hósdagur 3. oktober 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 114
17
- Trupulleikin
verður bara
størri
- Hetta er eitt úrslit av, at økið er blivið forsømt í
so nógv ár. Bíðilistin til bústað er so langur, at tað
krevur alternativar loysnir fyri at fáa bíðilistan
niður, sigur Fía Petersen, forkvinna í Javna
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
- Øll vita, hvussu støðan er, og
politikararnir vita tað eisini.
Hetta er ikki ein trupulleiki, sum
hvørvur; tvørturímóti. Ger mann
einki við tað beinanvegin, so
verður trupulleikin bara størri.
Soleiðis sigur Fía Petersen,
forkvinna og dagligur leiðari í
Javna, sum er felagið hjá fólki
við menningartarni og familjum
teirra.
Hon finst at vantandi politisku
raðfestingini av bústaðarmøgu
leikum til fólk, sum hava serligan
tørv. Tí ein sera stórur partur av
teimum, sum beint nú standa á
bíðilista til vardan bústað, eru fólk
við menningartarni.
- Tað er absolutt ikki nóg gott,
at bíðilistin er blivin so langur.
Hetta er eitt úrslit av, at økið er
blivið forsømt í so nógv ár. Hetta
er yvirhøvur ikki blivið nóg høgt
raðfest av teimum nógvu undan
farnu landsstýrunum, sigur Fía
Petersen.
Ov lítið er gjørt
Forkvinnan í Javna sigur, at tað
verður ikki bygt nóg mikið av sam
býlum, búfelagsskapum og íbúð
um til fólk við menningartarni
samanborið við tann stóra tørvin,
sum er.
- Samstundis sum mann ikki
hevur bygt, so hevur mann eisini
latið nógvar bústaðir forfalla.
Mann hevur ikki sett nokk pening
av til at viðlíkahalda teir bústað
irnar, sum hava verið, og úrslitið av
tí er, at mann hevur verið noydd
ur at latið nógvar bústaðir aftur
og flyta fólk. Tað hjálpir sjálvandi
ikki upp á støðuna, sigur hon.
Mugu búgva hjá
foreldrunum
Sambært Fíu Petersen búgva tey
flestu fólkini við menningartarni,
sum í dag standa á bíðilista, heima
hjá familjum sínum. Summi eru
farin av landinum á skúla ella
líknandi, og nøkur fá ung eru
á eftirskúlanum Rásini. Flestu
teirra standa eisini á bíðilista til
bústað og koma mest sannlíkt at
búgva hjá foreldrunum, inntil tey
einaferð fáa sítt egna.
- Tað eru ikki nógv onnur tilboð
til tey, tá har ikki eru nakrir tøkir
bústaðir. Í onkrum førum hava
fólk búð á umlættingarstovni, um
støðan hevur verið heilt átroðk
andi, sigur Fía Petersen.
Endamálið við umlættingar
stovni er at lætta um hjá avvarð
andi. Men stóri tørvurin á bústaði
ger, at umlættingarstovnar eisini
mugu virka sum bústaðir, og
hetta setur trýst á virksemið á
umlættingarstovnunum, sum
annars eisini treingja til ábøtur
og viðlíkahald.
Bundin at tí almenna
At bíða og bíða uttan at vita, nær
mann kann rokna við at fáa egnan
bústað, fyllir sera nógv í gerandis
degnum hjá nógvum teirra, sum
standa á bíðilista í dag, leggja tey
merki til í Javna.
- Fólkini ynskja jú at koma út
og vera fyri seg sjálvan í sínum
egna bústaði, sigur Fía Petersen og
greiðir frá, hvussu stóran týdning
hetta hevur.
- Tey eru bundin av at fáa í boði
ein vardan bústað. Tey kunnu ikki
fara út á leigumarknaðin og finna
sær okkurt uppá sama máta, sum
flest onnur fólk kunnu. Sam
stundis hava tey ringar møgu
leikar at taka lán. Tí eru tey so
bundin at tí almenna, sum eigur
at syrgja fyri, at tað eru vardir bú
staðir til taks, sigur hon.
Mugu brúka
alternativar loysnir
Vónin hjá Javna er, at meira fokus
verður sett á at byggja munandi
fleiri bústaðir til fólk við tørvi.
Men at byggja er ikki nóg mikið,
halda tey.
- Tað er eisini neyðugt at hugsa
í alternativum loysnum. Bíðilistin
er so øgiliga langur, at tað krevur
alternativar loysnir fyri at fáa
bíðilistan niður, sigur Fía Peter
sen.
- Tað eru nógvar byggiverkætl
anir í gongd í løtuni, men sambýli
og búsfelagsskapir kundu eisini
verið partur av hesum verkætl
anum, sigur hon.
Fía Petersen vísir á, at ein loysn
kundi verið at tryggja teimum, ið
nú búgva í egnum bústaði, røttu
hjálpina.
- Sum nú er, fáa tey ikki ta
hjálpina, tey hava fyri neyðini, um
tey velja at búgva sjálvi. Um hesir
møguleikarnir vóru betri, og fólk
fingu møguleika at búgva í egn
um bústaði við hjálp, kundi tað
ivaleyst eisini fingið bíðilistarnar
niður.
Javni:
Fía Petersen, forkvinna og dagligur leiðari í Javna