leygardagur 11. desember 2004síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 238 - 11. desember 2004
31
á Rás 2 ikki, trupuleikin er í
hansara eygum heldur at núver-
andi útvarpsleiðsla er uppvaksin
við at vera einsamøll og tá nú
onkur annar kemur inn á ‘teirra
øki’ eru tey ikki von ella búgvin
at fyrihalda seg til hetta.
»Samstarv hevði gagnað øllum
pørtum, og tað er skeivt at skúla
útvarpsfólk við at Rás 2 er av tí
ónda… Fólk blanda ofta tingini
saman tá tey tosa um Rás 2 í
mun til tað almenna Útvarpið,
sum um at talan var um kapp-
ingarneytar. Tað er tað jú ikki, í
øllum førum skal tað ikki vera
so. Tað almenna Útvarpið er ein
stovnur ið av tí politiska mynd-
ugleikanum er settur til at røkja
nakrar heilt serligar ‘public
service’ uppgávur, meðan Rás 2
er ein privat støð ið av sínum
eintingum sendir pop og annað
tilfar, mest tílíkt ið verður nevnt
undirhalds útvarp. Meðan tað
almenna Útvarpið verður fíggjað
við hjálp av lógarfestum
lurtaragjaldi umframt eyka
inntøkum frá lýsingum og øðrum
virksemi, so hevur Rás 2 ikki
annað enn serligan sjálvbodnan
stuðul og tær lýsingar vit megna
at selja.«
Hetta er væl ikki annað enn
rímiligt?
»Tað skuldi tað verið, men í
lógini um kringvarp frá 1997 er
lagt upp til at somu treytir skulu
galda fyri privatar og almennar
støðir, tó við tí undantaki at tær
privatu mugu sjálvar klára seg
fíggjarliga – og so kemur tann
avgerandi skeivleikin sum kopp-
ar allari javnvág – samstundis
sum tey alment fíggjaðu vørpini
hava fingið fríar hendur at
kappast ímóti okkum um tær
handilsligu lýsingarnar. Eg haldi
hetta má vera eitt mál fyri
Kappingarráðið, og hetta líkist í
øllum førum ikki nøkrum ið
kann kallast rímiligt!«
Petur Jacobsen telist millum
teirra ið meta at avleiðingarnar
av at lata teir almennu loftmiðl-
arnar kappast móti privatum
støðum og øðrum miðlum um
tær handilsligu lýsingarnar,
síggjast aftur í útboðnum; hann
meinar at tey almennu vørpini
hava fingið lyndi til at ganga
burtur frá sínum public service
uppgávum fyri at ístaðin at
leggja seg meira eftir at senda
pop og undirhald. Hetta er ein
gongd sum skaðar allar partar,
meinar Petur Jacobsen, í og við
at ein public service støð eigur
sítt trúvirði og sítt grundarlag í
júst public service við tilhoyr-
andi kravi um journalistiska
dygd og óheftan tíðindaflutning.
Hann ávarar í hesum sambandi
ímóti at destruktivt máa støðið
undan tí dygdargóða public
service varpinum, samstundis
sum hann metir at marknaðurin
hjá teimum kommerciellu, sum
ikki hava annað livibreyð enn
lýsingarnar, verður órógvaður av
ójavnari kapping.
»Eg haldi hetta málið um før-
oyskar loftmiðlar liggur politiskt
í hálvum gekki og eingin greið
ætlan tykist fyriliggja heldur.
Hvat vilja vit føroyingar? Nú ÚF
og SvF verða løgd saman, verður
tað vónandi so at politikararnir
taka eina greiða støðu og leggja
eina linju fyri hvat vit vilja við
almennum loftmiðlum í Føroy-
um, herundir um vit yvirhøvur
vilja at alternativar ella privatar
støðir skulu hava umstøður at
virka undir.«
r Rás 2 sum útvarpsstøð
Tann privati útvarpsstjórin við rack’ið sum er hjartað í sendivirkseminum hjá Rás 2; her stillar hann upp á modulatiónina eftir boðum frá Fjarskiftiseftirlitinum.
Foto: Jens Kristian Vang
Foto: Jens Kristian Vang