hósdagur 3. oktober 2019síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 114
26
TVINGSILS SØLA
Hósdagin 7. november 2019,
kl. 13.00 verður í Føroya
Rætti, C. Pløyensgøta 1,
rættarsali, VI, 100 Tórshavn,
hildin tvingsilssøla yvir
ognini matr. nr. 163 f,
bygningur nr. 1, Klaksvík,
bygningur á leigaðum
grundøki – Faktorsvegur 6,
700 Klaksvík – (AS nr.
2-11/2019).
Talan er um ein
vinnubygning á leigaðari
grund í tveimum hæddum.
Bygningurin stendur á
leigaðum grundøki og er
innrættaður soleiðis:
Veghædd: Durur við trappu
uppá miðhædd.
Framleiðsluparturin við
maskinrúmi, verkstaði,
frýstigoymslu og frystitunnil,
kølirúmi, umframt sjálvum
framleiðslu- og
móttøkuhølunum.
Harumframt eru 2
goymsluhøli, sum eru
útleigaði í løtuni.
Ovara hædd: Fyrra gongdin
við atgongd til eina
skrivstovu, fundarhøli, stórt
høli, ið verður nýtt til
goymslu, kantinu v/ køki og
smærri goymslyrúmi. Seinna
gongdin við atgongd til
skiftingarrúm, 4 vesi, 2
skrivstovur, stórt
goymslurúm og
trappugongd niður í
veghæddina.
Sambært tingbókini er
grundøkið matr. nr. 163 f,
Klaksvík, sum bygningurin
stendur á, 2.257 fermetrar til
víddar.
Tvingsilssølan er umbiðin av
Alfred Petersen, adv., Bøgøta
16, 100 Tórshavn, tlf. 351710
(mál nr. 29217), sum kann
geva nærri upplýsingar um
ognina.
Tvingsilssøluuppgerð kann
umbiðjast hjá nevnda
advokati ella hyggjast
ígjøgnum hjá Føroya Rætti.
Føroya Fútarættur,
tann 3. oktober 2019.
TVINGSILS SØLA
Hósdagin 24. oktober 2019,
kl. 10:00 verður í Føroya rætti,
rættarsali VI, C. Pløyensgøtu
1, 100 Tórshavn hildin
tvingsilssøla yvir ognina
matr.nr. 1581, Klaksvík (AS nr.
2-10/2019).
Talan er um grundøki við
ástandandi sethúsum í
tveimum pørtum. Sambært
tingbókini liggur ognin á
Skarðsvegi 5, 700 Klaksvík.
Sambært www.kortal.fo
liggur nýggjari parturin av
sethúsunum á Skarðsvegi 5,
meðan eldri parturin av
sethúsunum liggur á
Kráargøtu 25.
Sambært tingbókini er
grundøkið 429 m2 til
støddar.
Eldri parturin av húsunum er
innrættaður soleiðis:
Kjallari: Durur, 2 kømur, rúm
v/trappu uppá og fýrrúm.
Miðhædd: Inngongd, gongd
v/trappu uppá, køkur, stova,
kamar og wc.
Loft: Gongd, 2 kømur, 3 lítil
rúm og wc.
Nýggjari parturin av
húsinum er innrættaður
soleiðis:
Kjallari: Durur, gongd v/
trappu uppá, stova, kamar
og wc v/brúsu.
Ovara hædd: Lítil gongd,
køkur, kamar, stova við hurð
til altan.
Leigumál er í nýggjara
partinum av húsinum.
Húsini treingja til nýgerð og
viðlíkahald. Møguligur
keypari eigur sjálvur at
kanna húsini við serkønari
hjálp.
Tvingsilssølan er umbiðin av
Jógvan E. Ellefsen, adv., Yviri
við Strond 4, 100 Tórshavn,
tlf. 203040 (sak nr. 5839601),
sum kann geva nærri
upplýsingar um ognina.
Tvingsilssøluuppgerð kann
umbiðjast hjá nevnda
advokati ella hyggjast
ígjøgnum í Føroya rætti.
Føroya Fútarættur,
tann 3. oktober 2019.
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í búnum
eftir Ole Jacob Johannes
Friðjón Olsen, Giljavegur 1,
420 Hósvík, føddur tann
16.10.1936, deyður tann
16.08.2019, verða við hesum
biðin um innan 3 mánaðar
frá kunngerð av hesi lýsing
at boða frá og skjalprógva
krøv síni fyri undirritaða
skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Páll Nielsen,
Advokatvirkið, Skansavegur
1, 100 Tórshavn, vísandi til
sks.nr. 283/2019, saman við
frumriti av teimum skjølum,
sum krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 24. september 2019.
TVINGSILS SØLA
AV SKIPI
Týsdagin tann 26. november
2019, kl. 9:30 verður í Føroya
Rætti, rættarsalur VI, C.
Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn
hildin tvingsilssøla yvir
fiskiskipið M/B Karlamagnus,
havnakenningarmerki KG
179, kallibókstavir XPLV, BRT
24,60 og NRT 9,52.
Skipið er bygt í 1965 í
Klaksvík og er skrásett sum
heimahoyrandi í Klaksvík.
Fyrireikandi tvingsilssølu
fundur er ásettur at fara fram
í Føroya Rætti, rættarsalur IV,
C. Pløyensgøtu 1, 100
Tórshavn týsdagin tann 12.
november 2019 kl. 13.00, og
verður tann, ið metir seg at
hava veð ella onnur rættindi
í skipinum, innkallaður til
fyrireikandi
tvingsilssølufundin.
Tvingsilssølan er umbiðin av
Jógvan E. Ellefsen, adv., Yviri
við Strond 4, 100 Tórshavn,
tlf. 203040 (sak nr. 5798201),
sum kann geva nærri
upplýsingar um skipið og
sum nærri avtala kann gerast
við, um ynski er at síggja
skipið.
Áhugað kunnu eisini síggja
søluuppstilling og onnur
skjøl í sambandi við
tvingsilssøluna við at venda
sær til Føroya Rætt, tlf.
311003 (sak nr. AS
220012/2019).
Føroya Fútarættur,
tann 30. september 2019.
TROTABÚGV
Í trotabúnum Sp/f Farrago,
Bøgøta 18, 350 Vestmanna,
skrás. nr. 6510, sks. nr.
3-31/2019, verður einhvør, ið
hevur krøv biðin um,
skrivliga at venda sær til
bústjóra, advokat Óla Jákup
Kristoffersen,
Advokatskrivstovan,
Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, j.nr.
20190522, innan 4 vikur eftir
at hetta er kunngjørt, og
boða frá hesum krøvum,
uppgjørd við møguligum
rentum á trotadegnum tann
13. september 2019.
Skjalprógvan fyri krøvunum
og makaskjal av fráboðanini
skulu sendast við.
Tað verður innkallað til
skiftifund fríggjadagin tann
6. december 2019, kl. 9.45, í
skiftirættunum, C.
Pløyensgøta 1, Tórshavn, at
royna fráboðaði krøv og
møgulig onnur krøv. Ein listi
við krøvunum og við
tilmælum bústjórans og
fráboðanum liggja til
eftirskoðan í skiftirættinum 2
vikur innan skiftifundin.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 2. oktober 2019
TROTABÚGV
Við avgerð tann 30.
september 2019, er Sp/f
Kirsten og Stig Adzer
Jørgensen, c/o Numo,
Smyrilsvegur 20, 100
Tórshavn, skrás.nr. 6304, sks.
nr. 3-83/2019, komið undir
trotabúarviðgerð eftir
áheitan, ið er móttikin í
skiftirættinum tann 24.
september 2019.
Sum fyribils bústjóri er settur
advokatur Óla Jákup
Kristoffersen,
Advokatskrivstovan,
Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, j.
nr. 20190447.
Tað verður innkallað til
skiftifund til val av bústjórn á
skrivstovuni hjá
skiftirættinum, C.
Pløyensgøta 1, Tórshavn,
fríggjadagin tann 25.
oktober 2019, kl. 12.00.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 30. september 2019
Størv hjá Vestmanna Kommunu
Hesi størv hjá Vestmanna Kommunu eru leys at søkja:
Námsfrøðingur
Søkt verður eftir námsfrøðingi til dagstovnaøkið í Vestmanna Kommunu at byrja
skjótast til ber.
Starvið er 40 tímar um vikuna, men møguleiki er eisini at arbeiða niðursetta tíð.
Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Morið A. O. Gardy, leiðara, á tlf. 770 134.
2 reingerðarfólk
Søkt verður eftir tveimum reingerðarfólkum til Vestmanna Kommunu at byrja sum
skjótast.
Annað starvið er í Látipípuni. Arbeiðstíðin er 10 tímar um vikuna. Arbeitt verður
gerandisdagar í dagtímunum.
Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Morið A.O. Gardy, tlf. 770 134.
Hitt starvið er í Vestmanna Skúla. Starvið er tíðaravmarkað fram til summarfrítíðina
2020. Arbeiðstíðin er 20 tímar um vikuna, umframt kvøldreingerð umleið 3. hvørja viku.
Fá meira at vita um starvið við at ringja til Helga Finn Poulsen, tlf. 770 197.
2 arbeiðsfólk til fríðkan v.m.
Søkt verður eftir tveimum arbeiðsfólkum til fríðkan v.m. hjá Vestmanna Kommunu at
byrja skjótast til ber.
Annað starvið
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. tilrættalegging og skráseting av uppgávum á økinum,
fríðkan og sláing av gøtum og øðrum kommunalum økjum, aðrar fyrifallandi uppgávur
hjá kommununi.
Talan er um fulltíðarstarv.
Meira fæst at vita um starvið við at ringja til arbeiðsformannin, tlf. 770126.
Hitt starvið
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. fríðkan og sláing av gøtum og øðrum kommunalum
økjum, aðrar fyrifallandi uppgávur hjá kommununi.
Talan er um fulltíðarstarv.
Meira fæst at vita um starvið við at ringja til arbeiðsformannin, tlf. 770126.
Arbeiðsfólk
Søkt verður eftir einum arbeiðsfólki til Vestmanna Kommunu at byrja skjótast til ber ella
sambært avtalu.
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. at arbeiða í toymi, sum tekur sær av dagliga
viðlíkahaldinum og nýgerðum í bygdini, kavagrevstur og salting.
Talan er um fulltíðarstarv og verður lønt sambært sáttmálanum millum
Starvsmannafelagið og KAF, ella millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya
Arbeiðarafelag, um tann, ið settur verður, ikki hevur viðkomandi útbúgving.
Meira fæst at vita um starvið við at ringja til arbeiðsformannin, tlf. 770126.
Les meira um størvini hvør sær á vestmanna.fo
Vestmanna Kommuna
fyrst og fremst
www.in.fo
DREYMASTARVIÐ
FINNUR TÚ Á