Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin 4. OKTOBER 2019 Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Run­a­ vík, saknar journ­al­i­ stikk­in hjá Liljuni Weihe í Kring­varp­i­ num. Hann skrivar so­leiðis á Face­book: »Eftir Liljuna halda fólk, at tíð­ind­ ini í KVF eru vorðin meiri álítandi. Tað er hum­bukk og tvætl. Dimm­u­redaktiónin í KVF í hes­um døgum hevur so sanniliga sína ag­endu, meiri snild­ islig, minni áleypandi, men agendan er greið. Tað ræður um at verja tað sum G.L Sam­u­el­ sen, Crayon, stríddist fyri í ára­ratíggju, at gøll­halda føroyinginum í hugs­an­ini um at hann onki megnar sjálvur... ...Og vit eru fleiri sum bíða eftir at ein fig­ urur, sum líkjast Liljuni, sleppur framat red­ a­k­ti­ón­ini aftur. Sum umboðar fólkið og ikki tey fáu á­hug­amálini. Vit eiga Kringvarpið - og ikki parta­politiska ensemblið, sum nú ræður fyri borg­um.« Og hann heldur fram: – Av roynd­um kann eg siga, at kam­panju­ journa­l­i­stikk­ur­in hjá KVF nú einvíst gongur efir at skaða fólk, sum ikki eru samd við Georg L Pet­er­sen og Sambandsflokkin. Hvar Ivan Nicl­a­sen er í hesum øllum, tað veit ongin, hann líkist mest av øllum einari hvalspýggju í ivasomum ideologiskum samanhangi :-) Sammetir kring­ varps­stjóran við hvalspýggju BORGARSTJÓRI The Cod Hunters úr Hetlandi í Føroyum Siðsøga síða 24-25 Sjúkralega kveikti lív í dreymin 6-7 Man nakar eiga myndir av »grøna« orkuverkinum hjá Sverra Mortensen á Argjum? Nú so nógv verður tosað um grøna orku, kann nevnast, at aftaná heimsbardagan, og áðrenn SEV kom, vóru nógv húsarhald, sum høvdu sítt egna vatnrikna elverk í kjallaranum. Ein av teimum var Sverri Mortensen á Argjum, sum nú er 97 ára gamal. Sverri hevur verið ein snillingur á fleiri økjum. Her sæst hann saman við tí báta­ mot­ori, sum hann gjørdi um somu tíðina. Utt­ast høgrumegin er hansara “privata” el­ verk. – Spurningurin er nú, um nakar man eiga eina mynd av vatnhjólinum í ánni við síð­u­na av húsinum, ið gav »grøna« orku so leingi vatn var í ánni. Hetta kann bæði vera hjá Sverra ella hjá onkrum øðrum. Um nakar eigur slíka mynd kann boðast frá til: olijacobsen@olivant.fo ella telefon 285769. Í blaðnum... Okkurt bendir á, at nýggja danska stjórn­ in hevur tikið sær aðrar partar fyri, tá tað snýr seg um at gera føroyskar mynd­ug­ leikar nøgdar. Fara vit aftur í tíðina hjá Poul Nyrup Ras­mussen fyri fjórðingsøld síðani, so vald­aði reint kaos. Støðan batnaði tó, tá vit komu fram um aldarskiftið og herð­ indini frá fullveldisstríðnum dovn­aðu. Men arbeiðið við at gera eina nýggja stjórn­ar­skip­an læstist eisini fast, partvís av inn­an­hýs­is­ó­semju í Føroyum, men eis­ ini vegna stirvnu sjónarmiðini hjá donsk­ um pol­it­ik­ar­um og danska em­bæt­is­verk­i­ num. Gongd var á undir borgarligu sam­ gong­uni frá 2011-15, men stígur kom í. Og eft­ir at nýggj samgonga varð skipað eftir val­ið í 2015 steðgaði arbeiðið beinleiðis upp. Í setanarrøðu síni í Fólkatinginum týs­dagin segði Mette Frederiksen, for­sæt­ is­ráð­frú, at stóri áhugin fyri Ark­tis hev­ur drigið Føroyar og Grøn­land longur út á altjóða pallin, og at hon tí væl skilir ynsk­ ið hjá før­oy­ing­um og grøn­lend­ing­um um virkn­ari leiklut á uttanríkis- og trygd­ar­ poli­t­iska økinum. Hon segði seg vilja styrkja samstarvið við før­oyigar og grønlendingar, og at part­ arnir í framtíðini skulu kunna hvønn ann­ an betur. Hon legði beinleiðis upp til sam­ starv á økj­um, sum eru til felags gang fyri báð­ar partar. Um ikki hetta eru nýggir tónar, so eru hetta klárari tónar, enn vit áður hava hoyrt. Í gjár segði Trine Bramsen, verju­ mála­ráð­frú, við Kring­varpið, at føroying skulu dragast nógv meira upp í sam­starv­ ið, og at føroyingar skula sita við borð­ið, har avgerðirnar verða tiknar. Tað eru í øllum førum nýggir tónar. Aks­el V. Jo­hann­e­sen og Høgni Hoydal tók væl ímóti boðu­num úr Danmark, ið sum sjálv­sagt fella í góða jørð hjá einum nýggj­ um sam­bands­løg­manni í Føroyum. Hetta er nýggjur praktiskur politikkur, sum eyðvitað gagnar Føroyum. Og sjálv­ andi missir Danmark einki við at lata før­ oy­ing­ar og grønlendingar vera við at taka týðandi avgerðir á utt­an­rík­is­pol­it­iska øki­ num. Men tað gagnar ikki full­veld­is­stríð­ num í Før­oyum, at vit fáa størri frælsi í rík­is­fel­ags­skap­inum. Konfrontatiónin, sum hon var í 90'i­num, hevði heilt aðra eff­ekt. So er spurn­ing­ur­in, hvat vit velja. Tí vit fáa tað, sum vit velja – eisini full­ veldi. Tí avgerðin er okkara. Tær bjóða okkum størri ávirkan Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Grøn orka á Argjum fyri 70 árum síðan Altíð hevur tann 97 ára gamli Sverri Mortensen á Argjum verið fittur í hondunum. Her sæst hann við einum bátamortori, hann tillagaði úr einum bilmotori – og uttast høgrumegin sæst »gørna« elverkið, sum hann gjørdi, áðrenn Argjar fingu elektrisitet