leygardagur 11. desember 2004síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 238 - 11. desember 2004
PRIVAT ÚTVARP
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Síðan privatar radiostøðir á
fyrsta sinni tóku seg upp síðst í
1990unum aftan á ta formellu
avtøkuna av tí føroyska loftmiðla
monopolinum, er tað so líðandi
staðfest at í øllum førum tann
mest kenda og konsolideraða av
hesum, Rás 2, tykist komin fyri
at vera. Støðin hevur sent síðani
december 1999 og fyllir fimm ár
tann 14. í hesum, og hon hevur
harvið yvirlivað ta tungu og tor-
føru byrjanar fasuna.
Tað sum í dag sermerkir bygn-
aðin á Rás 2 er eitt høgt stig av
effektiviteti og operationellum
óhefti á einum lágum kostnaðar-
stigi; hetta er ikki minst týðiligt í
at støðin hevur uppbygt eitt egið
sendinet ið røkkur út til megin-
partin av Føroya fólki, og hevur
samstundis optimerað sína fram-
leiðslu og rakstur við hjálp av
nýggjastu tøknifrøði.
Arbeiðsligt
Stjórin á Rás 2, Petur Jacobsen,
viðgongur at hann hevði hugsað
seg um av nýggjum, hevði hann
vitað júst hvussu stríggið tað fór
at verða at menna støðina upp til
tað hon er ídag. Men tann væl-
eydnaða gongdin í seinastuni við
at útbyggja sendinetið og inn-
rætta virkisbygningin í Søldar-
firði hevur samstundis givið
familju fyritøkuni nýtt bjart-
skygni.
»Vit eru ógvuliga glað fyri
tann fíggjarliga stuðul vit hava
fingið til útbyggingingina av
sendinetinum. Eg kundi nevnt
bæði Suðuroyar og Norðoya
Sparikassa, Føroya Bjór, og fleiri
onnur, bæði kommunur, feløg og
privat… At Tórshavnar komm-
una eisini hevur valt at brúka
Rás 2 til útvarpslýsingarnar er
eitt herðaklapp og eitt gott
ískoyti sum vit eru glað fyri; eg
vildi ynskt at fleiri kommunur
høvdu gjørt tað sama. Uttan alla
hesa hjálp hevði verið tungt, um
ikki ómøguligt, at bygt hetta
sendinetið upp so skjótt.«
Ein vitjan hjá Rás 2 í Søldar-
firði er nóg mikið til at staðfesta
at Petur Jacobsen og familjan hjá
honum hava ein eldhuga fyri
hesum, og at tey arbeiða hart fyri
sína fyritøku og sínar kundar.
Fyri einum ári síðani keypti
Rás 2 ein bygning í Søldarfirði
sum er 300 ferðmetur í tveimum
hæddum; hesin er nú fullkomi-
liga umbygdur innan og innrætt-
aður eftir tørvinum hjá útvarps-
støðini.
»Vit skræddu alt út og bygdu
um fullkomiliga av nýggjum,«
greiðir Petur Jacobsen frá. »Sum
tú sært, her er nú rættiliga
arbeiðsligt og góðir møguleikar
fyri víðkan av virkseminum, vit
hava nú 3 studio í Søldafirði og
eitt stórt studio í Havn.«
Ringja inn úr New York
Roknskapurin fyri 2003 vísti eitt
lítið yvirskot upp á 10-20 túsund
krónur, og tað verður eisini tikið
sum ein sigur.
»Eg haldi eg tori at siga at vit
eru komin fyri at vera, og eg eri
glaður um at vit hava fingið eitt
positivt úrslit í roknskapin. Mót-
gongdin hevur mangan kenst
hørð, og onkuntíð havi eg hugsað
at ‘hetta var tað býttasta vit
nakrantíð fóru í holt við,’ men…
Treiskni og áhaldni má til, og
hetta er hóast alt eitt sera spenn-
andi arbeiði; tað er hugurin ið
drívur verkið.«
Talan er tilsamans um eini fýra
heiltíðar størv á støðini umframt
einar 15 freelance’arar sum røkja
ymiskar uppgávur. Petur tekur
sær sjálvur av tí analoga sendi-
netinum, meðan konan, Randi,
sum er útbúgvin grannskoðari,
tekur sær av bókhaldinum og tí
fíggjarliga; næstyngsti sonurin
Ronny er innanhýsis útvarps-
teknikari og ger eisini lýsingar;
tann yngsti sonurin, teldumað-
urin Ingi, ger eisini lýsingar,
kodar ritbúnað og sær til at øll
tann digitala maskinan koyrir og
verður ment leypandi; svigar-
dóttirin Beinta lesur upp og
passar Ynskiløtuna umframt at
standa fyri avgreiðslu. Dóttirin
Anja er eisini knýtt at støðini,
við ymiskum uppgávum, har
ímillum tann dagliga sendingin
‘Orðið’. Teir eldru synirnir Jan
og Dávur, sum til gerandis ikki
rokast á Rás 2, hava eisini hjálpt
nógv til við ymiskum uppgávum
tá tað hevur staðið á.
»Í dag dekka vit eini 95-98
prosent av Føroyum,« segði
Petur Jacobsen, »men tá havi eg
ikki talt internetið við. Rás 2
hevur leingi streamað alla sína
sendiflatu yvir internetið og tað
merkir í veruleikanum at vit
kunnu hoyrast um allan heimin,
somuleiðis sært tú á heimasíðuni
og á útvarpstólinum (RDS'inum)
hvat verður spælt beint nú; vit
eru ein av teimum heilt fáu
rásunum í heiminum sum bjóða
hetta, og tað er okkara fram-
komnu tøknifrøði fyri at takka.«
»Tann talgilda tøknifrøðin
hevur koyrt leingi her og verður
útbygt leypandi; hetta er eisini
fyrsta treyt fyri at alt skal hanga
saman arbeiðsliga.«
Internetið røkkur langt og kann
harafturat brúkast til fjarstýring
av digitalari útgerð.
»Vit uppliva eisini undir bein-
leiðis sendingum at fólk ringja
inn úr til dømis New York ella
onkra heilt aðrastaðni, og tað er
jú hugaligt.«
»Og vit kunnu somuleiðis
stýra tí grundleggjandi arbeiðin-
um á støðini yvir internetið. Tað
er komið fyri at vit hava verið
uttanlands og hava stýrt sendi-
virkseminum tann vegin…«
Public Service ella Pop
Eingin ivi er um at bæði baks og
slit hevur givið Rás 2 teaminum
harðar tíðir frá fyrsta degi.
Frustratiónirnar hava staðið
týðiligar at lesa millum reglurnar
tá Petur Jacobsen hevur skrivað
okkurt lesarabrævið sum íkast til
orðaskiftið um kringvarp í
Føroyum, eitt orðaskifti sum ikki
minst hevur verið merkt av at
fólk eru ørkymlað yvir spurn-
ingin um hvat ið tann politiski
myndugleikin ætlar at stinga út í
kortið.
At verða skýrdur kappingar-
neyti til Útvarp Føroya vil stjórin
Talgild tøknifrøði styrkir
Rás 2 fyllir fimm ár og hevur styrkt sína støðu sum digital,
óheft radiostøð við egnum, landsdekkandi sendineti --
men fyri fleiri er tað ein gáta hvat føroyingar alment ætla á
loftmiðla økinum
Útvarpsteknikarin Ronny Petursson við pultin.
Foto: Jens Kristian Vang
Beinta Olsen við mikrofonina í Studio 2.