hósdagur 3. oktober 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 114
13
Seinastu fýra árini hava teir
tríggir flokkarnir Fólkaflokk
urin, Sambandsflokkurin
og Miðflokkurin, sitið í and
støðan.
Sjálvt um áralagið hjá sam
gonguni ikki altíð var av tí
besta, so eydnaðist henni at
halda saman øll fýra árini.
-Tað kann gott vera, at tað
gevur meira ábyrgd og krevur
meira arbeiði, men tað er altso
stuttligari at sita í meirluta
num enn í minnilutanum,
sigur Jacob Vestergaard.
Hann sigur eisini, at tá ið
ein situr sum landsstýris
maður ella er partur av
einari samgongu, so fylgir
ein teimum avtalur, sum
eru gjørdar. Ein umboðar
alt landið og tá ið ein er
landsstýrismaður, so er tað
eisini lógin um ábyrgd lands
stýrismanna ein skal fyri
halda seg til.
-Tað er eitt sindur øðrvísi
at sita í andstøðu. Tá kann
eina siga meir og stendur
meira ella minni einsamallur
inni fyri tí ein sigur, sigur
Jacob Vestergaard.
Nýggi landsstýrismaðurin
við fiskivinnumálum er 58 ára
gamal. Hann var fyrstu ferð
valdur á ting í 2008 og var
borgarstjóri í Sumbiar kom
munu frá 1993 til 2003 og í
2004. Hann hevur verið for
maður í Føroya kommunu
felag frá 2001 til 2003.
Í fleiri umførum hevur
hann umsitið fiskivinnumál
í landsstýrinum. Fyrstu ferð
frá 2003 til 2004 og síðani frá
2008 yil 2015.
Seinastu fýra árini sat
hann í andstøðu.
-Eg má viðganga, at fiski
vinnan fyllir rættuliga nógv
hjá mær. Seinasta valskeið
var eg limur í fíggjarnevndini
fyri at sleppa eitt sindur burt
ur frá fiskivinnuni, men tað
vísti seg, at eg fylgdi minst
líka væl við har, sum á øllum
øðrum økjum, sigur hann við
einum smíli.
Jacob Vestergaard er út
búgvin løgreglumaður.
Gott at sita í meiri
lutanum aftur
Tað er stutligari í politikki
at sita í meirluta, tí
tá fær ein ávirkan
vil siga, at tað fer at verða møguligt
hjá landsstýrismanninum at lata
undantaksloyvir, tá ið okkurt
serligt er áfatt.
-Vit síggja viðhvørt, at skip
liggja og bíða fyri at sleppa av
við pelagiskan fisk. Tað skal
sjálvandi ikki vera so. So mugu
skip sleppa uttanlands at av
reiða, fyri at fáa gongd á aftur,
sigur landsstýrismaðurin.
Hann vísir eisini á, at skip
kunnu fáa brek, so tey ikki fáa
siglt til Føroyar av fjarleiðum.
-Tá má tað eisini bera til at fáa
undantak til at landa aðrastaðni,
sigur landsstýrismaðurin.
Hann er tó rættuliga uppsett
ur uppá, at føroyskur fiskur skal
arbeiðast í Føroyum, tí virðisøk
ingin verður skapt, tá ið fiskurin
er komin uppá land í Føroyum.
-Vit eru matvøruframleiðarar
og ein stórur marknaður spyr
eftir matvørum. Sum polit
isk skipan eiga vit eisini at ar
beiða fyri, at vit fáa so góða
marknaðaratgongd
sum
møguligt allastaðni – eisini
fyri fisk, sum vit hava virkað í
Føroyum, sigur landsstýrismað
urin.
Tað fyrsta, sum hendan sam
gongan hevur sett sær fyri, er at
broyta sjálvan bulin í lógini um
fyrisiting av sjófeingi.
Tann broytingin er, at farið
verður frá einari uppboðs
skipan til eina loyvisskipan,
har loyvini verða latin við 10
ára uppsøgn.
-Hetta er neyðugt at gera
fyri at skapa tryggar karmar í
fiskivinnuni og gera, at tað fer
at bera til at endurnýggja før
oyska fiskiflotan, sigur lalnds
stýrismaðurin.
Eginkvotur
Kvotaskipan verður ikki innførd,
men ætlan er, at hvørt einstakt
skip fær sínar fiskidagar, sum
tey so sjálvi ráða uvir.
Hetta verður gjørt fyri at tey
sum reka skipini skulu hava so
góðar fortreytir sum til ber at
leggja sín egna fiskiskap tilrættis
og brúka fiskidagarnar, tá ið
mest fæst burturúr hvørjum
einstøkum degi.
Undanfarna samgongan
hevði upprunaliga eina ætlan
um at skifta frá fiskidøgum til
kvotur, men hendan ætlan var
slept – í hvussu so er fyribils.
Ein onnur stórbroyting er í
ætlanini hjá hesi samgonguni,
at nú skal fiskiloyvið aftur
knýtast at skipunum – ella sum
tað verður sagt millum manna –
loyvini aftur til stálið.
-Tað mest avgerandi er, at
vit skifta frá einari uppboðs
skipan til eina loyvisskipan.
Uppboðssølan av fiskirættind
um er ikki á nakran hátt til gagns
fyri fiskivinunna, sigur Jacob
Vestergaard, landsstýrismaður.
Arbeiða nú
Embætisfólkini í fiskivinnu
málaráðnum eru farin til ar
beiðis og eru í ferð við at gera
neyðugu broytingarnar í lógini
um sjófeingi.
Ætlanin er, at lógarbroyt
ingarnar koma fyri í tinginum
seinni í heyst ella í vetur og at
fyrstu broytingarnar fara at
virka tíðliga í komandi ári.
Fiskivinnulóggávan er rættu
liga torfør a t arbeiða við, tí so
stórir partar hanga saman á
ymiskan hátt.
-Men í løtuni sita tey við
sveittabrot og royna at finna
orðingar, sum kunnu brúk
ast og sum ikki geva óneyðug
ar fylgivirkningar, sum ikki
eru ætlaðir, sigur landsstýris
maðurin.