Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 114 19 Landið eigur at taka ábyrgd - Um ein hyggur eftir, hvat er bygt, so er tað rættiliga lítið. Her hugsa vit ikki bara um vardar bústaðir, tí bústaðartrotið og avbjóðingarnar raka øll. Men kanska serliga fólk við serligum tørvi og okkara málbólk: fólk við sálarsjúku, sigur Laura Apol, aðalskrivari í Sinnisbata PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO B ústaðarmøguleikar til fólk við serligum tørvi eiga at koma á pol­it­isku dagsskránna bein­an­veg­ in fyri at koma langa bíðilist­an­ um til vardan bústað til lívs. Tað meinar Sinnisbati, sum er áhuga­ felags­skapurin hjá teimum, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra. Sinnisbati ynskir, at tað verður raðfest soleiðis, at Bústaðir og Almannaverkið fáa fleiri ressours­ ir. - Uppgávan at byggja bústaðir og vardar bústaðir til menniskju við serligum tørvi verður nokk ikki átikin av einum privatum akt­ øri. Tað er ein kjarnuuppgáva, sum eg haldi, landið má taka á seg og taka ábyrgd fyri, sigur Laura Apol, aðalskrivari í Sinnisbata. Fleiri brúka sambýli sum neyðloysn Sinnisbati meinar ikki, at sambýli til sálarsjúk loysa trupulleikan, og tey vísa á somu avbjóðing við sambýlunum, sum Tormórður Stórá, yvirlækni á psykiatriska depl­inum, eisini finnist at. - Har eru nógv fólk í sambýlum, sum eru nóg væl fyri til at flyta út og fáa sær eina íbúð. Men í løtuni eru tilboðini bara ikki har. Sostatt er tað tíverri sera ofta soleiðis, at tá fólk búgva á einum sambýli, sum egentliga er ætlað sum eitt fyribils stað, so er einki annað stað at flyta til. Hvørki ein vardur bú­ staður ella íbúð ella hús. Tað merk­ ir so eisini, at har ikki eru pláss á sambýlum fyri fólk, sum veruliga hava tørv á akkurát einum slíkum tilboði, sigur Laura Apol. Aðalskrivarin vísir á, at tað hev­ ur fleiri avleiðingar fyri ein­stak­ lingin og avvarðandi, tá eingin bú­staður er tøkur. - Tað kann hava ta avleiðing, at fólk, sum hava tørv á sam­ býlis­plássi, ikki kunnu fáa tað, tí tey, sum búgva har, einki annað stað hava at flyta til. Tað kann eisini hava ta avleiðing, at tey av­varðandi standa einsamøll við ábyrgd­ini, sigur hon. Ov lítið raðfest Sinnisbati hevur í fleiri førum gjørt vart við síni ynski og gjørdi eisini eina valskrá upp undir løg­ tingsvalið í summar. Felagið metir ikki, at vardir bústaðir hava fingið nóg høga raðfesting frá politiskari síðu higartil. - Í roynd og veru eru eingir vard­ ir búðstaðir bygdir seinastu árini. Til dømis síggja vit, at ein nýhugs­ andi stovnur sum sambýlið Eyst­ an Heyg, ikki fær útslúsað fólk, meira sjálvbjargin tey gerast, tí ong­ir bústaðarmøguleikar eru úti í sam­felagnum, sigur Laura Apol og greiðir víðari frá: - Um ein hyggur eftir, hvat ítøki­ligt er bygt, so er tað rættiliga lítið. Her hugsa vit ikki bara um vard­ar bústaðir, tí bústaðartrotið og avbjóðingarnar raka øll. Men kanska serliga fólk við serligum tørvi og okkara málbólk: fólk við sálar­sjúku. Skal vera pláss fyri øllum Sinnibati vónar, at meira verður gjørt við bústaðarmøguleikarnar til fólk við serligum tørvi sum skjót­ast. - Vit vóna, at økið verður rað­ fest, tí sjálvsagt skal vera pláss fyri øllum í Føroyum. Eis­ini menn­iskj­ um við sálar­heilsu­trupul­leikum, sig­ur Laura Apol. Hon vísír á, at tað eisini eru røkt­arkrevjandi eldri við sálar­ sjúku, sum mangla búpláss og røkt­ar­heimspláss. - Vit ynskja ikki, at tey skulu hava eitt røktarheim sjálvi, men at tey blíva ein partur av einum verandi tilboði. Vit hava deildir fyri demensrakt, og so mugu vit eisini kunna rúma menniskjum, sum hava sálarsjúku, sum hava tørv á eldrarøkt, sigur Laura Apol. Sinnisbati: Laura Apol, aðalskrivari í Sinnisbata, heldur ikki, at nóg nógv er gjørt fyri at tryggja fólki við serligum tørvi bústað