Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-11, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. desember 2004síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 238 - 11. desember 2004 HUGLEIÐINGAR Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Jens K. Vang Eitt tjúkt lag av glasuri, sum fjalir út yvir dálking, fávitsku, sjálvsøkni og snævurskygni. Soleiðis sær heimurin út í hug- leiðandi tekstasavninum "Aftur Nú" hjá Unn í Dali. Vakra fjørð- an er ein køstur av plastikkdunk- um og øðrum óruddi, spurning- arnir hjá børnunum eru tagnaðir, tí tey vaksnu hava tept tey við logiskum forkláringum, og vit onnur eru hildin uppat at hugsa, so í staðin døma vit ella eru bara líkasæl. Unn í Dali leggur ikki fingarnar ímillum og endar turrisliga ein av fyrstu tekstunum við at siga: - Her, ger so væl, hetta hevur tú gloymt. Men hvat er tað, vit hava gloymt, og er yvirhøvur nøkur vón fyri okkum í hesum mein- ingsleysa heimi? – Vit hava fyri tað fyrsta gloymt, hvat vit hava gloymt, men savnið er í grundini als ikki hugsað so dapurt, sum tað kanska tykist. Tekstirnir eru ein roynd at lýsa mín sakn av einum gandakendum og óspiltum heimi, men tað hevði jú ikki verið nøkur meining í at seta orð á hendan saknin, um eg ikki trúði uppá, at tað ber til at finna aftur til ella endurskapa tað óspilta, sigur Unn og leggur afturat, at hon vónar, at lesarin sær tekst- irnar, sum eina áheitan, heldur enn eina náðileysa ákæru. – Eg havi avmyndað veruleik- an, sum hann sær út, men eg seti meg ikki afturá og góðtaki myndina. Eg vil hava gleðina, frummegina og kenslurnar aftur. Tað er tað, hesir tekstirnir snúgva seg um, sigur Unn. Mýggjabitar og Hollywoddglasurur – Í staðin fyri bara at vera til og royna at finna eydnuna innaní okkum sjálvum, fara vit í biograf, har vit billa okkum inn, at eyndan má hava ein umgang av Hollywoodglasuri, áðrenn hon kann takast í álvara. Sjálvandi er hetta ein flýggjan, ikki inn í eina dreymaverð, sum vit vanliga plaga at siga, men ein flýggjan frá okkum sjálvum og ábyrgdini fyri at rannsaka okkum sjálvi í okkara innastu kenslum. Vit tora ikki, tí ein slík rannsakan krevur, at vit eru erlig, og tað ger okkum húðleys og sárbær. So vit liva víðari í okkara grunnskygni, og hvat verri er - vit læra okkara børn at gera tað sama, sigur Unn. Í tekstinum "Hygg mamma" eyðgleiðir ein smádrongur mýggjabitarnar dansa, men hann skilur ikki, hví teir ikki eisini flenna, tá teir nú eru so glaðir, so hann spyr mammuna. Svarið, Hygg – tú gloymdi Einferð vóru vit børn, óspilt og forvitin og til reiðar at rúma heiminum, júst sum hann er - ein gandakendur himmal, fullur av kærleika. Í nýggja tekstasavninum "Aftur Nú" hugleiðir Unn í Dali um, hvussu blindaðu eyguni kunnu latast upp aftur - Eg havi avmyndað veruleikan, sum hann sær út á yvirflátuni, men eg seti meg ikki afturá og góðtaki myndina, sigur Unn í Dali, sum júst hevur givið út savnið "Aftur Nú".