Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 114 10 Tað er ikki altíð greitt, hvør eigur ábyrgdina av teimum, ið detta niður ímillum í samfelagnum. Ein maður sat avdottin í regninum mikudagin, og hóast fleiri borgarar boðaðu løgregluni og sjúkraflutningstænastuni frá, slapp maðurin at sita úti í tríggjar tímar STEINAR PATURSSON E in borgari í Havn gjørdist fyrradagin rættiliga skelk­aður av framferðini hjá løgregluni og sjúkra­ flutn­ingstænastuni, tá hann gjørdi vart við, at ein maður var rætti­liga illa fyri í regninum í mið­ býn­um í Havn. Borgarin, sum vil vera ónevnd­ ur, sigur, at hann visti, hvør mað­ ur­in var. Maðurin hevði fingið ov nógv at drekka, og var avdottin á økinum aftan fyri gamla Føroya Banka í Miðbýnum. Tað, sum verri var, var at maðurin sat í koyristóli, og at hann var innlagdur á sjúkra­ hús­inum við skaða. Tá hann kom fram á mannin, hevði hann ligið har í ein tíma ella so, greiðir borgarin frá. Hetta visti hann, tí vinmaður hansara hevði sæð hann ligið har ein tíma framm­anundan. Boðini, ið hann fekk frá løgregl­ uni, vóru, at eftirsum at maðurin var innlagdur á sjúkrahúsinum, so var tað ikki ábyrgdin hjá løg­ regl­uni, sigur maðurin. Haraftrat segði løgreglan, at hon visti av, at maðurin lá har, tí at onnur høvdu eisini boðað frá. Sambært borgaranum vildi løg­reglan vera við, at tað var upp­ gáv­an hjá sjúkrahúsinum at fáa mann­in upp á pláss aftur. Men frá sjúkrahúsinum var heldur eingin hjálp at fáa. Tá hann fekk fatur á sjúkrahúsinum vóru boðini tey, at maðurin var sjálvur stungin av við einum koyristóli, og Landssjúkrahúsið hevði ikki heimild at halda honum aftur - og sostatt heldur ikki heimild at fara eftir honum uttan víðari. - Tað ljóðaði á teimum, sum tey vildu hava løgregluna at koyra mann­in út aftur. Eingin svaraði heilt konkret, tað bleiv so luftigt. - Tað, sum generar meg so nógv, tað er at tú letur eitt menniskja liggja soleiðis. Tað regnar allan dag­in, og har liggur hann í oys­ regni. Tá tú so ringir og boðar frá, og einki hendir, so veitst tú ikki hvat tú skalt gera. Um tú ikki kanst ringja til politiið, og tú ikki kanst ringja til ambulansuna, hvønn skalt tú so ringja til? Borgarin greiðir síðani frá, at hann helt tað ikki vera rætt, at mað­urin skuldi sita so­leiðis úti í regn­inum, tá sjúkra­flutn­ings­tæn­ astan ikki vildi koma eftir hon­um, so hann bað tey á sjúkra­hús­inum um at melda mannin fyri at hava stolið ein koyristól. Hesum varð tó bara flent eftir, sigur hann. Tá avtornaði hevði maðurin ligið í regninum í eini tríggjar tím­ar tilsamans, og tað gekk góð­ ur hálvurannar tími frá borg­ar­in ringdi til løgregluna, til sjúkra­flutn­ ings­tænastan var eftir mann­inum. Ikki skrásett í samdøgursfrágreiðingini Tað er ikki heilt greitt á løgreglu­ støðini, hvat er farið fram, men boð­ini vóru givin víðari til sjúkra­ flutningstænastuna um mannin. Trupulleikin er, at einki er skrásett í samdøgursfrágreiðingini hjá løg­regluni, og tí er torført at stað­ festa, hvussu tilburðurin fór fram. Vakthavandi frá fyrradegnum hevur gjørt greitt, at boð­ini vórðu givin víðari til sjúkra­flutn­ ingstænastuna um at koma eftir manninum. Løgreglan kendi til mannin og visti eisini, at hann var inn­lagdur á sjúkra­hús­inum. Har­ aftrat var hann rætti­liga tung­ur. Løgreglan metti, at or­sakað av skaðanum og vekt­ini var ráðiligast at lata sjúkra­flutn­ings­tænastuna at taka sær av manninum. Bjarni Nattestad, vaktarleiðari á løgreglustøðini, ásannar, at tað er ikki nøktandi, at tílíkir tilburðir og fráboðanir ikki verða skrásettar í samdøgursfrágreiðingini. Í samdøgursfrágreiðingini sær hann, at nógv var at gera hjá løg­regluni um tað mundið, men at hetta er kortini eingin um­ ber­ing fyri ikki at skráseta tær fráboðanir, ið koma inn. Eis­ini í hesum førinum skuldi frá­boð­an­ in, ella fráboðanirnar, verið skrá­ sett­ar. - Tílíkt eigur at vera skrásett. Tað eigur at verða skrásett, at fólk ringja um tílíkt. So plaga vit at notera, at vit hava verið framvið, og at vit hava antin ikki gjørt nakað, ella at vit hava koyrt hann á sjúkrahús ella í fullubrummu, ella hvat so hendir. Men hetta er so ikki skrásett, sigur Bjarni Natte­ stad. Bjarni Nattestad vísir víðari á, at hendir seg, at løgreglan fær nógvar fráboðanir inn á støðina í senn. Hóast tær allar ikki eru so álvarsamar, so merkir tað kortini, at tann, sum situr á støðini, hevur nógv at fáa skil á. Tá kann tað henda seg, at boðini verða givin víð­ari yvir radio, og arbeiðið á støð­ini heldur áfram, uttan at tað verð­ur skrásett í frágreiðingini. - Eg kann ikki útilukka, at tað ikki gleppur av og á - antin tí at vit eru upptikin við øðrum, ella tí at tann, sum fráboðar, ikki er nóg greiður, sigur Bjarni Nattestad. Nógvar slíkar fráboðanir Løgreglan fær so at siga hvønn dag fráboðanir frá fólki, ið hava funnið onkran, ið tey halda ikki vera føran fyri at ansa eftir sær sjálvum. Yvirhøvur er talan um fullar menn, sum løgreglan kenn­ir frammanundan. Vanliga manna­ gongdin hjá løgregluni er at senda ein løgreglubil framvið at hyggja eftir persóninum og gera eina met­ing, um viðkomandi er førur fyri at ansa eftir sær sjálvum, sig­ ur Bjarni Nattestad. - Meta vit tað, at viðkomandi klár­ar at taka sær av sær sjálvum, so gera vit faktiskt einki við tað. Men er tað soleiðis, at viðkomandi er í einum standi, sum ger, at hann ikki kann taka sær av sær sjálvum, so gera vit tað við viðkomandi, sum vit meta er tað rætta, sigur Barni Nattestad. Hvat verður gjørt, er alt eftir, hvørjar umstøðurnar eru. Onkuntíð verða tey koyrd á Her­bergið, onkuntíð í brummuna at sova rúsin av sær, og onkuntíð verða teir koyrdir heim. Politilóg Tilburðurin frá fyrradegnum vísir tó á ein trupulleika, har fólk á ein hátt detta ímillum í skipanini, og at tey sostatt enda við at sita úti í kulda ella regni longri enn neyðugt og gott er. Hevði tilburðurin farið fram í Danmark, hevði eingin ivi verið um, hvør framferðarhátturin hevði skulað verið, tí at í Danmark er ásett í løgreglulóg, hvørjar skyldur løgreglan hevur í tílíkum førum. Tílík løgreglulóg er ikki í Før­ oyum, og umstøðurnar eru sostatt eitt sindur annarleiðis. Bjarni Nattestad væntar tó, at hetta møguliga verður broytt við dagføringini av revsilógini og rættargangslógini, soleiðis at nýggj løgreglulóg verður partur av tí arbeiðinum. - Í sambandi við dagføring av revsilóg og rættargangslóg verða nakrar broytingar gjørdar, og nøkur donsk lógaramboð verða sett í gildi í Føroyum. Hetta er heilt á byrjanarstøði enn, og tað ber ikki til at siga, um tað kemur, ella nær tað kemur. Men tað er í øllum førum tað, sum vit tosa um. Tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá sjúkra­flutn­ ings­tænastuni. SAT Í REGN­INU Í TRÍGGJAR TÍM