Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 114 12 Árni Gregersen S amráðingar um nýggja polit­iska samgongu eft­ ir valið 31.august mill­ um Fólkaflokkin, Sam­ bands­flokk­in og Miðflokkin, snúðu seg í stóran mun um, hvus­su føroyska fiskivinnan skal skipast. Semja var millum teir tríggjar fyrr­verandi and­støðu­flokk­ar­ nar, at lógin um sjófeingi hevur nógv­ar broytingar fyri neyðini g tí er rættuliga væl nágreinað í sam­gonguskjalinum, hvat skal gerast. Tá ið málsøkini so vóru býtt millum flokkarnar, var tað Fólkaflokkurin, sum vildi sleppa at umsita fiskivinnuna og tá ið løgmaður tilnevndi lands­ stýrismannin á økinum, var tað Jacob Vestergaard úr Fólka­flokki­ num, sum fekk fiski­vinnu­mál. Málsøkið er als ikki nýtt fyri løg­reglumannin av Økrum. Hann hevur í fleiri førum um­ sit­ið málsøkið og kennir til tey mongu áhugamálini, sum eru í fiski­vinnuni. -Problematikkirnir í fiski­ vinnu­ni eru grundleggjandi teir somu, men lógin um sjó­feingi geva sjálvandi øðrvísi av­bjóð­ ing­ar, sum vit fara í gongd við at broyta, sigur Jacob Vestergaard, lands­stýrismaður. Ein partur av kjakinum um før­ oysku fiskivinnuna seinnu árini, hevur verið um tað er rætt, at útlendingar sleppa at eiga partaar av føroysku fiski­vinnu­ni. Eftir lógini um fyrisiting av sjó­feingi, skal hetta broytast. Teir útlendingar, sum eiga part­ ar av føroysku fiskivinnuni, skulu út innanfyri ávíst áramál. Men hetta er ikki í tráð við tað, sum hendan samgongan ætlar. -Nei, vit halda, at útlendingar skulu sleppa at eiga partar í før­ oysku fiskivinnuni, men ikki meira enn 25 prosent, sigur nýggi landsstýrismaðurin við fiski­vinnumálum, Jacob Vester­ gaard, úr Fólkaflokkinum. Hann leggur afturat, at sam­ gongan eisini er samd um, at teir útlendingar, sum eiga partar í før­oysku fiskivinnuni longu nú, skulu sleppa at eiga upp til tey 33 prosentini, sum teir høvdu loyvi til. Um føroyskan keikant Ætlanin er hjá hesi samgonguni, at allur fiskur framvegis skal um før­oyskan keikant. -Vit halda tað hevur týdning, at fiskurin, sum vit fáa, verður virðis­øktur í Føroyum. Tað er tað, sum gagnar føroyska sam­ felagnum best, sigur Jacob Vester­gaard. Hann leggur tó afturat, at helst verður lógin orðað soleiðis, at skipanin verður meira liðilig. Tað Tað liggur fast, at so at siga ong­in sleppur at fiska av ogn Før­oya fólks, uttanso at gjald verður latið fyri hesi rættindi. Landskassin hevur seinnu árini fingið 100-tals milljónir fyri fiskirættindi, men ein part­ur av hesum er komið inn gjøgn­um sølu av rættindum á upp­boði. Vinnan sjálv hevur góð­tik­ið, at hon skal lata eitt gjald fyri hesi rættindi, men hon hevur ikki verið nøgd við hvussu hesi rættindini eru ásett og vit hava fleiri ferð­ir hoyrt umboð fyri fiski­vinnu­na siga, at tey ynskja eina skip­an, sum ta, sum alivinnan hevur. Nýggjan samgongan er eisini klár yvir, at ein partur av tí, sum skal fíggja føroyska lands­húsarhaldið, eru til­ feing­is­gjøld og møguliga til­ feingis­rentan. Nýggj landsstýrimaðurin við fiskivinnumálum ásannar eisini, at hetta er so, men hann vísir á, at ein partur av hesum kanska er í skattaskipanini , sum fíggjarmálaráðið eigur at taka sær av. Umsetiligheit Ætlanin hjá hesum lands­ stýri­num er eisini, at tað skal bera til at selja rættindi millum privat­ar vinnurekandi. -Sjálvandi skal tað bera til at selja skip bæði við og uttan rætt­indi og tað ber sjálvandi eisini til at selja heil feløg, har skip við fiskirættindum fylgja við. Hetta gevur dynamikk í vinnu­ni, sigur hann. Í samgonguskjalinum stend­ur, at hetta skal bera til, men at so skattur skal gjald­ ast av slíkari sølu. Gjøld til tað almenna fyri at sleppa at fiska Føroyska fiskivinnan skal gjalda til tað almenna fyri rættindini at sleppa at fiska, men møguliga skal skattaskipanin broytast Útlendingar sleppa at halda fram í føroysku fiskivinnuni Sambært samgonguskjalinum, so sleppa útlendingar framvegis at eiga partaar í føroysku fiskivinnuni NÝGGI LANDS­ STÝRIS­MAÐURIN ER FARIN AT GERA LÓGARBROYTINGAR Í samgonguskjalinum hjá borgarligu samgonguni stendur, at fiskivinnan skal broytast – broytingarnar verða rættuliga ógvusligar