hósdagur 3. oktober 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 114
22
Fara nú at
skera sild
í Leirvík
Gongst, sum ætlað, byrja tey
mánadagin at skera norðhavssild
í bitar á Tavuni í Leirvík, og her
verða væntandi eini 30 fólk til
arbeiðis næstu tveir mánaðirnar
VILMUND JACOBSEN
H
etta verður triðja árið
á rað, at tey á Tavuni
í Leirvík fara at skera
norðhavssild. Sildin
verður fyrst flakaskorin, og síðan
verður hon skorin í bitar.
Sildabitarnir verða síðan latnir
í tunnur, har teir verða kryddaðir
eftir ávísari uppskrift.
Tavan í Leirvík hevur samstarv
við svenska fyritøku, sum hevur
drúgva siðvenju við sild, sum
verður latin í gløs.
5000 tunnur
Joen Magnus Rasmussen, stjóri í
Tavuni, sigur, at virkið í ár hevur
sáttmála við svensku fyritøkuna á
5000 tunnur, sum er eitt væl størri
tal, enn tá samstarvið um sildina
byrjaði.
- Tað er norðhavssild, sum vit
snakka um, og nú eru tað skip, sum
fáa sild. Tí er ætlanin hjá okkum
– um alt gongur væl – at byrja at
virka sild longu mánadagin kom
andi.
Hann sigur, at tey fara at arbeiða
við tveimum vaktum, meðan silda
vertíð er, og virkið fer at taka ímóti.
- 15 fólk verða á hvørji vaktini.
Fyrra vaktin arbeiðir frá klokkan
08 til 16 og hin seinna frá klokkan
16 til midnátt.
Stjórin sigur, at soleiðis verða
30 fólk knýtt at sildaframleiðsluni
í heyst, og hann sigur seg vóna,
at tað fer at eydnast teimum at
kunnu arbeiða sild allan oktober
og allan november.
Eingin upsi
Arbeiðið á Tavuni er soleiðis
skipað, at gulllaksavertíð er frá
umleið hálvum apríl til nakað út
á heystið, og tá so henda vertíð er
liðug, plaga tey á virkinum í Leir
vík at arbeiða upsa.
Soleiðis hevur eisini verið í
heyst, eftir at gulllaksavertíðin
var liðug.
- Vit hava nú síðan umleið hálv
an august arbeitt upsa, men tað
gera vit bara til og við í dag, nú vit
fara at leggja okkum eftir at gera
burtur úr sildini.
Joen Magnus Rasmussen sigur,
at tá tey so eru liðug við sildina,
verður aftur lagt um til fram
leiðslu úr upsa.
Meira næsta ár
Stjórin í Tavuni sigur, at tey í gull
laksavertíðini í ár tóku ímóti til
samans 8.300 tonsum, og hetta er
nakað minni enn undanfarna ár.
- At nøgdin av gulllaksi var minni
í ár, hevur nakað við reguleringar
á gulllaksamarknaðinum at gera,
men vit vænta, at nøgdin verður
nakað størri aftur næsta ár, leggur
stjórin, Joen Magnus Rasmussen,
aftrat.
Trupult at siga hvat nú verður
- Vit høvdu eina líknandi støðu
í 2003 við nógvum toski inni
við land, men tað er ikki vist, at
tað sama hendir nú, sigur Petur
Steingrund, fiskifrøðingur
VILMUND JACOBSEN
Tað er nógv til av toski, men tað er
lítið til av nebbasild, sum toskur
etur.
- Nebbasild er týdningarmikil
føði hjá toski. Hon heldur í høv
uðsheitum til í einum dýpi, sum
liggur millum 50 og 150 metrar.
Tá nógv er til av nebbasild, heldur
toskurin seg fyri tað mesta, har
nebbasildin er.
Tað sigur Petur Steingrund,
fiskifrøðingur.
Hann vísir á, at tá lítið er til av
nebbasild, fer ein størri partur av
toskinum úr tí økinum, har nebba
sildin annars var.
- Tá fer ein partur av toskinum
móti landi, og ein annar partur
leitar sær longur út.
Fiskifrøðingurin sigur, at tá
nógvur toskur er inni við land,
kann hetta hava ta avleiðing, at
tað verður lítið av smáum toski
sum yvirlivir.
- Av hesi orsøk gerast útlitini
fyri toskastovnin verri, enn tey
annars høvdu verið, um viður
skiftini vóru vanlig.
Hann vísir á, at vit høvdu eina
líknandi støðu við toskinum í
2003.
- Tá fingu vit eina røð av vána
ligari tilgongd í fleiri ár – uttan, at
eg yvirhøvur skal siga, at tað verð
ur tað sama, sum nú fer at henda.
Men, tað eru dømir um, at hetta
er hent áður, og at tilgongdin eftir
eitt slíkt fyribrigdi er lítil, sigur
Petur Steingrund, fiskifrøðingur.
Aftan fyri Ingvar Joensen á Tavuni eru tunnur
fullar av kryddaðum sildabitum
Her verður sildin skorin til flak…
… og her verður hon skorin í bitar