hósdagur 3. oktober 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 114
14
TEMA: Bíðilisti til vardar íbúðir
Bíðilistin til vardar
bústaðir nærum
tvífaldaður upp á tvey ár
Fleiri enn 150 fólk við serligum tørvi standa á bíðilista til bústað frá Almennaverkinum
í løtuni - og tað sær út til, at tað bara legst aftrat langa listanum
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
U
m tú hevur serligar lik
amligar, sálarligar ella
sosialar avbjóðingar
og tørvar bústað, eru
góð ráð dýr. Bíðilistin til vardan
bústað er nevniliga metlangur í
ár, og tí mást tú bara finna teg í
at vera í bíðistøðu, sum kann vera
upp til fleiri ár.
Í løtuni standa 152 fólk á bíðilista
til vardan bústað í Føroyum, vísa
tøl frá Almanneverkinum, sum
Sosialurin hevur fingið innlit í.
Hetta er næstan tvífalt so nógv
samanborið við hesa tíðina (3.
kvartal) fyri tveimum árum síð
ani - tá stóðu 84 á bíðilistanum.
Síðan fyrst í 2017 er talið av fólki
á bíðilista næstan bara verið vaks
andi fyri hvørt kvartal, vísa tølini
frá Almannaverkinum.
22 av teimum 152 fólkunum á
núverandi bíðilista eru í skipanini
og hava búpláss frammanundan,
men skulu flytast, millum annað
tí núverandi búpláss ikki er nøkt
andi. Hini 130 eru í løtuni uttan
fyri skipanina.
Tað eru serliga tveir høvuðs
bólkar, sum dominera bíðilistan.
Nógv hin størsti parturin eru fólk
við menningartarni og sálarsjúku.
56 á bíðilistanum hava menning
artarn, Down syndrom ella fjøl
brek, og 52 hava okkurt slag av
sálarheilsuligum avbjóðingum.
Aftrat hesum eru 35, sum hava
antin Aspergers syndrom ella
autismu, og so eru tað níggju fólk
við seinheilaskaða.
Um varda bústaðin
Endamálið við varda bústaðnum
er at skapa eitt heim, har borgarin
við neyðugari hjálp og stuðli kann
búleikast og liva eitt fyri hann
sjálvstøðugt, støðugt, innihalds
ríkt og virkið lív. Soleiðis lýsir Al
mannamálaráðið hetta slagið av
bústaði.
Vardir bústaðir eru at meta
sum bústaðir, sum er heim borg
arans ein stóran part av lívinum.
Orsøkin til, at heitið longur var
andi bústaður verður nýtt, er,
at persónar á vardum bústaði,
kunnu, eins og onnur fólk, fáa ein
so mikið stóran tørv, at hesin ikki
longur er hóskiligur, og tørvur
verður á at flyta til annan meira
hóskiligan bústað, ið t.d. er út
gjørdur at veita neyðuga røkt.
Vardir bústaðir, ið eru meira
varandi bútilboð verða skipaði við
heimild í § 32 í forsorgarlógini og
kunnu skipast sum búfelagsskapir,
sambýli og røktarbústaðir.
Bíðilistin til
vardan bústað hjá
Almennaverkinum
síðan 2017 (býtt
á kvartal):
1. kvt 2017
81
2. kvt 2017
82
3. kvt 2017
84
4. kvt 2017
104
1. kvt 2018
108
2. kvt 2018
124
3. kvt 2018
124
4. kvt 2018
139
1. kvt 2019
151
2. kvt 2019
150
Í summar:
152
Nýgjastu tølini býtt á diagnosur:
Menningartarn, Down syndrom, fjølbrek:
56 fólk
Sálarsjúka, ADHD, umsorganrasvík, tilknýtistrupulleikar:
52 fólk
Autisma, Asperger:
35 fólk
Seinheilaskaði:
9 fólk