Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-03, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 2019síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 114 24 Óli Jacobsen Óli Jacobsen J ohn Goodlad er ein føroyavinur burt­urav. Hann kom til Føroya fyrstu ferð fyri 40 árum síðani sum ungur lesandi. Síðan tá hev­ur hann havt ein stóran leiklut í het­lendsk­ ari fiskivinnu, millum annað um leið­ari í hetlendska fiskimanna- og reiðara­felagn­ um. Í hesum sambandi hevur hann ofta verið í Føroyum, ikki minst tí hann hevur havt áhuga fyri viðurskiftini millum lond­ ini. Úrslitið av hesum áhuga er bókin The Cod Hunters, sum kom út í fjør, og sum eis­ini hevur verið umrødd í hesi røð. Bókin er um hetlendskan fiskiskap yvirhøvur við serligum denti á sambandinum við Før­oyar. Í august í ár var John aftur í Føroyum fyri at hava framløgu av bókini í ymiskum pláss­um í Føroyum, sum hann hevur havt ser­ligt samband við. Hetlendska Westward Ho Tað serliga var, at hann kom við “egnum” skipi. Hetta var Swan við manning, sum var 12 menn og tríggjar kvinnur. Swan er ein gamal sildabátur, bygdur fyrst í farnu øld, sum við íblástri frá okkara Johannu og Westvard Ho er settur í upprunaligan stand, og sum verður nýttur til skúlasigling og ferðir sum hesa. Hetta gjørdi vitjanina enn meira forkunnuga. John segði eisini, at vinningurin av bókini fór til raksturin av Swan. Swan fylgdi við til bygdirnar, har framløgurnar vóru. Tað lá tískil væl fyri hjá mongum at síggja hendan forvitnisliga bátin. Sjónvarpið vitjaði eisini og hevði eitt innslag í Degi og Viku. Swan hevur annars verið fyrr í Føroyum, tá var John eisini við. Meira kann lesast um Swan á heimasíðuni https://www.swantrust.com/ Framløgur um landið Skipað var fyri framløgu av bókini í trim­ um plássum, har John greiddi frá. Besti­ mað­urin á Swan, Maggie Adamson, sum er besti fiólspælari í Hetlandi, spældi het­lendsk løg, saman við dekkaranum Nath­alie. Hesi løg eru gjørd í sambandi við fiskiskapin undir Føroyum. Hetta gjørdi framløgurnar serstakar. Á hesum sam­ kom­um var møguligt at keypa signeraðu bókina. Fyrsta framløga varð tann 20. august í Finsen í Tórshavn. Tann 23. august var framløga í Listasavninum á Sandi. Orsøkin til framløguna á Sandi var, at John varð ein serligur vinur hjá Sofus Olsen, sum serliga er kendur fyri sítt listasavn. John vildi tí heiðra Sofus á henda hátt. Tann 24. august var framløga á Segl­ loft­inum á Tvøroyri. Orsøkin fyri at hava framløgu í gomlu hølunum hjá T.F. Thom­ sen var, at hesin handil hevði stóran leik­lut í hetlendska fiskiskapinum undir Før­oy­ um. Tað var her, at hetlendsku fiskimenninir keyptu brennivínið, sum teir smuglaðu til Het­lands, og sum gav teimum eina stóra eyka inntøku. Orsøkin fyri hesi smugling var tann, at með­an tað var høgur tollur á rúsdrekka í Het­landi var eingin í Føroyum, og slíkt til­ skund­ar altíð smugling. John hevur verið fleiri ferðir á skjala­ savn­inum hjá T.F. Thomsen at kanna hetta mál, og tí er gott grundarlag undir hesi søgu. Einki samstarv við tollararnar John svaraði eisini spurningum. Ein spurn­ ingur var, um einki tolleftirlit var í Het­ landi. Jú, víst var virkið tolleftirlit. Men tað vóru tríggjar meginorsøkir til, at so fáir av hesum smuglarum vórðu tiknir. Fremsta orsøkin var, at tolleftirlitið ikki hevði nakran sum helst stuðul ella sam­ huga millum fólkið í Hetlandi. Øll høvdu eitt ella annað samband við hesar fiski­ menn. Tað kundi vera sum ættarfólk og kenn­ingar ella sum keyparar av smuglaða rús­drekkanum. Øll vóru tøtt sum fløskan, so frá fólkinum fekst eingin hjálp. Ein onnur orsøk var, at fiskimenninir, áðr­enn skipini komu til sínar heimbygdir, funnu fjar og oyðin støð, har teir kundi krógva smuglaða rúsdrekka, til teir kundu finna okkurt høvi at koma eftir tí. Ein triðja orsøk var, at fiskiskipini ofta vóru betri siglarar enn skipini hjá toll­ vald­inum, so tað lá væl fyri at sigla undan teimum. Men onkur skip vórðu tikin, og tá fingu tey eisini stóra bót. Men hetta fekk so ikki steðgað rúsdrekkakeypinum í Føroyum. Ì fjør kom út bókin The Cod Hunters í Hetlandi. Nú í august kom rithøvundurin, John Goodlad, til Føroya at greiða frá bókini og sambandinum millum londini bæði SIÐSØGA THE COD HUNTERS ÚR HETLANDI Í FØROYUM Rithøvundurin á framløguni á Sandi Á framløgunum var eisini hetlendskur tónleikur sum hevði samband við fiskiskapin undir Føroyum. Her á Tvøroyri, har ein stórur partur av søguni er farin fram.