaborðini verða kring landið.
Tað er serliga í tíðini undan
jólum, um jólini og um nýggj
ársleitið, at familjur hittast, og
vinir ella starvsfelagar savnast
til árligt jólaborð.
Um vit vilja tað ella ei, er
hetta eisini tíðin, tá meira verð
ur drukkið av alkoholi enn í
árinum annars.
Munur er á, hvat tú kundi,
tá tú var yngri, og nú tú ert
vorðin
tilkomin.
Munurin
merkist ikki minst dagin eftir
veitsluna, har mangur hevur
sannað, at tað ikki ber til at
drekka sum fyrr.
- Nøgdin av vætu í kropp
inum minkar við aldrinum, og
tí gevur sama nøgd av alkoholi,
sum tú áður kundi drekka,
eina hægri promillu.
Tað veit danska Heilsustýrið
at siga.
Kroppurin hevur ikki sama
mótstøðuføri mótvegis alko
holi, sum tá tú var yngri.
Tí eru eisini ymisk góð ráð,
ið tú sum tilkomin kanst brúka,
tá tú fert til eitt jólaborð.
Hesi ráð eru tó ikki bara til
tey tilkomnu, men eisini til tey
yngru.
Felags fyri øll, sum fara út
at hugna sær og sum ætla sær
at drekka, er, at veitslufólk -
yngri sum tilkomin - framm
anundan hava etið okkurt, tí
alkohol er harður kostur fyri
magan.
Heidi Rydahl Jensen, sum er
kostráðgevi, sigur, at alkohol
er reint eitur fyri magan, men
hevur tú etið, áðrenn tú drekk
ur, fer alkoholið ikki so skjótt
út í blóðið.
- Ráðini eru at eta nógv við
jólaborðið, og skilagott er eis
ini at eta feitan mat, fisk og
groft breyð.
Heidi Rydahl Jensen sigur,
at tað er serliga vágiligt at
drekka snapsir niður í tóman
maga. Drekkur tú ikki alkohol
vanliga, er tað snapsin, tú eig
ur at halda teg burtur frá.
- Tað vágiliga við at blanda
vín, øl og snaps saman er, at
sløgini hava ymiskar nøgdir av
alkoholi í sær, og tí kunnu fólk,
sum drekka av fleiri sløgum,
missa tamarhaldið á samlaðu
alkoholnýtsluni.
RÁÐ ERU
MÓTI
TIMBUR
MONNUM
Vilmund Jacobsen
Timburmenn, ið standast
av, at fólk hava drukkið
alkohol, er ein saman
tvinning av, at likamið
ikki megnar at brenna alt,
meðan vit sova – og at fólk
eru troytt.
- Tað eru avfallsevnini,
sum vit framvegis hava í
likaminum, ið gera, at vit
hava timburmenn, sigur
kostráðgevin, Heidi Ry
dahl Jensen.
Men, hvørji eru so ráð
ini móti timburmonnum?
Steðga við at drekka
einar 2-3 tímar, áðrenn tú
fert í song. Tak ein sving
om á dansigólvinum, so tú
brennir eitt sindur av
alkoholi. Tað verður tú
glað/-ur fyri dagin eftir.
Um alkoholið legði ein
”dempara” á matarlystin
við jólaborðið, kanst tú eta
onkran bita, áðrenn tú
fert at sova, so likamið
hevur okkurt at arbeiða
við.
Drekk vatn leypandi
gjøgnum
kvøldið
–
og
helst eitt vatnglas millum
hvønn snapsin, um tú
drekkur snaps. Eitt stórt
glas við vatni við bæði
salti og sukuri smakkar
ikki væl, men tað er gott
móti timburmonnum, tá
tað verður drukkið fyri
songartíð.
Keldur: Sunhedsstyrelsen
& Netdoktor
Strálan skipar fyri
góðum jólaborði
Tað verður Magnus Eliasen, ættaður
úr Mikladali, sum fer at undirhalda
við jólaborðhaldið hjá Stráluni
Vilmund Jacobsen
Eins og undanfarin ár, fer
Strálan á Strondum aftur í ár
at skipa fyri jólaborðhaldi í
Bygdahúsinum á Strondum,
har pláss er fyri stívliga 200
gestum.
Anfinn Gærdum sigur, at
jólaborðhaldið í ár verður leyg
arkvøldið 30. november, og
byrjað verður klokkan 20.
- Vit vóna, at nógv fólk
koma, og vit vóna eisini, at ar
beiðspláss og bólkar fara at
tekna seg til borðhaldið.
Hann vísir á, at jólaborð
haldið verður skipað sum ein
stór og góð jólabuffét, og her
verða eisini heitir rættir.
- Tá sjálvt borðhaldið er lið
ugt, og náttin gongur, bjóða vit
eisini feska suppu, kaffi, køkur
og karamellur í einum øðrum
rúmi, ið verður fyri tey, sum
koma til jólaborðhaldið.
Anfinn Gærdum vísir á, at
her kunnu fólk sita fyri seg
sjálvi og práta, meðan dansur
in gongur, og her verður eisini
barr til tey, sum eru á sjálvari
veitsluni.
- Tað er nevniliga soleiðis, at
tá sjálvt jólaborðhaldið er lið
ugt, verður almennur dansur í
Bygdahúsinum, og tá kunnu
eisini fólk, sum ikki hava verið
borðhaldið,
keypa
sær
at
gongumerki, sigur hann.
Undirhald og orkestur
Tað verður Magnus Eliasen,
ættaður úr Mikladali, sum í ár
fer at undirhalda við sjálvt
jólaborðhaldið, og hetta verður
fyrstu ferð, hann undirheldur
til hetta tiltak á Strondum.
- Vit hava fingið at vita, at
Magnus Eliasen veit nógvar
góðar og er óførur at undir
halda, sigur Anfinn Gærdum.
Tað verður bólkurin, Sun
light, sum fer at spæla til al
menna dansin í Bygdarhúsin
um á Strondum leygarkvøldið
hin 30. november.
Drekkur tú ikki alkohol vanliga, er
tað snapsin, tú eigur at ansa eftir
Í fleiri ár hevur verið skipað fyri jólaborðhaldi í Bygdahúsinum á Strondum
Í ár verður tað Magnus Eliasen,
sum fer at undirhalda