hósdagur 3. oktober 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 114
8
enn, at tað hevur gingið væl hjá
fyritøkuni hjá Sonju Davidsen,
OW Intimates, síðan tað sá
dagsins ljós fyri trimum árum
síðan. Í løtuni verða vørurnar
hjá fyritøkuni seldar í yvir 20
londum og hevur eitt íløgufelag
júst keypt seg inn í felagið.
- Vit vóru upprunaliga trý
fólk, ið stovnaðu fyritøkuna,
men tann eini er júst keyptur
úr felagnum, samstundis sum
eitt íløgufelag hevur keypt ein
part, vísir hon á.
Tað er kortini ikki vanligt
innan vinnuna, at ein ung
kvinna á 23 ár er persónurin, ið
tekur avgerðina, og kemur tað
eisini onkuntíð óvæntað á fólk,
tá tey varnast, at tað er Sonja, ið
er vinnulívskvinnan.
- Eg havi verið heppin við, at
tey flestu sum eg arbeiði saman
við hava altíð tikið meg í álvara,
men tað kemur fyri, at man
møtir onkrum, ið verður bilsin,
tá tey síggja meg. Í síðstu viku
var eg í Turkalandi og vitjaði
ymiskar verksmiðjur. Tá eg so
kom á gátt at heilsa upp á hesar
eldru menninar, ið høvdu verið
í vinnuni alt teirra lív, hugdu
teir eitt sindur spyrjandi upp
á meg og væntaðu, at onkur
annar kom í hølunum á mær.
So enn verða fólk bilsin yvir, at
eg eri so ung, men sjálvstøðug
vinnurekandi, sigur hon.
Føroyar
Tað eru nú sjey ár síðan, at Sonja
Davidsen sat í eini sjúkrasong á
Landssjúkrahúsinum og tók
avgerðina, ið broytti hennara
lívskós. Nógv vatn er runnið í
ánna síðan tá, men hugurin at
flyta heim til Føroyar er ikki til
staðar.
- Føroyar verða altíð ein
partur av mær og fara aldrin frá
mær, men eg veit ikki, um eg flyti
aftur til Føroyar. Eg vitji oftani
oyggjarnar og leiti faktiskt nú
eftir einum húsum at keypa, tí
eg kundi hugsað mær at átt eitt
stað í Føroyum, tá eg eri á vitjan,
sigur Sonja Davidsen.
Í staðin fer næsta tíðin at
verða brúkt upp á at menna
fyritøkuna OW Intimates, og
møguliga eisini at seta gongd á
nøkur nýggj hugskot.
- Næsta stigið hjá mær er
at byggja upp á tað, ið eg havi,
og royna at gera okkurt gott
fyri onnur. Tað
kann faktiskt
væl vera, at
tað
næsta
verður okkurt,
i ð
h e v u r
samband við
Føroyar. Men
annars ynski eg
bara at fáa tað
besta burtur
úr lívinum og
gera tað, ið ger
meg
glaðan,
sigur vinnu
lívskvinnan.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Vakurleika
vinnan er
ikki fyri
veikar sálir,
sigur Sonja
Davidsen
Í síðstu viku var eg í
Turkalandi og vitjaði
ymiskar verksmiðjur.
Tá eg so kom á gátt
at heilsa upp á hesar
eldru menninar, ið
høvdu verið í vinnuni
alt teirra lív, hugdu teir
eitt sindur spyrjandi
upp á meg og væntaðu,
at onkur annar kom
í hølunum á mær. So
enn verða fólk bilsin
yvir, at eg eri so ung,
men sjálvstøðug
vinnurekandi