hósdagur 3. oktober 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 114
6
HALLUR AV RANA
S
onja Davidsen minn
ist væl løtuna á Lands
sjúkrahúsinum, ið bleiv
avgerandi fyri hennara
víðari lívsleið. Hetta var stutt
eftir, at hon sum tey flestu av
sínum javnaldrum var byrjað á
Studentaskúlanum í Hoydølum,
har nøkur stuttlig og lærurík ár
vóru henni í væntu.
Men júst sum hon var byrja
at læra hennara nýggju floks
felagar at kenna og koma inn í
tað stuttliga studentalívið í Dali
num Fagra, fekk nýggja tilveran
ein bráðan enda.
Einans 16 ára gomul fekk
hon staðfest tarmsjúkuna Mor
bus Crohn, so í staðin fyri at
sita í einum av flokshølunum
í Hoydølum og fordjúpa seg í tí
vitan, ið dalurin var heimstað til
í hálva øld, endaði hon í einari
sjúkrasong á Landssjúkra
húsinum.
Sjúkralegan merkti, at Sonja
Davidsen slepti lestrinum, men
hóast tað kann vera ein tung av
gerð hjá einari ungari kvinnu,
gjørdist tað kortini byrjanin til
ein nýggjan spennandi kapittul
í hennara lívi.
- Tá eg hevði verið innløgd í
tveir mánaðir á Landssjúkra
húsinum, hugsaði eg við mær
sjálvari: Nei, tá eg verði frísk
aftur flyti eg av landinum. Eg vil
sleppa at gera nakað við hesum
lívinum. Lívið er ov stutt at bara
sita í Føroyum og gera alt tað
sama, sum øll hini, sigur Sonja
Davidsen um løtuna, tá hon
valdi at fylgja sínum dreymum.
Kapping lat upp dyrnar
Um sama mundi, ið hon fekk
staðfest Morbus Crohn hevði
Sonja Davidsen luttikið í ein
ari vakurleikakapping, ið bar
navnið Miss Queen of Scandi
navia. Gjøgnum luttøku í kapp
ingini hevði hon fingið samband
við ymisk fólk innan vakurleika
vinnuna í Danmark, og vóru tað
hesi sambond, ið hon nú ynskti
at troyta.
So hóast foreldrini vóru alt
annað enn fegin um, at lata
ungu dóttrina fara av landinum
í strembanini eftir dreyminum
at arbeiða sum modell, fekk hon
sannført tey um, at hetta var tað
rætta stigið hjá henni at taka.
- Mamma og babba vildu ikki
hoyra talan um, at eg flutti av
landinum. Tey hildu slett ikki,
at tað var eitt gott hugskot. Men
eg hevði tvær vinkonur, ið flutti
til Keypmannahavnar um sama
mundi, so eg fekk sannført for
eldrini við, at eg flutti saman
við teimum, hóast eg hevði egna
íbúð, minnist hon aftur á.
Steðgurin í Danmark bleiv
kortini ikki langur. Sambondini
hon hevði innan vinnuna vísti
seg at halda, og skjótt fekk hon
bjóða uppgávur sum modell úti
í heimi.
- Eg flutti fyrst til Keyp
mannahavnar, men búði bara
har í tríggjar vikur, áðrenn eg fór
longur út í heim. Alt í alt hevði
eg íbúðina í Keypmannahavn í
tríggjar mánaðir, men var bara
har í tríggjar vikur, áðrenn eg
pakkaði viðførið og flutti til
Athen í Grikkalandi, sigur Sonja
Davidsen.
Tað var byrjanin til eina til
veru, har hon í heilum flutti
bústað, so hvørt sum hon fekk
bjóða ein nýggjan sáttmála
onkra aðrastaðni.
- Seinastu fimm árini havi
eg búð í Keypmannahavn, USA,
Tailandi, Grikkalandi, Italia,
Týsklandi og ymsa aðrastaðni
við. Í flestum støðum hevur
steðgurin verið millum fýra
mánaðir og upp í eitt ár, vísir
hon á.
Ein hørð vinna
Sonja Davidsen er kortini í dag
skjót á viðganga, at hon ikki
reiðiliga visti hvat tað var, ið hon
fór undir, tá hon flutti úr trygga
umhvørvinum í Miðvági, har
hon var vaksin upp, út í stóra
heim, har hon gjørdist partur
av eini beinharðari vinnu.
- Tað var ein øgiliga spennandi
tíð, men eg kastaði meg bara út í
tað, uttan at vita hvat tað var. Tí
tað var ein øgiliga hørð verð, og
eg lærdi skjótt at vera takksom
- Tá eg hevði verið innløgd í tveir
mánaðir á Landssjúkrahúsinum,
hugsaði eg við mær sjálvari: Nei,
tá eg verði frísk aftur flyti eg
av landinum. Eg vil sleppa at
gera nakað við hesum lívinum.
Lívið er ov stutt at bara sita
í Føroyum og gera alt tað
sama, sum øll hini. Tað sigur
23 ára gamla Sonja Davidsen,
íverksetari, vinnulívskvinna og
modell, um løtuna, tá hon valdi
at fylgja sínum dreymum
Sonja er í hesum døgum í Føroyum fyri at
halda fyrilestur um sína yrkisleið
Mamma og babba
vildu ikki hoyra
talan um, at eg
flutti av landinum.
Tey hildu slett ikki,
at tað var eitt gott
hugskot
SJÚKRALEGA
KVEIKTI LÍV
Í DREYMIN