Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 114 15 Tørvurin á vardum bústaðum fer bert at vaksa Hóast tað almenna hevur gongd í nøkrum verkætlanum, ið skulu gera nýggjar vardar bústaðir, gera hesar lítlan mun í samlaðu heildini. Og um havt verður í huga, at tørvurin á vardum bústøðum bert fer at vaksa komandi árini, stendur Almannaverkið fyri stórum avbjóðingum STEINAR PATURSSON - Tað er ein øgilig avbjóðing, sum stendur fyri framman. Tað sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, um tørvin á vardum bústøðum í Føroyum. Seinastu tølini frá Almanna­ verk­inum eru frá august mánaði, og sambært teimum eru 152 fólk á bíði­listanum til vardan bústað. 22 teirra eru frammanundan í skipanini hjá Almannaverkinum og hava bústað gjøgnum Almanna­ verkið. Tey skulu sostatt flytast í annað búpláss, tí at núverandi búplássið ikki er nøktandi - antin tí tey hava tørv á onkrum, ið er meira umfatandi ella onkrum, ið er minni umfatandi, vísir Edvard Heen á og leggur aftrat, at øll hini 130 fólkini á bíðilistanum hava bústað uttan fyri Almannaverkið. Á bíðilistanum er talan um 56 fólk við menningartarni, 52 fólk við sálarsjúku, 35 fólk við autismu og níggju fólk, ið hava seinheilaskaða, ið standa á bíðilistanum hjá Almannaverkinum til vardan bústað. Ov lítið legst aftrat Edvard Heen vísir á verkætlanina hjá undanfarnu samgongu, ið skuldi byggja nýtt barnaheim, autismuheim og tveir nýggjar vardar bústaðir aftrat á samanlagt 36 búpláss á tveimum deplum. Verk­ætlanin er eitt gott dømi um, at ov lítið av búplássum legst aftrat, tí í løtuni verður fyri tað mesta arbeitt við at dagføra um­ støð­urnar hjá teimum, ið eru í skip­anini frammanundan. Ætlanin um barnaheimið er slept, og nýggja autismuheimið, sum skal byggjast við Albert Hall á Argjum, fer ikki at økja um pláss­ini av bústøðum, tí at teir borg­ararnir eru longu í skipanini framm­ an­undan á øðrum búplássum. Aut­ismu­heimið er ein dagføring av verandi bústaðartilboði, har borg­ararnir verða fluttir í meira tíðar­hóskandi bústað, ið hevur tær umstøður, ið borgararnir hava tørv á. Samstundis verða heldur ikki nógv nýggj búpláss skapt í hinum báðum nýggju bústovnunum, sum skulu byggjast. Í verkætlanini eru 36 búpláss býtt út á tveir bú­ stovnar við 18 búplássum í hvørj­ um. Annar bústovnurin skal eft­ ir ætlan gerast í Reynstúni, men hann skal í høvuðsheitum húsa teim­um, sum í dag búgva á Eira­ garði. Hin bústovnurin er tann, sum er á Mýruni 4 og 6 í Havn. Har eru í løtuni tveir bygningar, sum skulu skræðast niður, og ein nýggjur skal setast upp ístaðin. Talið av búplássum á Mýruni frammundan var 11, og nýggi bústovnurin fer at hava 18 búpláss. Saman við bústovninum í Reyn­stúni verða millum 10 og 15 nýggj búpláss, men tað ger lítlan mun í samlaðu heildini. - Okkara trupulleiki er nógv størri enn til tær íløgurnar, sum fyri­ liggja. Tær íløgurnar, sum skulu bøta um bíðilistan, tær eru ikki komnar enn, sigur Edvard Heen. Tørvurin gerst størri Á Almannaverkinum vita tey ikki nágreiniliga, hví bíðilistin er voksin so nógv seinastu árini. í 2017 vóru 104 fólk á bíðilista til vardan bústað, men tað talið er í ár komið upp á 152. Men Edvard Heen vísir til grannalond okkara sum møguliga frágreiðing, har stórur vøkstur hevur verið innan psykiatriska økið. - Tað, sum vit síggja í granna­ lond­unum er, at har er stórur vøkst­ur innan psykiatriina. Tað er so hjá teimum, ið hava sálarsjúku og autismu, har tað hevur verið stór­ur vøkstur. Hyggja vit so eft­ir Føroyum, so er psykiatriin upp­raðfest, og fleiri hava fingið diagn­osu og eru sostatt komin í skip­anina hjá okkum. Edvard Heen vísir samstundis á, at fokusið í Føroyum hevur frá 1975 til fyrst í nullunum verið menn­ingartarn, og psykiatriin hevur ikki rættiliga verið á dags­ skrá fyrr enn í teimum seinastu 15 ár­unum. Vøksturin heldur áfram Edvard Heen sær ikki, vøksturin í tørvi á vardum bústøðum fer at hæsa av í næstum. Heldur væntar hann, at verandi gongd heldur áfram í nøkur ár aftrat. - Vit byrjaðu í 2018 at "screena" teir borgarar, ið eru á okkara rad­ ara, og sum eru í okkara skipan. So vit vita, hvørjir tørvirnir hjá teim­um ymisku borgarunum eru, og vit vita eisini, um hvørt tey hava tørv á bústaði. Vit kunnu siga, at komandi trý til fýra árini fara at vera í øllum førum 100 fólk, sum allarhelst fara at hava tørv á vardum bústaði aftrat teim­um, sum eru á listanum framm­an­ und­an. - Hetta er ein rættiliga stórur tørv­ur, sum stendur og bankar á dyrnar. Almannaverkið er ikki út­ rustað til tær avbjóðingarnar, sum standa fyri framman, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.