Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-03, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 2019síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 114 25 Komandi partur Í komandi parti byrjar ein frásøgn hjá Onnu Christiansen. Her verður eisini greitt frá pápa hennara, Johan Poulsen, og hansara ætt. Reiðararnir fingu einki burtur úr, men teir lótu tað um seg ganga, tí hetta kundi gera tað lættari hjá teimum at fáa manning. Ann­ars kundi tað henda, at fiskimenninir fóru í sildaflotan, har tað var meira at for­ vinna. Henda «vinnan» fór í søguna, tá ið frí­ hand­ilin av rúsdrekka varð avtikin fyrst í 20. øld. Nakað samstundis steðgaði het­ lendska sluppveiðan undir Føroyum. Blindur sjómansskúlalærari John hevði annars í sínum framløgum yms­ar áhugaverdar frásagnir og skal verða tikið í onkra av teimum. Eins og føroyingar hava sína sjó­mans­ skúla­søgu hava tey í Hetlandi eisini sína. Sum í Føroyum vóru tað eisini í Hetlandi upp­runaliga privatir persónar, sum góvu hesa frálæru. Tann kendasti var Haldane Burgess. Hann var tó ikki, sum vanligt var í Før­oy­ um, ein skipari. Hann var søgu­maður, yrkj­ ari, skrivaði skaldsøgur, spældi violin og var sosialistur. Hann var ein merkisverdur persónur í hetlendskari mentunarsøgu. Afturat tí var hann eisini blindur. Hann var so nógv virdur, at tá ið hann doyði í 1927 fekk hann eina almenna jarðarferð. Okkara kendi málmaður, Jacob Jacob­ sen, var væl kendur í Hetlandi, her hann ofta steðgaði leingi, meðan hann kannaði og skrivaði niður gamla norrøna málið í Het­landi. Hann búði ofta hjá Burgess, tá ið hann vitjaði í Lerwick. Teir vóru jú báðir menta­ menn frá hvør sínum øki, og høvdu nógv í felag at tosa um. Haldane Burgess átti eina systir, Hilda, sum var ógift. Jacob Jacobsen var sonur H.N. Jacobsen. Tað var kent í gamla bókahandli í Havn, at hann hevði eina gentu í Lerwick. John held­ur, at tað kann hava verið Hilda. Tað kom so ikki meira burtur úr tí og hvørki teirra giftust. Smakkaði fyrstu ferð kaffi við hetlendskari slupp Hesa søgu fekk John at vita, á ferð til Før­ oya úr Lerwick við Westward Ho saman við konu síni. Tað var lítið av vindi, og tað gekk seint. Tað vóru eisini druknir nógvir kaffikoppar. Ein av manningini var Heri Mørkøre, fyrrverandi landsapotekari. Heri er ein rættur skemtari, so eingin fekk møguleika at keða seg á hesi longu ferðini. Heri fortaldi fyri John, at abbi hansara, Jóannes Didriksen, hevði fiskað eina vertíð við hetlendsku sluppini Mizpah í 1882, tá ið hann var 16 ára gamal. Tann fyrsta dagin merkti hann ein merki­ligan lukt úr messuni. Tá ið hann fór nið­ur undir, fortaldi kokkurin honum, at hetta var nakað sum kallaðist kaffi. Abbin hevði tá ongantíð smakkað hvørki kaffi ella te. Men tað gekk ikki long tíð til bæði te og kaffi varð ein fastur part­ur av lívinum umborð á føroyskum skip­um. Sofus Olsen gjørdist vinur fyri lívið John greiddi frá, tá ið hann sum ungur les­ andi kom til Føroya saman við einum bólki av lesandi frá Universitetinum í Aberdeen. Tá kom hann at hitta Sofus Olsen av Sandi. Hann kundi fortelja ein hóp um het­ lendsk­an fiskiskap undir Føroyum. John hevði tá ikki so stóran áhuga fyri søgu, og var ovfarin av, at ein fremmandur skuldi vita so nógv um Hetland. Hetta var byrjan­ in til ein vinskap teirra millum í 35 ár. Næsta ferðin til Føroya kom í lag eina ferð Westvard Ho lá inni í Lerwick. John fortaldi onkrum av manningini, at hann vildi eina ferð sleppa aftur til Føroya. «Kom við okkum, vit hava tvær tómar koyggjur. Vit fara í morgin». Hetta var ov gott tilboð at siga nei til. Og konan kom við. Tey vóru við sum manning og máttu gera teirra part av arbeiðinum umborð. Pauli Ellefsen og William Martin Sum leiðandi umboðsmaður hjá het­ lendsku fiskimonnunum hevur John eisini verið í Føroyum í politiskum ørindum. Hann greiðir frá eini eini vitjan hjá Paula Ellefsen, tá ið hann var løgmaður. John var vanur at vitja leiðandi ráðharrar í EF-londum, har alt var so ógvuliga formelt og stílfult við embætisfólki og trygdarfólki. Men her í Føroyum var einki slíkt hóva­ sták. Her kundi nærum farast beinleiðis inn til løgmann. Tá ið teir vóru lidnir at tosa um tey mál, sum fundurin snúði seg um, kundi Pauli errin fortelja John, at tað var abbi hansara í Rituvík, sum hevði keypt sluppina William Martin úr Hetlandi. Tað var umborð á hesi slupp, at Pauli var byrjaður sína yrkisleið. Pauli segði, at tað var henda slupp sam­ an við so nógvum øðrum, sum hevði lagt grundarlagið fyri føroyska fiski­vinnu­sam­ felagið. Restin av fundinum fór við at tosa um sam­bandið millum Føroyar og Hetland. Týdningurin av hesum sambandi varð eisini undirstrikaður av Jóannes Paturs­ son, sum hevði eina røðu á einum fundi í ráð­húsinum í Lerwick í 1928. Mistu eisini fólk á sjónum Eins og føroyingar mistu hetlendingar nógv fólk á sjónum. Á hesum framløgum greiddi John frá eini av hesum sorgarsøgum. Hetta var, tá ið skipið Telegraph fórst. Skip­arin kallaðist James Smith, sum var ein dugnaligur fiskimaður. Í 1877, tá ið hann var 27 ára gamal, bjóðaði kendi keyp­mað­ ur­in og reiðarin Joseph Leaks honum at ger­ast skipari á Telegraph. Hetta var eitt av størri skipunum hjá fyri­tøkuni, og manningin var 14. Tað gekk væl. Hetta árið fingu teir 43.000 toskar, og teir vóru besta skip. Nú koma vit til september 1878. Teir fiskaðu undir Íslandi á triðja túrinum hetta árið, og tað hevði gingist væl. Teir riggaðu nú til at fara heim. Tá hendi tað, at ein onnur hetlendsk slupp, Gondala, fór á land í ringum veðri, men manningin varð bjargað. Tað varð avrátt at átta av hesi manning, skuldi fara heim við Telegraph. Eisini varð avrátt, at teir skuldu fylgjast heim við tveimum øðrum skipum hjá reið­ arínum. Meðan teir riggaðu til hesa longu heim­ ferð­ina, fór vindurin at vaksa. Tá vóru jú ong­ar veðurforsagnir, so tað var upp til skip­aran at meta um veðurlíkindini. Tað hevði gingist væl á túrinum, einki óhapp og nógvur fiskur. Ein, sum var við, var beiggi skiparan, Henry, sum var 24 ára gamal. Hann var komin við fyri annan bestamannin, sum var blivin sjúkur, beint áðrenn teir fóru avstað. Manningin var ung, teir flestu vóru undir 20 ára gamlir, og bara ein av øllum var giftur. Tað var rætti­ liga nógvur vindur av útsynningin, tá ið teir fóru at sigla. Teir høvdu ofta verið í verri veðri enn hesum. Men fyrstu náttina versnaði veðrið, og tað bleiv tung alda. Sýnið gjørdist eisini so ringt, at skipini ikki sóu hvørt annað. So hendi tað, sum eisini ofta hendi í Før­oyum. Fyrsta skipið, sum kom fram var Robert Kirkwood, sum var seinasta skipið, sum hevði sæð Telegraph. Skiparin undraðist á, at Telegraph ikki var komin fram. Tey bæði skipini, sum fylgdust við Telegraph komu eisini heim í øllum góðum, hó­ast tey høvdu havt eina buldrasliga heimferð. Tí skuldu vónir verið um, at Telegraph eisini kom fram. Men fyri hvønn dag, sum gekk, vaks stúranin fyri skipinum, og 14 dagar seinni hevði Shetland Times fráboðan um, at fólk stúrdu fyri Telegraph. Tá ið tvær vikur vóru farnar afturat, uttan at nakað frættist, mátti staðfestast í Shetland Times tann 11. oktober, at »tað er nú eingin vón fyri Telegraph. Hetta er ein dupultur sorgarleikur, tí átta menn frá Gondola vóru við umframt manningina á Tele­graph. Skiparan James Smith, 28 ára gamal, sum kom úr Whiteness var ein lovandi ung­ur maður». Sum tað sæst í hesi frásøgn hevur lagnu­søgan hjá hetlendingum verið nakað lík henni hjá okkum. Sum dømi nevnir hann, at fimm sluppir fór­ust í 1870-árunum. Sambandið við Hetland Henda bókin hjá John Goodlad er enn ein lýsing av sambandinum, sum hevur verið millum londini bæði. Tað er løgið, at vit hava havt beinleiðis samband heilt aftur til 19. øld og at nú einki samband skal vera. Tí er tað enn meira spell, at tað einki bein­leiðis ferðasamband kann vera. Hetta merkir, at samskiftið millum Føroyar og Het­land er ógvuliga avmarkað. Tað var fyri ein stóran part het­lend­ ing­um fyri at takka, at vit fingu Norrønu. Sjálvt um tað eru nýggir eigarar, kundu teir víst sína vælvild við t.d. at skipa fyri onkr­um snartúri til Hetlands. Hetta hevði utt­an iva fingið góða undirtøkur. Atlantic Airways flýgur fleiri ferðir um dagin yvir Hetland. Her mátti onkur møgu­ leiki verið fyri millumlendingum. Bókin The Cod Hunters er at fáa til keyps í teimum stóru bókhandlunum í Havn. Hon er eitt fittligt ískoyti til okkara egnu siglingarsøgu. Barrin hjá Thomsen á Tvøroyri, har nógvir hetlendskir fiskimenn hava vitjað. Hetlendskar sluppir so tíðliga sum í 1828