hósdagur 3. oktober 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 114
5
Fáa eftirlit at breksáttmáli
verður hildin
– Tað er týðandi, at vit eisini fáa ein stovn,
sum kann fylgja við, at sáttmálin innan
brekøkið verður hildin, sigur Jenis av Rana,
landsstýrismaður við uttanríkis- skúla- og
mentamálum, sum varar av málsøkinum
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
Í
nýggja samgonguskjalinum
stendur millum annað:
“Talsfólk til borgarar við
tørvi vegna brek ella sjúku
verður sett í starv í samráð við
Megd”.
Hetta er sostatt ein av ítøkiligu
orðingunum, ið er komin við í
samgonguskjalið, sum var eitt
ynski frá einum áhugafelag.
Landsstýrismaðurin vísir á, at
tey í Miðflokkinum høvdu hetta
við í teirra valskrá og gleðist um,
at tað er komið við í samgongu
skjalið. Av tí at talan er eitt mál,
sum hevur við ST at gera, er tað
uttanríkisráðið, ið varar av mál
inum.
– Hetta minnir um stovnin
Løgtingsins umboðsmann, sum
eisini hevur eina eftirlitsuppgávu.
Møguligt vit kunnu skipa hetta á
líknandi hátt. Eg skal á fund við
Megd í komandi viku, og tá fara
vit at tosa nærri um, hvussu hetta
skal skipast, sigur Jenis av Rana.
Stuðul og vegleiðing
til foreldur
Tað er Elsebeth Mercedis Gunn
leygsdóttur, landsstýriskvinna
við almannamálum, sum hevur
ábyrgd av sáttmálanum.
– Vit ynskja at veita foreldrum,
sum eiga eitt barn, ið ber brek
ella hevur álvarsliga sjúku, stuð
ul, vegleiðing og hjálp. Fleiri for
eldur standa í truplari støðu og
avbjóðingarnar eru stórar í ger
andisdegnum. Har ynskja vit at
gera nakað, so tey fáa vegleiðing
og stuðul, hvørjir møguleikar
og hjálp eru at fáa, sigur nýggja
landsstýriskvinnan.
Hon vísir á, at tað til dømis er
krevjandi hjá foreldrum, ið hava
eitt barn við fjølbreki, ella hjá eini
ungari einsamallari mammu við
barni, ið ber brek ella hevur sjúku.
– Tað eru ikki øll børn, ið verða
fødd við breki ella álvarsligari
sjúku, men so kann ymiskt henda
á leiðini, sum ger, at umstøðurnar
broytast. Hesi eiga eisini at fáa
hjálp, sigur Elsebeth Mercedis
Gunnleygsdóttur.
Landsstýriskvinnan vísir á,
at málið skal viðgerast nærri í
Almannamálaráðnum og fundur
skal eisini vera við Megd.
Glað at politikarar nú vilja fylgja ST sáttmálanum
– Vit hava í fleiri ár ynskt, at Føroyar skal fylgja
grein 33 í ST-sáttmálanum, sum ásetir, at Føroya
Landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek,
fáa tey rættindi, ið eru ásett í sáttmálanum,
sigur Tóra við Keldu, forkvinna í Megd
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
Í
2009 tók Føroya Løgting
eimælt undir við ST-sátt
málanum innan brekøkið,
men tað hevur gingið meira
striltið at fylgja tí, sum sáttmálin
sigur. Nøkur mál eru sett í verk,
meðan annað hevur gingið meira
striltið.
Men nú er hetta við talsfólki
komið við í samgonguskjalið, so
nú vónar Tóra við Keldu, at meira
fer at henda inn hetta økið.
– Sáttmálin sigur, at skipast
skal fyri óheftum eftirliti, og tað
er hetta, ið vit hava eftirlýst. Í
Megd leggja vit upp til at seta í
verk sjálvstøðuga eind við einum
talsfólki, sum er politiskt óheft
við sterkum mandati og breiðum
serkunnleika. Talsfólkið kann tá
ráðgeva og koma við tilmælum,
sum styrkja kor teirra, ið bera
brek, við støði í serkønari vitan
um bæði ástøði og praksis í mun til
tjóðar- og altjóða mál og føroyska
lóggávu, sigur Tóra við Keldu.
Møguliga grønlendsk loysn
Forkvinnan vísir á, at tað er ikki
Megd, ið skal seta eitt talsfólk og
umsita uppgávuna.
– Megd er bara ein samskipan
av 24 áhugafeløgum, og vit hava
ikki fakligan førleikan at hava eft
irlitið. Tann grønlenska loysnin
kann hinvegin vera ein vegur at
ganga. Eg meini, at har tað er ein
stovnur undir landinum, ið tekur
sær av hesum. Har er ein juristur,
ið stendur á odda, og so eru trý
fólk afturat honum, sigur Tóra
við Keldu.
Hon vísir á, at talsfólkið eigur
at fylgja við, hvussu ST sáttmálin
verður settur í verk.
– Talan er um eftirlitsuppgávur,
ráðgeving, vegleiða viðvíkjandi
lógarsmíði og at vera ein rødd í
samfelagnum innan brekøkið,
sigur forkvinnan.
Framstig við
samskipandi eind
Forkvinnan í Megd vísir á, at neyð
ugt er at fáa eina góða loysn.
– Vit eru eitt lítið landi, og vit
mugu finna loysnir, ið passa til
okkara. Eg rokni við, at neyðugt
er við meira enn einum fólki at
gera uppgávuna. Vit mugu fáa
eina góða loysn. Vit vinna bara
við at hava eitt gott eftirlit, sigur
Tóra við Keldu.
Hon gleðist um, at politiski
myndugleikin vil gera nakað inn
an hetta økið.
– Seinasta samgonga fekk eina
Samskipandi eind at virka, sum
skal tryggja, at sáttmáli hjá ST
um rættindi hjá einstaklingum,
sum bera brek, virkar í verki á
øllum økjum. Øll málaráðini eru
umboðað í hesi eindin. Hetta var
eitt gott stig á leiðini. Nú mugu vit
eisini hava tað óhefta eftirlitið at
virka, sigur Tóra við Keldu.
Hon fegnast um, at tey nú
skulu á fund við landsstýrið í kom
andi viku.
Tóra við Keldu, forkvinna í Megd
Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- skúla- og mentamálum
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,
landsstýriskvinna við almannamálum