hósdagur 3. oktober 2019síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 114
3
Havsbrún fer undir
risaútbygging á
havnalagnum í Fuglafirði
Útbyggingarnar
í Fuglafirði
fara at økja
munandi um
orkuna at
framleiða fóður
ÁRNI GREGERSEN
H
elst fer útbyggingin á
Havsbrún í Fuglafirði
at kosta meira enn
eina hálva milljard.
Havsbrún og eigarin Bakka
frost, hava júst gjørt eina avtalu
við Fuglafjarðar kommunu um, at
Havsbrún sleppur at byggja út á
havnalagnum og sjálvir byggja ein
part av havnini.
- Vit kunnu sjálvandi ikki krevja,
at kommunan byggir havnina út
fyri so nógvar pengar. Hinvegin
má tað vera soleiðis, at gera vit
havnalagið og havnaútbyggingina,
so er tað vit, sum eiga tann partin
av havnini, sigur Regin Jacobsen,
stjóri á Bakkafrost.
Útbyggingin á Havsbrún hevur
verið á tekniborðinum í eina tíð.
Fyri at kunna halda fram við
planleggingini vildi Havsbrún
hava at vita frá kommununi,
um hon tekur undir við einari
heildarætlan, so Havsbrún kann
arbeiða víðari.
- Nú er hetta undirskrivað, so
tað, sum hendir nú, er, at vit fara
at arbeiða víðari og taka endaliga
støðu til, hvussu vit fara at gera
útbyggingina. Men nú hava vit
fingið eina váttan um, at gera vit
bryggjuna so eiga vit hana, sigur
Regin Jacobsen, stjóri.
Meira fóður
Útbyggingin í Fuglafirði hevur
ligið í kortunum leingi. Ætlanin er,
at fóðurverksmiðjan á Havsbrún
skal hava munandi størri orku og
kunna framleiða munandi meira
enn hon ger í dag helst dupult so
nógv.
Longu nú selir Havsbrún ein
part av fóðrinum til aðrar ali
fyritøkur enn Bakkafrost, men
eftir at Bakkafrost hevur keypt
eitt alifelag á Hebridunum við
høvuðssæti í Edenburgh er hetta
vorðið meira aktuelt.
Nýggjasti parturin av Bakka
frost fer beinanvegin at keypa
alifóður frá Havsbrún og tað setir
krøv til størri pláss og størri fram
leiðslu.
Havsbrún hevur áður søkt um
loyvi til at byggja átta nýggjar 42
metrar høgar goymslutangar til
fóður og fiskamjøl og hetta loyvið
lat Fuglafjarðar kommuna felagn
um í vár.
Lítið pláss
Á havnalagnum í Fuglafirði er
ikki so nógv pláss. Tí er neyðgt at
byggja út í sjógvin og harvið gera
møguleikarnar størri at byggja.
Havsbrún fyllir nógv og longur
út móti Enninum liggur Peagos,
so einasti møguleikin er helst at
vaksa um keiøki.
- Men skulu vit gera tað, so
vilja vit eisini sleppa at eiga øki,
og tað er tað, vit hava gjørt semju
við kommununa um, sigur Regin
Jacobsen.
Enn er ikki greitt nær farið
verður undir sjálva útbyggingina
og hvussu skjótt tað fer at ganga,
men Havsbrún fer nú undir at
taka endaliga støðu til, hvussu út
byggingin skal fara fram, og nær
hvat skal gerast.
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost
Havsbrún fyllir ómetaliga nógv á havnalagnum í Fuglafirði