Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-01, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. oktober 2019síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 2. oktober 2019 · Nr. 113 TÍÐINDI ein góð ámining til aðrar spælarar. -Tað er eisini ein áminning til teir ungu s p æ l a r a r n a r , sum ikki koma á landsliðini tá teir eru 15 til 18 ár, um at blíva við. Tað er ikki avgerandi um tú ert á landsliðnum tá, fyri at koma á A-landsliðið seinni, sigur Jóannes K. Danielsen. Nú er hann úttikin til hópin hjá Lars Olsen, sum tó gevst eftir hesa undankappingina. Klaksvíkingurin er errin av, at hann hevur vunnið álitið á fyrrverandi liðskiparanum á danska landsliðnum, nú áðrenn hann gevst. -Tað er eisini stórt fyri meg, at fáa viðurkenning frá einum manni sum Lars Olsen, ið er stóru í fótbóltshøpi og hevur vunnið EM sum liðskipari hjá Danmark, sigur Jóannes Kalsø Danislen at enda. trondur@sosialurin.fo Eli Hentze: Tað var ein kensluborin Lars Olsen, sum broytti evni móti endanum av tíð­inda­fundinum, tá landsliðið bleiv úttikið. -Eftir hvønn dyst eftir­ meti eg hvussu tað hevur ging­ið. Tá eg hugsi aftur, so má eg ásanna at eg ikki havi sæð framgongd í av­rik­unum seinasta árið. Tað merk­ir ikki, at eg haldi at vit hava spælt illa í øllum lands­dystunum. Fyri hálv­um øðrum ári síðani helt eg vit spældu væl, men vit hava ikki lagt afturat spæli­num, og úrslitini hava ikki verið góð. Vit hava spælt seks dystir í hesi undan­ kapp­ingini og lati fýra mál inn í fýra av dystunum. Tað er ikki gott nokk. Eg havi tí, eftir dystirnir móti Svøríki og Spania, verið í iva um eg skal halda fram í Føroyum, sigur Lars Olsen. sum nú er týðiliga rørdur. Tað er nú greitt, at Lars Olsen er í holt við at leggja frá sær. Tað er púra kvirt í hølun­um hjá Fót­bólts­sam­ bandi­num, nú Lars Olsen tosar. -Eg havi eisini merkt, at leiðslan í Fót­bólts­sam­bandi­ num hevur havt sama iva. Eftir átta ár, sum er long tíð í fótbólti, ynskir nýtt blóð á venjaraplássinum, sigur Lars Olsen og andar inn og roynir at halda tárinum aftur. -So eftir átta fantastisk og spennandi ár fyri mítt við­ komandi, er tað nokk best fyri bæði meg og FSF at leita eftir nýggjum avbjóðingum. Tí havi eg avgjørt, at eg gevist sum landsliðsvenjari, tá sáttmálin gongur út í vet­ur, sigur Lars Olsen, sum nakrar ferðir steðgar á meðan hann tosar. -Tað seinasta eg vil siga í tí sambandi er, at tað er fantastiskt veður í dag og hetta er nakrar flottar oyggj­ar. Tit eru nøkur góð menniskju. Liggja her mitt í Atlantshavinum og kempa eitt hart lív. Eg havi verið ótrú­liga glaður og errin av at hava umboðað Føroyar sum landsliðsvenjari kring Ev­ropa, sigur Lars Olsen og leggur pappírini frá sær. Sein­asta orðið er eitt “slut” á donskum. Leita eftir venjara Eftir tíðindafundin segði Virg­ar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, at nú verður byrjað at leita eftir ein­um nýggjum venjara. -Komandi kapping byrjar ikki fyrr enn í september í komandi ári. Har er ein venj­ ingarlega í mars mánaði, men ongin kappingardystir verður í juni og Nations League byrjar ikki fyrr enn í sep­ tember, sigur Virgar Hvid­bro. Tað verður eisini arbeitt við at broyta venjaratoymið eitt sindur. Serliga síggja vit mótstøðuliðini kom við ein­ um heilum heri av venjar­ um og hjálparfólkum, tá tey skulu spæla móti Føroyum. Hetta er bæði venjarar á ser­økjum og hjálparfólk, ið greina mótstøðuliðini og dyst­ir­nar. -Fótbólturin er broyttur nógv hesi átta árini Lars Olsen hevur verið lands­ liðs­venjari. Tað hevur ver­ið stór menning og tað er ikki óhugs­andi, at vit gera onkrar broyt­ingar í venjara­sam­an­ set­ingini. Ein møguleiki er at vit fara eftir einum meiri “up and coming” venjara, sum ikki kostar eins nógv, og seta fleiri hjálparfólk, sigur Vir­gar Hvidbro. Hann væntar eisini at talan verður um eina út­ lendska loysn. Hingartil hev­ ur Bo Henriksen, venjari hjá AC Horsens, verið nevnd­ur, men enn hevur Fót­bólts­sam­ bandið ikki tosað við nakran. -Hesi tíðindini fara nokk runt fótbóltsheimin og tað fer at skapa ein áhuga. Vit hava eisini fingið fyri­spurn­ ing­ar, meðan Lars Olsen hevur verið venjari. Okkara bud­gett avmarkar okkum eitt vist, men vit hava góða tíð og fara nú í holt við at leita eftir einum venjara, sig­ur Virgar Hvidbro. Hann leggur at enda aftur­at, at samstarvið við Lars Olsen hevur verið fyri­ myndar­ligt. trondur@sosialurin.fo VIT SKULU REISA OKKUM - Ísrael hevur eitt sterkt U21- landslið. Teir hava spælt tríggjar dystir í ár, harav tann eini var undan­kapp­ingar­ dystur á útivølli móti Kasak­ stan, sum Ísrael vann 2-1. So hetta verður enn ein trupul upp­gáva, men okkara mál er fyrst og fremst, at vit skulu reisa okkum. Soleiðis sigur Eli Hentze, høvuðs­venjari hjá føroyska U21-lands­liðnum, sum saman við hjálparvenjaranum, Hegga Samuelsen hevur út­ tik­ið hópin til EM-undan­ kapp­ingar­dystin á útivølli móti Ísrael týsdagin 15. okto­ ber. Ein spælari er við hesaferð, ið ikki hevur verið við U21- lið­num fyrr. Talan er um Andrias Edmundsson, ið er sátt­málabundin við Sunder­ land FC í Onglandi. Hópurin: Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur Rói Zachariassen, EB/ Streymur Victor Emil Boje Henriksen, Hvidovre (Danmark) Ari Olsen, Skála Bjarni Petersen, B36 Andrias Edmundsson, Sunderland FC (Ongland) Ólavur Niclasen, KÍ Janus Svabo Samuelsen, Skála Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Lukas Grenaa Giessing, AB Petur Knudsen, NSÍ Daniel Johansen, HB Hugin Samuelsen, B36 Stefan Radosavljevic, B36 Pætur Petersen, HB Mads Boe Mikkelsen, Vendsyssel FF (Danmark) Hannes Agnarsson, B36 Bjarki Nielsen, AB U21-landsliðsvenjarin, Eli Hentze, hevur úttikið hópin, sum tann 15. oktober skal spæla EM- undankappingardyst á útivølli móti Ísrael LARS OLSEN TÓK ORÐIÐ