hósdagur 3. oktober 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 114
9
Hava góðan
útróður inni
á Fuglafirði
- Vit hava tikið ímóti fiski frá bátum, sum
hava fiskað á Fuglafirðri, og seinastu dagarnar
hevur hetta verið góður fiskur, sigur Kaj Otto
Frederiksberg hjá Norðfra í Leirvík, sum heldur, at
útróðrarfiskurin sum heild er vorðin heldur feitari
VILMUND JACOBSEN
S
einastu dagarnar hava vit
sæð sjaldsom fyribrigdi
ymsastaðni kring landið,
har nógvur toskur hevði
staðið næstan í klettin ella
bryggjuna.
Slík fyribrigdi hava verið at
sæð inni á Sørvági, og tey hava
eisini verið at sæð eitt nú inni
á Vestmanna og Fuglafirði, har
bátar hava gjørt góðar dagar.
Tað var í endanum av seinastu
viku, at menn byrjaðu at fáa tosk
stutt út fyri Pelagos-bryggjuni í
Fuglafirði, og seinni hevur eisini
verið toskur at fingið nakað long
ur úti á fjørðinum.
Vit mugu gita, at fiskurin leitar
eftir føði.
Somuleiðis mugu vit gita, at
fiskurin, sum teir innaru bátarnir
á Fuglafirði hava fingið, leitar eftir
føði.
Sosialurin skilir, at frárensl við
fiskaslógvi og vatni frá Pelagos-
virkinum liggur í røri nakrar
hundrað metrar úr landi og á
einum dýpi, sum er einar 25-30
metrar.
Vit hava eisini skilt, at frárensl,
sum kemur frá framleiðsluni hjá
Havsbrún, verður leitt út um
Ennið, tey rópa í Fuglafirði – og
út á streymasjógv.
Eisini her úti hava bátar fingið
tosk, sum hevur leitað sær undir
land.
Soleiðis, sum viðheftu myndir
vísa, ið eru tiknar hósmorgunin,
liggja hesa løtu einir 10-12 bátar
og fiska innari og ytri á Fuglafirði.
Avreiða í Leirvík
Kaj Otto Frederiksberg, sum starv
ast hjá Norðfra í Leirvík, sigur, at
tað eru dagar, har teir taka ímóti
nógvum útróðrarfiski.
- Vit hava eisini tikið ímóti fiski,
sum bátar á Fuglafirði hava fingið
hesar seinastu dagarnar. Í byrj
anini var fiskurin smærri, og her
var fiskur ímillum, sum var rak.
Men, seinnu dagarnar hevur fisk
urin verið størri, og hann hevur
eisini verið betri. Hetta er fiskur,
sum fyri tað mesta liggur um eini
3-5 kilo.
At síggja til er fiskurin, sum
bátarnir hava fingið hesar seinnu
dagarnar, ein heilt annar, tí hann
hevur eisini verið fullur í livur.
Kaj Otto Frederiksberg sigur,
at eini 23 tons av útróðrarfiski
komu upp á land í Leirvík seinasta
leygardag, og tá er hetta eisini
fiskur, sum er veiddur aðrastaðni
– umleið helmingurin veiddur við
snellu og hin helmingurin við línu.
- Av teimum, sum hava fiskað
á Fuglafirði, hava onkrir bátar
siglt til Leirvíkar at leggja fiskin
upp, og aðrir hava koyrt fiskin til
Leirvíkar. Bestu bátar á Fuglafirði
hava hesa vikuna ligið upp í eini
1200-1500 pund um dagin. So, hetta
er púrasta óhoyrt, og tað verður
spennandi at vita, sum tíðin gong
ur, hvat hetta sjaldsama fyribrigdi
merkir, heldur hann fyri.
Tað er nógv til
Kaj Otto Frederiksberg heldur tað
vera trupult at meta um tað, sum
í havinum livir.
- Men, eftir øllum sólarmerkjum
at døma er nógvur fiskur til. Fisk
urin roynir at fara har, sum føðin
er, og útróðrarmaðurin fer har,
sum fiskurin er, leggur Kaj Otto
Frederiksberg aftrat.
Á Havnaskrivstovuni í Fugla
firði veit Rólant Højsted at siga, at
tað eru menn, sum seinastu dag
arnar hava fiskað eini 3000-4000
pund tilsamans inni á Fuglafirði í
nakrar løtur.
Nærkast nú 800 skipum á Fuglafirði
Hetta verður helst triðja árið á rað, at talið av
skipum á Fuglafirði verður størri enn túsund
VILMUND JACOBSEN
Tað var í 2017, at Fuglafjarðar havn
náddi magiska talinum á 1000 skip
í einum ári. Hetta árið gjørdist
skipatalið nevniliga 1051, áðrenn
árið var úti.
Árið eftir – í 2018 – fór talið eis
ini upp um tey 1000, tí tá komu og
fóru tilsamans 1006 skip í Fugla
firði.
Aftur í ár er líkt til, at magiska
talið verður rokkið, tá vit koma
longur út á árið.
Rólant Højsted, havnameistari,
sigur, at í løtuni nærkast tey talin
um 800, tó at næstan tríggir mán
aðir eru eftir av árinum.
- Jú, tað bendir alt á, at 2019
eisini verður eitt ár við fleiri enn
túsund skipum.
Seinnu árini er bruttotonsatalið
eisini vaksið á hvørjum ári. Tað
merkir, at skipini, sum koma á
Fuglafjørð, eru vorðin størri og
størri.
- Ein orsøkin er, at fleiri stór
skip koma á Fuglafjørð at bunkra
nú enn áður, og haraftrat hevur
meira verið avskipað um bryggju
kantin, og í báðum førum er talan
gjarna um stór skip, sigur Rólant
Højsted.
Her liggja fimm bátar innari – og
fimm bátar ytri á Fuglafirði.
Myndin er tikin hósmorgunin
So nær Pelagos-bryggjuni lógu hesir tríggir bátarnir hósmorgunin