hósdagur 3. oktober 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 114
20
TEMA: Bíðilisti til vardar íbúðir
Fleiri bústovnar
liggja í kort
unum, men
av ymsum
orsøkum
liggur arbeiðið
við trimum
teirra stilt.
STEINAR PATURSSON
T
ørvurin á vardum bú
staði í Føroyum er stór
ur, og í løtuni eru 152
fólk á bíðilistanum hjá
Almannaverkinum.
Í 2018 samtykti løgtingið fleiri
verkætlanir til vardar bústaðir í
Suðurstreymoy. Fýra bústovnar
skuldu byggjast: Ein bústovnur til
børn og ung við autismu, eitt nýtt
barnaheim og tveir bústovnar til
fólk, ið hava menningartarn.
Av teimum fýra verkætlanum
er bert ein, sum í løtuni koyrir
eftir ætlan. Hinar liggja stillar, tí
trupulleikar hava stungið seg upp
við kostnaðarmetingum og øðrum
viðurskiftum, og greiða skal fáast
á teimum trupulleikunum, áðrenn
farast kann víðari.
Alt hevur kortini ikki ligið stilt
seinastu árini, tí seinastu fýra árini
eru komin 62 búpláss og 18 um
lættingarpláss aftrat. Samstundis
kann Almannaverkið visitera
fimtu hvørja íbúð frá Bústøðum,
og arbeitt verður eisini at finna
fram til líknandi alternativar
loysnir, ið kunnu økja um talið
á vardum búplássum og soleiðis
minka um trýstið á bíðilistanum.
Nýtt sambýli ístaðin
fyri Eiragarð
Í 2018 samtykti Løgtingið at dag
føra ognina á Eirargarði fyri 30
mió.kr. Bygginevndin arbeiddi
við fleiri loysnum, men tað bar
ikki til at fremja ætlanina fyri 30
milliónir krónur. Tí varð í mei 2018
farið undir at fyrireika at byggja
eitt nýtt sambýlið, í fyrstu syftu
til búfólkini á Eirargarði.
Ætlanin er at byggja eitt sam
býli við 18 røktarbústøðum, felags
hølum og felags virksemi. Røktar
bústaðirnir skulu innrættast til
at veita nógvan stuðul og serliga
røkt. 12 av teimum 18 íbúðunum
hava stór vesi/baðirúm til tyngri
rørslutarnað, sigur Almannamála
ráðið.
MAP vann útbjóðingina og
hevur gjørt skipanaruppskot,
sum var handað í februar 2019.
Lógaruppskot við skipanarupp
skotinum, varð lagt fyri Løgtingið
í farnu tingsetu, men fall burtur.
Almannamálaráðið sigur, at í
verandi løtu er prosjekteringin
steðga, meðan málið verður fyri
reikað at leggja fyri Løgtingið
aftur. Gongur sum ætlað, og lóg
aruppskotið verður samtykt,
kann arbeiðið vónandi bjóðast út
í apríl 2020, og farast kann undir at
byggja í august 2020, so klárt verð
ur at flyta inn í september 2022.
Fyrireikingin til hendan bú
stovnin liggja tó stillar, meðan
fyrireikingarnar til hin stovnin á
Mýruni verða gjørdar.
Dagføring av
sambýlinum á Mýruni
Farið er undir at fyrireika bústovn
fyri fólk við menningartarni á
Mýrini í Hoyvík. Bústovnurin skal
koma ístaðin fyri tveir bygningar,
sum standa á Mýruni, og sum
hava virkað sum sambýli í nógv ár.
Eftir ætlan skal nýggja sam
býlið hava 18 búpláss býtt út á
tríggjar eindir.
Skipanaruppskot varð handað
6. september 2019. Sambært tíðar
ætlanini skuldi arbeiðið bjóðast út
í mars 2020, og farast skuldi undir
at byggja í apríl 2020, soleiðis at
klárt varð at flyta inn í mei 2022.
Nú er tó greitt, at metti kostn
aðurin, frá tá lógaruppskotið
varð gjørt, er ov lágur. Sambært
skipanaruppskotinum verður
kostnaðurin umleið 38 milliónir
krónur, men tað er greitt, at neyvi
kostnaðurin er ikki kendur, fyrr
enn verkætlanin er boðin út, og
avtalur eru gjørdar við arbeiðs
takarar.
Av tí sama er verkætlanin í løt
uni steðgað.
Bygging av nýggjum
Barnaheimi
Í desember 2017 legði táverandi
landsstýriskvinna fram upp
skot til løgtingslóg um at byggja
barnaheim í Tórshavn. Lógarupp
skotið varð ikki samtykt, áðrenn
tingsetan endaði, og tí varð nýtt
lógaruppskot lagt fram í sept
ember 2018. Fleiri orsøkir vóru til,
at uppskotið ikki varð samtykt.
Millum annað var ivasamt, um
kostnaðarmetingin fór at halda,
og harumframt skuldi fáast greiða
á viðurskiftunum kring ognina á
Pedda við Steingøtu, har barna
heimið heldur til í løtuni.
Lógaruppskotið varð ikki sam
tykt, áðrenn tingið fór í summarfrí
í summar. Óvissurnar kring kost
naðarmetingina saman við tí, at
val skuldi útskrivast á ólavsøku,
høvdu við sær, at táverandi
landsstýriskvinnan, Eyðgunn
Samuelsen, gjørdi av at heita á
bygginevndina at gevast við ar
beiðinum at byggja nýtt barna
heim.
Í uppskotinum til verklagslóg
um at byggja barnaheim í Tórs
havn varð mett, at projektering
og bygging fór at kosta 65 milli
ónir krónur. Tá skipanarupp
skotið varð liðugt á vári 2019 varð
samlaða metingin av byggikostn
aðinum komin uppá 136 mió.kr.
Støða skal takast til hvussu
arbeiðast skal víðari við verkætl
anini at byggja barnaheim, sigur
Almannamálaráðið.
Bú- og umlættingarheim
og virknistilboð til børn
og ung við autismu
Av teimum fýra byggiverkætlan
unum til vardar bústaðir, er tað
bert bústovnurin til børn og ung
við autismu, sum gongur eftir ætl
an.
Byggingin fevnir um tríggjar
eindir; ein búeind við seks bú
plássum; ein umlættingareind
við seks umlættingarplássum; og
einari virkiseind til áleið 16 børn
og ung, sum koma til ymiskt frítíð
arvirksemi.
Almannamálaráðið sigur, at
sambært tíðarætlanini verður
arbeiðið boðið út 19. november í ár,
og farið verður í gongd at byggja
14. apríl næsta ár. Klárt verður at
TRÍGGJAR AV
VERKÆTLANU
LIGGJA STILLA