týsdagur 1. oktober 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. oktober 2019 · Nr. 113
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Tróndur Arge – Tórsvøllur
Lars Olsen, landsliðsvenjari,
hevur úttikið hópin sum skal
spæla móti Rumenia og Malta
á Tórsvølli 12. og 15. oktober.
Stóra søgan er, at Lars Olsen
móti endanum av fundinum
boðaði frá, at ikki heldur fram
sum
landsliðsvenjari
eftir
hesa
EM-undankappingina.
Hin søgan er, at Jóannes K.
Danielsen úr KÍ og Adrian
Justinussen úr HB eru nýggir
á landsliðnum.
-Tað er ótrúliga stórt og
tað er eisini nakað, sum eg
havi hugsa um síðani eg var
smádrongur. Tað er eisini eitt
mál, sum eg havi sett mær,
men eisini eitt so stórt mál,
at eg næstan ikki tordi at
droyma um tað, tá eg var yngri.
Nú eri eg so her og tað eri eg
takksamur fyri, sigur Jóannes
K. Danielsen
Leita eftir høgra bakki
Tað hevur í eina tíð verið leitað
eftir einum høgra bakki. Tá
Nations League byrjaði var
tað
leirvíkingurin
Gunnar
Vatnhamar, sum fekk plássið.
Eftir tveir góðkendar dystir
bleiv hann offur fyri, at Gilli
Rólantsson fann seg til rættis á
høgra bakki.
Til dystirnar móti Svøríki og
Spania mátti Gilli Rólantsson
geva avboð. Nýggjur maður á
høgra bakkinum var Hørður
Askham. Men ólukkutíð so sleit
hann krossbandið í seinasta
minuttinum av dystinum.
Til
dystin
móti
Spania
broytti Lars Olsen spælskipan
til 3-4-3, sum mangan endar
sum 5-4-1, tí okkara lið verður
trýst aftur á egna hálvu. Tá
spældi Sølvi Vatnhamar á
vongbakkinum. Tað er bara
ein fyribils loysn, har nýtt blóð
skal finnast.
Eftir nógv tos er valið nú
endað á 22 ára gamla Jóannes
Kalsø Danielsen. At síggja til
er hann nú annað væl á høgra
bakki og høgra vongbakki.
-Eg havi vónað tað og fingið
okkurt prik frá vinmonnunum,
men nú hendi tað so. Eg eri 22
ár og tað er ein ungur aldur a
koma á landsliðið. Tað eri eg
stoltur av, sigur Jóannes K.
Danielsen.
Hann er upprunaliga ikki
høgri bakkur, men ein dystur
um summarið 2017 broytti alt.
-
Mikkjal
(Thomassen,
venjari hjá KÍ, blaðm) setti
meg á høgra bakkin ein dyst
eftir summarferiuna í 2017, og
eg bleiv bara verandi. Eg haldi
ikki tað var ætlanin hjá mær,
men eg treivst beinanvegin
á
plássinum,
fortelur
klaksvíkingurin, sum mennist
á plássinum fyri hvønn dyst.
- Tá tú ikki hevur spælt høgri
bakkur so leingi, so mennist
tú fyri hvønn dyst, sum tú
spælir. Tað er spennandi, sigur
Jóannes.
Sær upp til Rógva og Atla
Tað var ein tíð, har KÍ altíð
átti nógvar landsliðsspælarar.
Brøðurnir
Kurt
og
Allan
Mørkøre vóru við frá byrjan
í Landskrona, og menn sum
Jákup
Mikkelsen
og
Todi
Jónsson teljast millum okkara
drúgvastu.
22 ára gamli Jónnes K.
Danielsen
hevur altíð
havt eitt gott
eyga á landsliðnum.
Hann
hevur
eisini
fyrimyndir á landsliðnum, sum
eru úr Klaksvík.
-Tað
eru
sjálvandi
klaksvíkingarnir
á
landsliðnum, sum eru nakað
serligt fyri okkum. Eg kann
nevna
Rógva
Jacobsen,
sum skoraði nógv mál á
landsliðnum. Atla Danielsen
er ein annar, sum vit hava sæð
upp til. Hann er venjari hjá
mær nú, sigur høgri bakkurin
hjá KÍ, sum altíð hevur verið
spentur til landsdystir.
- Tað er ótrúliga spennandi.
Tá eg var yngri gleddi eg
meg eisini altíð til næstan
landsdyst. Tað var eisini stórt
at sita á Tórsvølli og hyggja, og
nú eri eg so við, sigur Jóannes.
Eftir eitt tíðarskeið við
fáaum klaksvíkingum og KÍ
arum á landsliðnum, er KÍ nú
best umboðað liðið í hópinum
við Kristiani Joensen, Jóannesi
Bjartalíð, Patriki Johannesen
og
Jóannesi
K.
Danielsen.
-Eg fekk eitt prik
um, at nú eru allir
føroyingarnir í KÍ á
landsliðnum.
Tað
er
ikki so galið, men tað
er stuttligt at vit hava so
nógvar landsliðsspælarar. Eg
haldi at allir spælararnir hjá
KÍ hava lyft støðið í ár. Serliga
til dystirnar í Evropa, har vit
fáa nøkur ótrúliga góð úrslit.
Kanska lyftu vit okkum á eitt
stig, sum vit ikki vistu av at
vit kundu. Tað sæst aftur á
úrslitunum, sigur Jóannes.
Kom ikki á landsliðið
fyrr enn U21
Evnini hjá Jóannesi K. Danislen
hava leingi verið eyðsýnd
fyri tey í Klaksvík, men hann
megnði ongantíð at spæla seg
á yngru landsliðini. Tað var
ikki fyrr enn at Eli Hentze, U21-
landsliðsvenjari,
ringdi,
at
Jóannes
Kalsø
Danielsen
á
fyrsta
sinni
royndi at spæla í føroysku
landsliðstroyggjuni.
-Fyrstu
ferð
eg
fekk
U-landsliðsboð var, tá Eli Hentze
úttók meg til U21-landsliðið fyri
tveimum árum síðani. Síðani
tá havi eg verið úttikin til U21-
landsliðið hvørja ferð. Nú eri eg á
A-landsliðnum, so tað er ikki ein
lang landsliðssøga, sigur høgri
bakkurin, sum heldur at tað er
Jóannes K. Danielsen á landsliðið:
Jóannes K. Danielsen fekk fyrstu ferð landsliðsboð til U21-
landsliðið. - Tað er ein áminning til teir ungu spælararnar,
sum ikki koma á landsliðini tá teir eru 15 til 18 ár, um at
blíva við. Tað er ikki avgerandi um tú ert á landsliðnum tá,
fyri at koma á A-landsliðið seinni, sigur klaksvíkingurin
EITT PRÓGV
UM AT TÚ SKAL
IKKI GEVA UPP