leygardagur 11. desember 2004síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 238 - 11. desember 2004
27
KONSERT
Farna sunnudag var ein av
teimum mongu jólakonsertunum,
sum verða hildnar kring landið, í
ítróttarhøllini á Kambsdali.
ÍF, sum skipaði fyri konsertini,
hevði fingið MC Restorff, SALT
og Petsi Tvørfoss at spæla til
konsertina, og hetta vísti seg at
verða ein sera góð blanding av
føroyskum sangarum.
Signar á Brúnni, sum er fyrr-
verandi landsstýrismaður, men
sum nú er farin upp í kommu-
nualpolitikk í Fuglafirði, var
frásøgumaður, og tað dugdi hann
væl.
MC skemtaði
MC Restorff fekk heiðurin at
byrja konsertina, og hann var
sera væl upplagdur. MC dugir
sera væl at framføra, og hóast
hann til tíðir kann tykjast nakað
beskeðin, so liggur í honum
einum framúr góður og tryggur
performari.
MC greiddi frá, at hann hevði
ikki spælt so nógv á konsertum
seinnu árini, men at hann alíka-
væl vildi sleppa til Fuglafirðar at
spæla. Fuglfirðingar høvdu
nevniliga givið honum eina konu
fyri nógvum árum síðani, og
hann helt, at tað var enntá
nevndin í ÍF, sum hevði gjørt tað.
Signar á Brúnni heilsaði seinni
frá núverandi nevndini í ÍF, at
slíkt fingust teir ikki við longur...
Spældi og prátaði
MC Restorff spældi nakrar
sangir einsamallur á klaver, og
tað var ikki sum fyrr, tá ið hann
plagdi at hava góða hjálp afturat
sær.
MC helt fyri, at tá ið stórir
menn sum Ólavur á Váli og Kári
Svensson vóru á pallinum saman
við honum, kendi hann seg ikki
einsamallan. Nú stóð hann púra
einsamallur har á pallinum við
sínum ljómborði, og tað kendist
øðrvísi. Til seinasta sangin fekk
hann tó hjálp frá Bárði á Lakjuni
og Poulu Jespersen, sum sungu
saman við honum.
MC bæði spældi og sang væl,
og hann hevði valt góðar og
hóskandi sangir til konsertina.
Tað er ein fragd at hoyra MC
syngja, og nú hann fer at leggja
bakkan frá sær á Hotel Hafnia, er
tað bara at vóna, at hann fer at
servera meira tónleik til føroy-
ingar.
SALT roynist væl
Sangbólkurin SALT, sum herfyri
gav sína fyrstu fløgu út, kom
síðani á pallin. Hetta eru ungfólk
úr Eysturoynni, sum fyri nøkrum
árum síðan funnu saman í bólk-
in. Tey hava verið meira og
minni virkin hesi árini, men
seinastu tíðina hava tey verið
nógv frammi.
Og tað er ikki so løgið, tí tey
syngja fantastiska væl. Eitt er at
spæla eina fløgu inn, men at fara
á pallin og geva ein so góða live-
framførslu er enn betri.
Tey sungu sangir av nýggju
útgávuni og høvdu eisini onkran
jólasang við. Og spurningurin er,
um ikki salt er eitt ov beskeðið
navn til ein sangbólk, sum hevur
nógv meira krút í sær.
Petsi í selskapi við tær
stóru
Sogkvinnan Petsi Tvørfoss fekk
heiðurin at spæla seinasta, og tað
megnaði hon sera væl.
Tað kann tykjast eitt sindur
misvísandi, at Petsi av fyrstan tíð
kom fram í danska Grand
Prixnum, tí tann einstáttaði
tónleikastílurin har er als ikki
nakað, sum hon er løst fast í.
Petsi er ein framúr góð og
fjølbroytt songkvinna, og
hesaferð sang hon sangir hjá
kendum aljóða songstjørnum
sum Bonnie Raitt, Celine Dion
og Mariah Carey, og tað vóru
ikki minst sangirnir hjá Carey,
sum eydnaðust sera væl.
Afturat sær á pallinum hevði
hon manningina í bólkinum
Showmonnum, og teir vóru sum
vanligt væl fyri. Trummuspæl-
arin James Olsen royndi enntá at
peppa áhoyrarafjøldina eitt
sindur upp.
Føgur er foldin fór til beins
Eftir at Petsi hevði sungið sínar
sangir, endaði konsertin við
einum eykasangi, har allir
sangararnir vóru aftur á pallin-
um.
Føgur á Foldum varð latin í
nýggjan og meira lívligan búnað,
og tað riggaði sera væl. Show-
menn spældu undir, og teir
mongu góðu sangararnir sungu.
Og so til endans var punktum
sett við einum meira friðarligum
Gleðilig jól. Konsertin var frálík
og fjølbroytt – júst sum ein
jólakonsert skal vera.
Hittini regnaðu á Kambsdali
MC Restorff, SALT og Petsi Tvørfoss høvdu eina óføra góða jólakonsert á
Kambsdali seinasta vikuskiftið. MC Restorff var í rætta essinum og
greiddi frá, hvussu fuglfirðingar høvdu givið honum eina konu
Petsi Tvørfoss sang sangir hjá kendum altjóða songstjørnum
MC Restorff var rættiliga í tí rætta essinum, tá ið hann spældi á
jólakonsertini á Kambsdali
Sangbólkurin SALT er minst líka imponerandi til konsertir, sum hann er á fløgu