Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 114 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Sæð á Facebook: Poul Michelsen vann fríggjadagin heiðurin Ársins virki á Vinnudegnum Týsdagin eftirlýsti løgreglan 31 ára gamla fransmannin Bastien Porée, ið síðst er sæddur í Íslandi í februar Eiðis kommuna kundi týsdagin hátíðarhalda, at 125 ár eru liðin síðan kommunan bleiv stovnað Mánadagin bleiv ein eykafíggjarlóg á 114 milliónir krónur løgd fyri tingið Um vikuskiftið legði KÍ seg á odda í Betri deildini, aftaná at B36 einans fekk javnleik móti HB Gevast MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt prosent av føroyingum halda hámarksferðina 37 Um orðið sigur Sprotin millum annað: geva upp 1 halda uppat el. gevast (við e-m), geva skarvin yvir Hesa vikuna hava fleiri yvirskriftir verið at sæð, um stjórar og venjarar, ið gevast í starvi. Harímillum er HB-venjarin Heimir Guðjónsson, landsliðsvenjarin hjá monnum Lars Olsen, TB-venjarin Zoran Pavlovic, varastjórin í sjúkrahúsverkinum Thomas Schiøler og stjórin í Miðnám í Vestmanna Jákup Andreasen. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR Mangt bendir á, at veðurlagsbroytingar eru eitt heitt evni Trúgvi ikki nakar sýnsprøvi hevur verið í Havn í september Gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið, í støðum strúkur í vindi, 13 metrar um sekundi, úr eystri. Turt og skíggjað veður og møguliga sær sólin. Um náttina veksur hann um vindin til andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið, av landsynningi og eystri. Hitin millum 6 og 10 stig.   Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið. Turt og sólin sær í løtum. Hitin millum 8 og 12 stig. Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, ið seinni á degnum veksur til stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið. Mest turt og fyrst sól, men seinni á degnum skíggjað. Hitin millum 7 og 11 stig. 5-10 m/s 10-15 m/s Tað er helst sagt mangan fyrr, men eg loyvi mær at siga tað einaferð afturat:tað er ein undarlig tíð, vit liva í. Nógv vísir okkum, at so er. Vit síggja hussu veðurlagið broytist og náttúran við. Tað seinasta sum undrar føroyingin nú er, hvussu fiskurin ferðast. Vit høvdu nógv ár við nærum fiskaloysi, meðani vit nú í meira enn eitt ár hevur almikið verið at fáa á føroysku leiðunum. Og hesar seinastu dagarnar hoyra vit um, at fiskurin er komin heilt inn í klettin. Til dømis liggja bátar á Fuglafirði og fáa nógvan fisk. Ája! Nýggja samgongan hevvur sett sær fyri at seta ferð á orkuskiftið. 2030 skal øll orka á landi vera leys av olju – við øðrum orðum, tá skal alt vera grøn orka. Vit hava síðani SEV var sett á stovn havt ein part av vatnorku, men hesi seinastu árini tykist tað, sum áhugin er størri fyri vindorku. Hetta fyrst og fremst tí vindorkan er bíligari at fáa til vega enn vatnorkan. Og júst nú er nakað hent á økinum. SEV hevur fingið rætt til at seta seks vindmyllur upp á Eiði, sum tilsamans framleiða 18 megawatt og Magn hevur fingið loyvi at seta vindmyllur upp í Flatanhaganum, sum eru 18 megawatt. Til samanberingar kann sigast, at tær vindmyllurnar, sum standa omanfyri Havnina eru tilsamans 13 megawatt. So her hendir nakað, sum ikki bert er tos. Ája! Nýggja samgongan er farin til arbeiðis og fyrsta orðaskifti er um fíggjarpolitikkin. Uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár er lagt fram og nakað av orðaskifti hevur verið, men eftirsum fíggjarlógaruppskotið bert er ein framskriving av galdandi fíggjarlóg, so eru ongi politisk signal at síggja í uppskotinum. Tað orðaskiftið kemur helst eftir at uppskotið hevur fingið viðgerð í fíggjarnevndini. Ein eykajáttanarlóg er løgd fram, sum vísir eitt hall uppá 115 milljónir krónur. Hon elvdi til meira kjak millum andstøðu og samgongu. Við øðrum orðum er skilið tað sama, sum tað plagar at vera. Ája! Fyri fyrstu ferð síðani Oyggjar­ leikirnir vóru í Føroyum í 1989, leikar føroyska flogbóltslandsliðið hjá monnum á heimavølli hetta vikuskiftið. Grønland, Skotland og Ísland koma at vitja. Føroyska landsliðið fær høvi at vísa føroyingum, hvør dugur er í teimum og um vit hava flutt okkum nakað. Vit hava bert einaferð vunnið gull og tað var, tá ið Oyggjaleikirnir vóru í Føroyum. Og meðani vit eru við ítróttin mugu vit nevna, at endin á landskappingini í fótbólti nærkast. KÍ ella B36 liggja til at vinna, men alt bendir á, at endaliga avgerðin ikki fellur fyrr enn hesi bæði liðini á seinasta leikdegi hittast í Gundadali. Ein verulig FM-finala. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? At arbeiðsloysið í Føroyum var 1,3 prosent í juli 8-13 m/s