Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 114 23 MINNINGARORÐ Góði Kári! Eg vil við hesum fáum orðum, lýsa teg sum menniskja og fáa sett orð á tær kenslur, eg siti eftir við, nú tú er deyður av hervisligu sjúkuni ALS. At síggja ein vælvaksnan og lívs­glaðan mann verða tærdan upp eftir hálvtannað-ára sjúkra­ leðu, er nakað, sum eg aldri fari at gloyma. Tað kennist so mein­ ings­leyst, at tú skuldi lýða so nógv tína síðstu tíð. Tú visti, hvat sjúkan gjørdi við teg, tí tú hevði í tínum yrki, verið í samband við hesa sjúku og var hendan vitanin við tær, sum ein ring áminning um, hvat tað fór at enda við. Eg havi sálmaheftið frá tíni jarð­arferð, frammi á eini hill í køk­ini og síggi eg títt fitta smíl, sum eg minn­ist teg best. Altíð var tú líka sint­ur at vera saman við. Eg kann lýsa teg, sum ein glaðan, raskan, hjálp­saman og dugnaligan persón. Øll okkara børn kallaðu teg fyri Kára-gubban hóast tú bert var gubbi til Elin Súsannu, sum nú eigur fittu Emmu, hana eg veit tú hevði verið góður við. Tú hevði eitt serligt tekki til børn, við tínum fitta og róliga sinni. Tú legði eina stóra æru í at klára teg sjálvan. Tú var tann fyrsti av tínum vinmonnum, sum bygdi sær hús. Somuleiðis var tú eitt akker fyri tína nærm­ astu fam­ilju. Bert tveir mánaðir áðrenn tú fekk staðfest sjúkuna, var tú á tekj­uni hjá okkum og gjørdi ein lítl­an skaða aftur. Tú var altíð til reiðar at hjálpa, tá eg heitti á teg. Tú var eitt álit har tú var. MEN kári góði, lívið er und­ arligt. Tað er ikki alt vit skilja. Vónandi fáa vit svarið ein dag. Anja og tú eiga tveir fittar dreingir, sum tú var so góður við og stoltur av. Gjøgnum teir, koma vit altíð at minnast teg og skulu vit eisini minna teir á, hvør pápi tú var. Tína síðstu tíð áðrenn tú gjørdist sjúkur, sóust vit í Havn, har tú búði saman við Tórunn. Tit hugnaðu tykkum saman við eitt nú at ferðast. Tað dámdi tú væl. Tú kom í eina ringa støðu nú tú var vorðin sjúkur og visti, at tú hevði stutta tíð eftir. Tú av­ gjørdi, at flyta aftur til Tvør­oyri fyri at vera saman við synunum. Eg havi størstu virðing fyri tann stuðul og tí umsorgan, sum tú, góða Anja saman við syn­un­ um Kjartan og Marnar, góvu Kára, nú hann sat hjálparleysur og kundi hvørki tosa ella ganga, tíans­heldur flyta ein fingur. Hóast tað, funnu tit ymiskar mátar, at samskifta tykkara mill­um. Hetta kann bert lata seg gera við størstu nærlagnu, tol­semi og virðing fyri hesa til tíðir vónleysu støðu. Tað er við hávirðing, eg og nógv onnur vótu vitni til. Kári hevði ynski um, at liva sína síðstu tíð í heiminum hjá tykkum og tað settu tit alt annað til viks fyri, at hetta ynski skuldi uppfyllast. At tú góði Kári hevði nógvar vinir og var ein væl dámdur mað­ur, sást aftur til tína jarð­ arferð. Ei stórur hópur av fólki fylgdu tær á tínu síðstu ferð. Hvíl í friði góði Kári. æra verði títt minni. Í hjartanum goymd­ur og í minninum aldri gloymd­ur. DIANA Alivinna í BC, Canada, steðgað í 2025 Kári Thomsen Stjórnin í Canada, við Justin Trud­ eau á odda, hevur gjørt av, at øll laksaaling í opnum nótum í land­ spartinum British Columbia skal verða burtur seinast í 2025. Ali­ vinnan hevur tá einans lokaðar skip­anir á landi ella sjónum at dúva uppá. Og orsøkin til hesa avgerð er einføld, nevniliga at verandi ali­ vinna í opnum nótum ikki er burð­ar­dygg á nakran hátt, men nið­ur­lagar javnvágina millum menn­isku og náttúru. Í fleiri áratíggju hevur can­ ad­iski lívfrøðingurin Alexandra Norton barst fyri at verja um villa laksastovnin við vesturstrond Canada, og fult stuðlað lokalu íbúgv­unum í teirra ynskum, at villi laksa­stovnurin skal verjast móti fullk­omnari oyðing. Canadiska stjórnin og vanligi borgarin er just hesa tíð vitni til, at eingin laksur kemur í áirnar at gýta, og av somu orsøk reika grizzly bjarnir runt fram við áir og strendur og leita eftir føði. Støð­an er blivin so hættislsig at fólk av eintingum lata fisk til um­ hvørvis­felagsskapir, ið bera hesar út í økini har bjarn­in­ar vanligt halda til hesa árstíð. Lívfrøðingar meta at nógvar bjarnir ikki fara at klára vetrarhálvuna, verri enn so, og vilja doyggja í hungri. Og sama kan roknast við fyri fugla­sløg sum ørnina, ið eisini hev­ur sítt beiti har bjarninar halda til. Alivinnan í British Columbia og felag teirra BC Salmon Farm­ ers Association er, sum roknast kann við, í øðini, og vísir til ætl­ an­ina hjá Justin Trudeau, sum ver­andi oyðandi og uttan atlit til vís­indi og fakta kring alivinnu, og at úrslitið vil hava neiligar bú­skaparligar avleiðingar fyri gott 7.000 fólk innan vinnuna. Og somu sjónarmið síggjast frá al­ment settum ”handlangarum” til ali­vinnuna, ið royna at sáða mangl­andi vísindaligt trúvirði í álvar­somu støðuna – at villi laks­ ur­in hvørvur og at djór, ið í øldir hava havt laksin sum megin føði, nú eru illa avstaðkomin. Alifeløg í BC hava toyggja seg sum best hevur borið til í nógv ár, og er talan um Mowi, Cermaq og Grieg Seafood. 5 aliøki er longu nið­urløgd, og mugu Mowi og Cerm­aq steingja onnur 17 aliøki, pakka sekkin ella leggja um til lok­ aðar skipanir. Neilig árin frá ótálmaðari og óskipanarligari alivinnu á hav­um­ hvørvið, næst eisini djór á landi, og ikki minni sjófugl og annan fugl, vil hava við sær eina støðuga og áhaldandi niðurlaging á alt lív­ frøði­liga margfeldni í sjónum. Vit síggja nú prógvini, sum ávarað hevur verið um, at sjúka í sloppn­um alilaksi smittar villan laks og annan fisk við. ILA vísti seg at mutera til smittsama og sjúku­elvandi virus, ið ikki letur seg steðga sum t.d. virus í flog­ fegn­aði ella svínaframleiðslu. Sama sæst eisini við PD-sjúkuni, at hon smittar villan laks, og kann hava álvarsasmar avleiðingar á laksa­stovnin í Norðurhøvum, ið sigst verða farin niður í eina helvt. Í Noreg og Skotlandi er sera illa statt við laksafisksiskapi í áunum, og er orsøkin alleina óskipaða og illa dálkandi alivinnu fyri at takka. Hesar dagar er toskur at fáa út fyri fóðurframleiðaranum Havs­ brún og við alibrúkini á fjørðinum. Og orsøkin sigst verða manglandi føði har ein partur av toskinum dreg­ur til havs, meðan annar part­ ur kemur inn á firðir og sund og mesk­ar sær í alilaksafóðuri. Seiðin, tann edeliga fisk, hevur ali­vinnin gjørt til junk-food, ið kett­an ikki eingang vil eta. Og nú kunnu fólk so fáa sær reyðlittan tosk fitaður upp á eitrað GMO soya og rapsolju. Burðardygga menning og ST-heims­mál um burðardygga umsiting og menning av havtil­ fingið? Slíkt kann einans Regin Jacobsen, Bakkafrost, og politiskir og alment settir handlangarar tulka sum burðardygd, meðan van­ligi borgarin væl dugir at skyna millum shit og kanel. Í Noreg og Skotlandi er sera illa statt við laksafisksiskapi í áunum, og er orsøkin alleina óskipaða og illa dálkandi alivinnu fyri at takka