hósdagur 3. oktober 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 114
18
Tey flestu sálarsjúku
kunnu búgva í
vanligum íbúðum
- Ein partur av teimum, sum nú
búgva á sambýlum, kann væl fara
út og búgva í vanligum íbúðum.
Men stóri trupulleikin er, at
mann fær ikki fólkini út aftur av
sambýlunum, sigur yvirlæknin
á psykiatriska deplinum
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
T
ormóður Stórá, yvir
lækni á psykiatriska
deplinum, heldur tað ikki
vera eina gongda leið at
fokusera so nógv upp á at byggja
vardar bústaðir og sambýli til fólk
við sálarsjúku. Hann sigur, at tey
flestu sálarsjúku, sum hava verið
innløgd á psykiatrisku seingj
ardeildini, saktans kunnu búgva
í vanligum íbúðum.
- Vit hava tørv á fleiri íbúðum
til fólk, sum hava sálarsjúku, men
tey allar flestu kunnu búgva har,
sum øll onnur fólk búgva. Tey
nýtast ikki at hava serligar íbúð
ir, har øll, sum eru líka sum tey,
búgva, sigur Tormóður Stórá, sum
yvirhøvur ikki er fegin fyri hug
takið “vardir bústaðir”.
- Har er okkurt stigmatiserandi
við hasum heitinum, sigur hann.
Tormóður Stórá meinar, at
mann kundi hjálpt teimum nógvu,
sum nú standa á bíðilista, uppá
aðrar og betri mátar.
- Tey, sum hava tørv á stuðli
og hjálp, skulu heldur fáa onkran
persón, sum kemur í teirra vanligu
íbúð at hjálpa teimum við nøkrum
tingum í gerandisdegnum. Her
er tørvur á onkrari skipan í
sosialpsykiatriini, sigur hann.
Fólk fáast ikki úr
sambýlunum aftur
Tormóður Stórá leggur dent á, at
hetta merkir ikki, at øll sálarsjúk
eiga at búgva í vanligum íbúðum.
- Tað eru nøkur, sum eru so
mikið illa fyri, at tey hava tørv
á at búgva eitt stað, har tað eru
starvsfólk antin alt samdøgrið ella
ein part av samdøgrinum. Men
tað eru í roynd og veru rættiliga
fá, sum hava júst hendan tørvin,
sigur hann.
Tí metir hann ikki, at tað er
tørvur á so nógvum sambýlum
til fólk við sálarsjúku.
- Ein partur av teimum, sum
nú búgva á sambýlum, kann
væl fara út og búgva í vanligum
íbúðum. Men stóri trupulleikin er,
at mann fær ikki fólkini út aftur
av sambýlunum. Íbúðarmynstrið
er soleiðis, at tað ikki ber til. Tað
merkir, at fólk vera búgvandi
á sambýlunum, sjálvt um tey
ikki hava tørv á tí, og tað ger jú,
at mann fær tørv á enn fleiri
sambýlum, sigur Tormóður Stórá.
Eingin stuðul fylgir við
Tó so standa so alt fleiri sálarsjúk
á bíðilista til vardan bústað frá
Almanneverkinum í dag.
- Ein stórur partur av orsøkini
til tað er, at tey ikki hava møguleika
at fara út og búgva í einari vanlig
ari íbúð og samstundis fáa tann
stuðulin, teimum tørvar har. Tá
tey ikki kunnu tað, so velja tey jú
hesa loysnina við vón um at fáa
okkurt av búgva í, sigur Tormóður
Stórá.
Fólk við sálarligari sjúku fáa
nevniliga, sum nú er, avmarkaðan
stuðul frá tí almenna.
- Um vit útskriva onkran her
frá, kann viðkomandi fáa ein
stuðul frá Almannaverkinum,
sum kemur heim til tey. Men tann
stuðulin er kanska í hægsta lagi 10
tímar um vikuna. Tað er sera lítið,
sigur Tormóður Stórá.
- Tí velja summi heldur at fara á
sambýli, so tey fáa stuðul 24 tímar
um samdøgrið. Millumtingini eru
ikki har. Tað skal heldur vera gjørt
soleiðis, at mann fær stuðul eftir tí
tørvinum, sum hin einstaki hevur,
sigur hann.
Leiðandi yvirlæknin samanber
problematikkin við eldrarøktina.
- Um tú ikki hevur eina nøkt
andi heimahjálp, sum kann fara
heim til tín alt samdøgrið, so ert
tú noyddur at koyra tey, sum hava
tørv á tí, inn á røktarheim. Tað vil
siga, at mann fer eitt stig hægri
upp enn neyðugt við at fara á røkt
arheim, tí hin møguleikin ikki er
til staðar í skipanini.
Í bíðistøðu á psykiatriska
deplinum
Tað er ofta, at tey, sum verða út
skrivað av psykiatrisku deild, ikki
hava nakað at búgva í, tá tey koma
út. Í løtuni eru tað eini 3-4 fólk,
sum ikki kunnu útskrivast, tí tey
hava tørv á meira enn einari van
ligari íbúð. Mann kann risikera at
vera innlagdur í eitt heilt ár, með
an mann bíðar eftir tilboði um
búpláss á sambýli.
- Orsøkin til tað er, at tey kunnu
ikki búseta seg í vanligari íbúð, har
mann bara hevur 10 tímar stuðul
um vikuna. Alternativið er tí at
søkja á sambýli, og tað tekur sína
tíð at fáa pláss har, sigur Tor
móður Stórá.
Hann vísir á eina aðra avbjóð
ing, tá fólk flyta inn í einhvønn
bústað, aftaná tey eru útskrivað.
- Ofta enda tey í einum kamari
í einum húsum við nógvum kømr
um. Tað er ikki tað besta, og tað
sæst aftur, tí summi blíva inn
løgd aftur aftan á eina tíð. Har
er kanska ov nógvur larmur
og annað, sum órógvar tey. Tað
mynstrið ger, at tað ofta gongur
nokkso leingi, áðrenn vit fáa fólk
útskrivað.
TEMA: Bíðilisti til vardar íbúðir
Tormóður Stórá:
Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni
á psykiatriska deplinum, finst at, at
ov nógv orka verður løgd í at savna
fólk við sálarsjúku saman á stovni