leygardagur 11. desember 2004síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 238 - 11. desember 2004
29
hús, viðlíkahald av hotellinum
ella hvat tað nú skal vera. Til
dømis hevur hann sjálvur gjørt
eitt rulluportur uttan fyri
hotellið, tí hann vildi ikki hava
seyð gangandi uttanfyri.
– At sita í frið, dugir Egga
ikki. Hann hevur altíð okkurt at
takast við, sigur Miriam. Egga
leggur afturat, at tað er deiligt at
kunna gera okkurt annað til tíðir,
tí so gerst ein ikki so skjótt
troyttur av sínum arbeiði.
Egga greiðir frá, at hann júst
hevur keypt partin hjá mammuni
í hotellinum, so í dag eiga hann
og Miriam tað einsamøll. Tað
dámar honum væl.
Ymisk tiltøk
Hotellið á Viðareiði er sum sagt
bert opið frá mai til september.
Men tað er ikki nóg mikið til
raksturin av hotellinum, so Egga
plagar at skipa fyri tiltøkum av
ymiskum sløgum. Seinastu
tríggjar vikurnar hevur hann
skipað fyri tveimum jólaborð-
haldum, og í kvøld verður so tað
seinasta av sínum slagi.
Har borðreiðir hann við buffét
við 35 ymiskum rættum. Undir-
hald er undir borðhaldinum og
dansur aftaná. Hesi jólaborð-
haldini eru rættiliga vælumtókt,
og fleiri fyritøkur nýta høvi til at
halda teirra jólaborðhald á
hotellinum.
– Hetta er triðja árið vit skipa
fyri jólaborðhaldunum, og tað
vindur meira og meira upp á seg,
greiðir Egga frá.
Fyrsta árið var bert tað eina
borðhaldið, í fjør vóru tvey og í
ár mátti hann so hava trý, tí
undirtøkan var so stór. Tá borð-
haldið í kvøld er av, hava yvir
700 fólk tilsamans verið til tey
trý borðhaldini.
– Hotellið skal bera seg, og til
tess mugu tiltøk, har er onki við
at gera, sigur hann og viðgongur
samstundis, at tað er nógv stríð
at skipa fyri slíkum stórum borð-
haldum við so mongum
ymiskum rættum.
Seinasta leygarkvøld var tó
onki jólaborðhald á hotellinum,
tí tá var tað útleigað til brúdleyp.
Egga sigur, at tað var ein lætti at
sleppa at gera mat til 180 fólk.
Tríggjar rættir og onki meira
roks.
Av øðrum tiltøkum, sum eru á
hotellinum kunnu nevnast haru-
ball, sum varð hildið fyri fyrstu
ferð í januar í ár. Tað verður
aftur komandi ár. So eru bindi-
klubbaveitsla, ræstkjøtaveitsla og
sum áður nevnt verður hotellið
mangan nýtt til skeiðsvirksemi.
Hetta umframt at hotellið ofta
verður leigað út til brúdleyp og
aðrar veitslur, ger, at tað sjáldan
kemur fyri longur, at Egga hevur
ein heilan mánað frí út í eitt,
men tað ger honum ikki mun.
Alt er til sølu
Nú eru tað seks ár síðani, at
Egga sum einans 21 ára gamal
keypti sín part í hotellinum.
Hann viðgongur, at hann helst
hevði hugsað seg betur um, um
hann fekk hetta tilboðið í dag.
Men samstundis leggur hann
dent á, at honum dámar væl tað,
sum hann ger.
– Eg dugi ikki at siga, um eg
framvegis eigi hotellið, tá eg
verði 40 ár. Alt er jú til sølu,
men eg trívist í hesum sum nú er,
staðfestir Egga, og Miriam
leggur afturat, at tað gera tey
bæði.
Nógv er eisini, sum bendir á,
at tey verða verandi á Viðareiði,
tí í januar byrjar útgrevsturin fyri
teirra nýggju húsum. Tað gleða
hjúnini seg avbera nógv til, tí tað
er við at vera nakað trongligt í
húsunum, sum tey keypti frá
ommu Egga fyri nøkrum árum
síðani.
Virksemið á Hotel Norð hevur
yvir tey seinastu árini blómað, og
árið í ár hevur ikki royndst verri
enn í fjør, men jólini hava
sambært Egga verið serliga góð í
ár.
– Hotellið hevur ligið í einari
fastari legu seinastu trý árini, og
tað kennist trygt, sigur Jógvan
Heinesen.
vit best
Jógvan Heinesen, Egga, har hann
trívist best. Í køkinum á Hotel Norð
uppi yvir grýtunum og við konu
sínari, Miriam, undir liðini
Egga var einans 21 ára gamal, tá hann í 1998 keypti sín part í Hotel Norð