Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. oktober 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. oktober 2019 · Nr. 113 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 JÓLABORÐHALD Ljós troyggja Vit velja vanliga svart, grátt ella myrkablátt, tá ið vit fara í veitsluhýr. Tað er trygga valið og nýtist ikki altíð at vera keðiligt. Serliga ikki, um tú dugir at hava eitt sindur av sprelli í onkrum klædnaluti, tú fert tí. Er veitslan ikki ov formlig, kann ein ljós troyggja rigga sera væl saman við myrkum klædningi. Til dømis hendan ljósabláa frá Paul Smith. Ymiskir litir Ofta hugsa vit, at klæði helst skulu hava sama lit, tá ið vit lata okkum fínt í, men júst litspæl millum ymsu klædnapløggini kann skapa dynamikk og stíl. Hevur tú hug at seta sterkar litir saman, ber tað saktans til, men tað ber eisini til at gera tað varisliga, sum til dømis hesin maðurin, sum er klárur at fara til hugnaløtu við vinum. Minst til at beltið kann brúkast snildisliga. Smartir skógvar Skógvar hava stóran týdning, tá ið vit lata okkum í, og tað ber til at blanda klassiskar og modernaðar skógvar við so at siga øll klæði. Nú er blivið vanligt, at menn – kanska serliga yngri menn – ganga í sneakers, sjálvt tá ið teir fara í stívasta puss. Kundi tú hugsað tær at brúkt tað hugskotið, ber til at finna elegantar sneakers, sum passa væl til bæði klædningsbuksur og kovboybuksur – til dømis hesir frá Le Coq Sportif. Turriklæði sum mótspæl Árstíðin leggur upp til, at vit kunnu hava turriklæði um hálsin, og her ber til at spæla við litirnar. Tú kanst til dømis lata eitt litríkt turriklæði geva tínum meira klassiska jakka eitt mótspæl. Tað kann vera júst tað, sum flytur teg fram í tíðina. Mótakrydd til mannin Hvat skal eg fara í? Eisini menn spyrja seg tann spurningin, nú veturin og jólaveitslurnar eru fyri framman. Tað er ikki neyðugt at fara út at keypa sær nýggjan búna til hvørja veitslu, men hinvegin ber til at krydda grundleggjandi klæðini – klædningar, buksur og jakkar – við einstøkum lutum, sum fáa teg at síggja elegantan ella frískligan út. Her eru nøkur uppskot um tað, sum kann gera tann góða munin, tá ið tú letur teg í Snøgt slips Myrkt jakkasett við einslittum slipsi, helst í sama liti, kann rigga væl og er trygt, men eitt slips við øðrvísum sniði ella litsamanseting kann lívga sjálvt tann keðiligasta klædningin upp. Sum til dømis hetta frá Hermes, sum bæði kennist klassiskt og frískligt. Ur Urið er til nógv meira enn at vita, nær tú skalt fara heim úr veitsluni. Urið er prýði og kann geva tær júst tann rætta stílin. Úrvalið er sera stórt, og tað ber til at finna eitt snøgt ur í litum, tær dámar, ella okkurt, sum er øðrvísi. Her er eitt elegant ur frá Maserati og eitt humoristiskt ur frá Gucci. Lívlig skjúrta Ein øðrvísi skjúrta kann seta lív í úttrykkið. Ert tú í myrkum klæðum, kann ein lívlig skjúrta verða tað, sum fær teg síggja væl upplagdan út. Hvussu litrík og lívlig skjúrtan skal vera, er spurningur um lyndi, men tað ber til at fara allan vegin við sterkum litum ella sum her at fara ein part av vegnum við einari passaliga frískligari skjúrtu frá Sand. Húgvan til útigongd Veðrið kann vera illfýsið í november og desember, og skalt tú út at ganga í sambandi við jólafrokostin, kann tað vera bæði hent og stílfult at hava eina snøgga húgvu at seta á høvdið. Hendan er frá Lacoste.