Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 114 7 fyri alt tað, ið mamma hevði gjørt fyri meg, tá eg brád­liga skuldi klára meg sjálva, sigur hon við einum brosi. Frá tí hon var 17 ár til hon var 21 ár starvaðist Sonja David­sen burturav sum modell í ymsum londum og fyri ymisk klædnamerkir kring heim­in. Men harða vinnan og arbeiðs­ um­hvørvið byrjaði at tyngja ungu kvinnuna, og so líðandi byrjaði tankarnir um at standa á egnu beinum at búnast í huganum hjá henni. - Vakur­leikavinnan er ikki fyri veikar sálir. Tú hevur ikki nakað serligt at siga sjálvur. Tú stýrir ikki tíni egnu yrkisleið, men valdast alt av mótanum, rákinum, hvussu man skal síggja út, hvussu ein passar inn og hvør ynskir at brúka teg, sig­ ur hon og heldur fram. - Tað vil siga, at alt er treytað av hvat onnur siga og halda um teg. Man skal hava ein góðan um­boðsmann, kundin skal dáma teg og tú skalt passa inn í profilin hjá klædnamerkinum. So sum er modell er tað øgiliga lítið, ið tú kanst gera. Í staðin snýr tað seg rættiliga nógv um at vera heppin, um tú skalt koma nakran veg í vinnuni. Ikki sunt Eitt slíkt umhvørvi er eisini tyngjandi fyri tey, ið virka innan vinnuna, og var tað eisini tað, ið Sonja Davidsen sannaði eftir nøkrum árum. - Í longdini er slíkt ikki sunt. Eg eri glað fyri, at eg gjørdi tað og slapp at ferðast kring heimin sum modell, men tað er ikki nakað, ið eg tímdi at liva av í longdini. Aftaná trý ár hugsaði eg, at eg gjarna vildi hava mítt egna í staðin, sigur hon. Tað var serliga upp­liv­ing­ar­ nar av, at ikki verða sædd sum eitt menniskja, men heldur einans sum eitt ting, ið gjørdist ov nógv fyri ungu kvinnuna úr Miðvági. - Tá man kem­ur inn til cast­ ing, tosa tey um teg, sum um tú ikki ert eitt menniskja, men eitt ting. Tað er als ikki sunt at standa har, meðan tey tosa um hvussu tú sær út, um nøsin er ov stór, um tú ert ov kløn ella ov breið. Man skal hava harða húð, og tað er eitt stórt trýst at liva av sínari útsjónd, men man lærir nógv av tí, vísir Sonja Davidsen á. Dreymurin verður veruleiki Í 2015 gjørdi hon av álvara av ætlanini at standa á egn­ um beinum og byrjaði at arbeiða við at menna sítt egna klædnamerki, ið ger undir­ klæðir, svimjiklæðir og nátt­ klæðir til kvinnur. Men at byrja við ætlaði hon at fara aðrar leiðir. - Fyrst hugsaði eg at menna eitt merki innan sólbrillur, men aftaná at hava kannað mark­naðin ivaðist eg í, um tað var tað rætta, tí tað er ein avmarkaður marknaður. So í staðin valdi eg at kanna hvat fólk manglaðu. Sjálv manglaði eg undirklæðir, og helt tað var ringt at vita hvar eg skuldi keypa tey. Tað sum longu var á mark­naðinum passaði ikki serliga væl til mín stíl og so vóru eingin undirklæðir, ið høvdu ein miðalprís. Tað mesta var antin bíligt ella dýrt, sigur hon. Sostatt kundi hon staðfesta, at pláss var á marknaðinum fyri einum nýggjum merki, og kundi hon tí fara undir næsta stigið. Og júst tað, at kanna marknaðin væl og virðiliga, áðrenn hon fór víðari við hugskotinum, er nakað, ið hon viðmælir øllum, ið ynskja at byrja sítt egna. - Tá man byrjar nakað nýtt er týdningarmikið, at man kannar hvørjir kappingarneytarnir eru, og um tað yvirhøvur er pláss á marknaðinum fyri tí, ið man ynskir at framleiða, sigur Sonja Davidsen. Útbúgving ein forðan Tað kendist sum ein smeitur hjá Sonju Davidsen, tá ið hon sum 16 ára gamal gavst í Hoydølum vegna sjúku. Men nú sjey ár seinni er hon fegin um, at alt spældi av sum tað gjørdi. - Eg eri glað fyri, at eg onga útbúgving havi, tí tá eg byrjaði mína fyritøku sá eg ongar avmarkingar. Tað hevði eg ikki gjørt, um eg hevði eina útbúgving. Nú havi eg arbeitt við hesum í eina tíð, og veit av tí sama meira, men áðrenn sá eg ikki hvat lat seg gera ella ikki. Í staðin kastaði eg meg bara út í tað, tí eg ynskti at fáa tað at rigga. Nú eri eg eitt sindur meira varin, meðan eg at byrja við helt alt var møguligt. Á tann hátt var tað ein fyrimunur, at eg onga útbúgving hevði, sigur Sonja Davidsen. Hóast ungi íverksetarin ikki hevur nakra útbúgving frá einum miðnámsskúla ella hægri stovni, hevur hon mun­andi fleiri royndir frá vinnu­ni enn fleiri av hennara kapp­ingar­ neytum. Og tað hevur nakr­ar fyrimunir við sær. - Ein av mínum sterku síðum er, at eg havi eitt sterkt netverk frá mínari tíð sum modell innan vinnuna og veit hvat krevst fyri at fáa góðar myndir, vísir hon á. Og ikki kann sigast annað Eg eri glað fyri, at eg onga útbúgving havi, tí tá eg byrjaði mína fyritøku sá eg ongar avmarkingar. Tað hevði eg ikki gjørt, um eg hevði eina útbúgving. Nú havi eg arbeitt við hesum í eina tíð, og veit av tí sama meira, men áðrenn sá eg ikki hvat lat seg gera ella ikki. Í staðin kastaði eg meg bara út í tað, tí eg ynskti at fáa tað at rigga