Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-11, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. desember 2004síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 238 - 11. desember 2004 SAMRØÐA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Viðareiði: Í einum gomlum húsum í bygdini býr familjan Heinesen. Tvey vaksin og tríggir dreingir undir skúlaaldur. For- eldrini eru 27 ára gamli Jógvan Heinesen, sum er kokkur og hotelleigari og konan, Miriam Heinesen, sum er 25 ára gomul. Teirra dagliga starv fevnir um raksturin av hotellinum í bygd- ini. Hotellið fyllir nógv í teirra gerandisdegi, men allarmest um summarið. Hotellið er bert opið eftir avtalu vetrarhálvuna. Frá mai til 1. september er tað tó alment opið. So summarfrítíðin hjá familjuni, hon er sum best ber til. – Vit halda summarfrítíðina, tá tað passar best. Onkuntíð fara vit bara eina páskaferð, ella fara vit um veturin. Tað ganga vit ikki so høgt uppí, greiðir Miriam bros- andi frá. Hon heldur fram, at hon ikki sjálv er so nógv á hotellinum, tí enn eru synirnir so lítlir. Teir eru seks, fimm og tvey ára gamlir, og henni dámar sera væl at ganga heima og passa teir. – Eg havi valt at fáa míni børn, og eg vil eisini gjarna passa teir sjálv, men fyri tað merkir tað ikki, at eg ikki kann taka eina hond í á hotellinum, sigur hon. Blaðungur eigari Í 1996 keyptu mamma og mostir Jógvan, sum vanliga verður róptur Egga, hotellið. Tað hevði staðið tómt í eitt ár undir kreppuni, men so keyptu tær tað fyri at fáa gongd á virksemið og ferðafólkatalið í bygdini aftur. Egga sigldi ta tíðina sum kokkur við Christian í Grótinum. Hann hevði gingið hálvt ár á kokkaskúla í Klaksvík, men á sumri í 1996 fór hann í land. Leiðin gekk til Danmarkar í skúla í eitt hálvt ár sum liður í hotelkokkútbúgvingini. Annars lærdi hann á hotel Hafnia í Tórshavn. Meðan hann stóð í læru, keypti hann mostur sína út úr hotellin- um, og síðani róku mamman og hann hotellið fyri tað mesta. – Mær dámdi hotellarbeiðið væl, og tað er ikki hvønn dag, tú fært ein møguleika til at keypa teg inn í eitt hotell, sigur Egga. Í desember 1998 vórðu Egga og Miriam gift. Pápi Miriam, sum er Karsten Hansen, fyrr- verandi sýslumaður í Klaksvík og landsstýrismaður í fíggjarmál- um, vígdi tey á sjálvum hotellin- um. – Eg minnist, at tað var heilt løgið at koma gangandi eftir gongini har á hotellinum sum brúður, greiðir Miriam frá, men eygnabráið sigur tó sína egnu søgu, meðan hon hyggur upp á mannin hjá sær. Síðani komu synirnir tann fyrsti í 1998, næsti í 2000 og tann yngsti í 2002. Egga keypti sostatt sín part í hotellinum, giftist og fekk tveir synir – alt meðan hann stóð í læru sum hotellkokkur á Hafnia. Frítt Egga og Miriam halda als ikki, at tað er ov bundisligt at eiga og reka hotellið. Tey greiða bæði frá, at tey vita, nær tað fer at leika á. – Tað eru hasir summarmánað- irnir, har vit hava opið alla tíðina, tað leikar hart á. Annars er tað rættiliga frítt, tí um veturin verður hotellið nýtt til annað virksemi, greiðir Egga frá. Eini fýra ella fimm fólk ar- beiða á hotellinum fulla tíð um summarið. Annars hevur Egga tó nógv gott fólk aftur at sær, tá hann sjálvur skipar fyri tiltøkum á hotellinum, ella tá skeiðsvirk- semi er. Flennandi sigur hann, at vetrarhálvuna er tað rættiliga frítt at vera hotelleigari. – Tá noyðast vit ikki upp tíðliga og av húsum ella nakað. Oftani er virksemið ikki fyrr enn út á kvøldið, sigur hann við einum skeivum smíli. So gerst hann álvarsamur aftur og heldur fram, at fríheitin í tí eisini er, at hann kann gera ymiskt annað, sum hann hevur hug til. Ofta hevur Egga verið onkran túrin til skips, um væl hevur viljað til. Annars dámar honum avbera væl at fáast við ymiskt fyrifallandi heima við Her trívast Jógvan og Miriam Heinesen eru eini ung hjún, sum búgva á Viðareiði og eiga Hotel Norð. Jógvan var blaðungur, tá hann keypti sín part í hotellinum saman við mammu síni, og fyri stuttum keypti hann so mammu sína út, so nú eiga tey bæði Hotel Norð