hósdagur 3. oktober 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 114
16
TEMA: Bíðilisti til vardar íbúðir
Neyðugt við fleiri byggi
verkætlanum í senn
Tað er ein trupulleiki, at tað eru ov fáir vardir
bústaðir til teirra, ið hava tørv á teimum. Neyðugt
er at projektera og byggja fleiri bústovnar í senn,
heldur Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, sum
samstundis vísir á, at bústovnarnir skulu taka atlit
til tørv og rættindi hjá teimum, ið skulu búgva har
STEINAR PATURSSON
Y
virhøvur saknar MEGD,
at tað almenna arbeiðir
við fleiri bústaðarverk
ætlanum í senn. Tóra
við Keldu vísir á, at seinastu fýra
árini eru 62 búpláss komin aftrat,
men at sjálvt tilgongdin til bú
plássini ofta er longri enn fýra
árini. Tilgongdin frá hugskoti
til projektering og til búfólkini
sleppa inn tekur ofta langa tíð,
heldur Tóra við Keldu.
- Meðan 62 búpláss eru komin
seinastu fýra árini, so er arbeiðið
við teimum búplássunum helst
byrjað áðrenn. Tað er eitt stórt
arbeiðið, sum liggur í at byggja
bústovnarnar, so tað tekur tíð.
Men samstundis sum vit hava
fingið 62 búpláss aftrat, so er bíði
listin voksin, og 62 pláss nøkta ikki
tørvinum.
Hetta sæst greitt aftur í tølun
um, sum Sosialurin hevur fingið
frá Almannaverkinum, ið vísa, at
frá fjórða kvartali í 2017 til í dag er
bíðilistin á búplássum vaksin við
einari helvt - úr 104 búplássum
upp í 152.
Fleiri løgd aftrat
Tað er ilt at siga nágreiniliga, hví
tørvurin á búplássum er voksin so
nógv upp á tvey ár, heldur Tóra
við Keldu. Hon sigur tó, at talan er
ivaleyst um, hvørji verða tald uppí,
og hvørji gera vart við teirra tørv
á bústaði.
- Eg trúgvi ikki, at talið á fólki,
sum hava tørv á búplássi knapp
liga er voksið. Tað man heldur
vera, at har eru onkur, sum áður
ikki eru roknað uppí, men sum nú
eru farin at gera vart við seg og
sum eru komin á bíðilistan eisini.
Her sakna vit almenn hagtøl um,
hvussu tørvurin sær út.
Umstøðurnar skulu
vera virðiligar
- Tað, sum er mest umráðandi, er
at øll hava virðiligar búumstøður.
Borgarin skal vera í miðdepli, og
umstøðurnar skulu vera til fyri
mun hjá tí einstaka, sigur Tóra
við Keldu.
- Um vit hyggja eftir ST-sátt
málanum, so sigur grein 19 um at
liva sjálvstøðugt og verða tikin
upp í samfelagið, at Føroya Lands
stýri skal tryggja, at fólk, ið bera
brek, eins og onnur, hava møgu
leika at velja, hvar og saman við
hvørjum tey vilja búgva. Her hava
Bústaðir verið við, har 5. hvør íbúð,
teir byggja, er rørsluvinarlig. Men
hetta nøktar á ongan hátt tørvin
hjá øllum.
Tóra við Keldu vísir á, at talan
má ikki vera um at byggja stórar
stovnar ella at miðsavna bústovn
arnar í stórum økjunum. Hetta er
ikki í samsvari við ST-sáttmálan
fyri teirra, ið bera brek, og Tóra
við Keldu vísir á depilin til børn
og ung við autismu sum ein góða
loysn.
- Depilin til børn og ung við
autismu, sum verður farið undir
við í næstum, er eitt rættiliga gott
dømi um, hvussu bú- og umlætt
ingarplássini skulu byggjast. Tað
er góð staðseting, tað er í sethúsa
umhvørvi, og tað eru ikki ov nógv
búpláss kroyst saman undir sama
tak og somu eind, sigur Tóra við
Keldu
Eisini byggja í
ringum tíðum
Ein partur av trupulleikanum
við búplássum er eisini, at tað
ikki verður bygt miðvíst. Í dag
eru góðar tíðir og trýstið á byggi
vinnuna er stórt, og tað verður
trupult at fáa til vega neyðugu
arbeiðsmegina til at seta bygging
ina í verk. Haraftrat verður kostn
aðurin hægri, og hetta er óneyð
ugt, heldur Tóra við Keldu, ið
sóknast eftir, at ein miðvís ætlan
verður løgd, soleiðis at búpláss eis
ini verða bygd í verri tíðum.
Fíggingin er alt ov lítil
Í sambandi við játtanarkarmarnar,
ið Kristina Háfoss, táverandi
landsstýriskvinna í fíggjarmálum,
legði fram í 2017, hevði táverandi
samgongu í huga at seta av 200
milliónir krónur fram til 2022 til at
bøta um bústaðarmøguleikarnar
hjá fólki við serligum tørvi í Suð
urstreymoy.
Ítøkiliga var talan um at byggja
nýtt barnaheim, autismudepil og
tveir bústovnar við 36 búplássum
samanlagt.
Allur bati bøtir, men neyðugt
er at seta upphæddirnar í saman
hang, heldur Tóra við Keldu.
- Fíggingin til vardar bústaðir
er ov lítil og má uppraðfestast.
Um vit hyggja eftir ætlanunum
hjá undanfarnu samgongu at seta
200 milliónir krónur av til ymsar
bústaðir, so ljóðar tað kanska av
nógvum. Men bíðilistin er nú 150
fólk, og tá røkka 200 milliónir ikki
langt. Um tú sammetir tað við set
húsaprísin