leygardagur 11. desember 2004síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 238 - 11. desember 2004
33
tá amerikumenn lendu á mánanum?
Torgerð Suðuroy:
– Eg var stødd í Danmark tá. Eg
var innløgd á sjúkrahúsi, so eg
var so heppin, at eg kundi fylgja
við hendingini í sjónvarpi. Eg
minnist, at vit lógu allir sjúk-
lingarnir og hugdu at, tá teir
lendu á mánanum. Øll vóru
ræðuliga spent uppá, hvat teir
mundu fara at siga.
Eg meini so avgjørt, at tað var
eitt svart/hvítt sjónvarp, sum vit
hugdu at. Minnist bara so øgi-
liga væl ta hvítu draktina, sum
teir vóru í. Tað var ein virkuliga
spennandi løta. Uppihaldsstovan á sjúkrahúsinum var full av
fólki, tí tað var bert tað eina sjónvarpið.
Øll tosaðu um hetta aftaná. Tað ótrúliga, sum ein hevði sæð,
og eg ringdi heim at greiða frá. Man hevði jú ongantíð trúð, at
tað skuldi fara at bera til at koma upp á mánan.
Eg haldi ikki, at eg fekk greitt so mikið væl frá tí heima, at
tey skiltu tað rættiliga. Tey høvdu hoyrt tað í útvarpinum, men
tað mundi ikki gera líka stórt inntrykk á tey, sum á meg. Tað
var jú nakað serligt at kunna síggja tað, og var eg heima í
Føroyum tá, so sá eg tað ikki.
Poul Michelsen:
– Tað minnist eg væl. Sat heima
við hús í mínum barndómsheimi
saman við foreldrunum og
lurtaði eftir útvarpinum. Niels
Juel rapporteraði úr einum
hotelkamari í Danmark, har
hann sat og hugdi at sjónvarpin-
um.Tað var ein sera spennandi
løta. Føroyingar sóu jú ikki
nakað sjónvarp tá, men tað var
kortini nakað serligt at hoyra
slíkt.
Hetta var jú í teimum døgum,
tá kappingin millum russarar og
amerikumenn var øgilig. Teir
drivu á at skjóta ting út í
rúmdina, og russararnir vóru jú fyrstir at skjóta ein mann út í
rúmdina.
Síðani kom tosið um at fáa ein mann upp á mánan. Fyrstu
ferð eg hoyrdi um tað, haldi eg ikki, at hugflogið rakk so langt,
men aftaná at hava hoyrt tað fleiri ferðir og síðani rapportina
frá Niels Juel, gekk tað upp fyri einum, at tað var vorðið
veruleiki.
Vit fylgdu væl við í kappingini millum russararnar og
amerikanararnar. Vit vónaðu sjálvandi, at amerikanarar fóru at
verða fyrstir á mánan, tí tá í tíðini vóru russararnir jú monstrini
hinumegin. Tað vóru øðrvísi tíðir, púra sikkurt. Men tað er
onki at taka seg aftur í, at hatta var ein stórhending, sum ein
minnist alt sítt lív.
- sae -
okkurt
hann fær, er, at mýggjabitar
flenna ikki, tí teir hava onga
rødd.
– Teksturin er eitt dømi um eitt
slag av uppaling, sum rænir
spontanu gleðina frá børnunum
við at geva teimum logiskar
forkláringar uppá alt tað, sum
ikki kann forklárast. Ímynda tær,
at lívið er ein trillibøra, og at tú
bara kanst taka tað við tær
víðari, sum kann vigast og
mátast, áðrenn tú leggur tað upp
í trillubøruna. Restin dettur bara
niður á vegin, meðan tú trillar
víðari, og til endan sært tú tað
ikki og hevur gloymt, at tað
nakrantíð var til, sigur Unn og
sipar til smádrongin í tekstinum,
sum til endan góðtekur, at
mýggjabitarnir nokk ikki eru so
glaðir kortini, tí teir hava onga
rødd, sum kann vísa tað. Hann
hevur ikki bara lært, at tað
logiska er tað skilagóða, men
eisini at definera tað, hann ikki
skilur, út frá tí, tað manglar í
mun til menniskju. Tað er ikki
longur pláss fyri, at lutir og
kenslur bara eru.
Kransakøkutómleiki
Tekstirnir "Kransakøkutómleiki"
og "Føroyar" skrivaði Unn í
byrjanini av 90unum, tá kreppan
leikaði harðast á í Føroyum. Hon
hevði tá búð niðri í eina tíð, og
heimafturkomin varnaðist hon
ymiskt, hon kanska leingi hevði
havt varhuga av, men sum nú
kom ovurhonds týðiliga til
sjóndar. Eitt tað mest óhugnaliga
var at síggja, hvussu menniskju
nærum vórðu býtt upp í A og B
menniskju, alt eftir, hvussu
kreppan tilvildarliga hevði rakt
tey.
– Vit sóðu jú menniskju, sum
stóðu púra hjálparleys og høvdu
mist alt, men kortini royndu at
varveita álitið á, at tey, sum sótu
við valdið, onkusvegna kundu
hjálpa teimum. Men í nógvum
førum gjørdist vónin um hjálp
ein hvørvisjón, tí tey, sum
kanska kundu hjálpa, vaskaðu
sínar hendur. Eg skal ikki gera
meg til dómara yvir, hvør hevði
skyldina av hvørjum. Eg minnist
bara, hvussu eg øtaðist við, tá eg
sá, hvussu summi eftir øllum at
døma bara kundu lata eyguni
aftur fyri tí neyðini, sum hevði
rakt teirra medmenniskju, sigur
Unn.
Kenslan gav Unn íblástur til at
skriva nakrar yrkingar um
næstrakærleika, sum á fleiri
hættir eisini rennur sum ein
reyður tráður gjøgnum hinar
tekstirnar. Í innganginum til
savnið minnir Unn á orðini hjá
Jesus, "Tað, tú gert móti einum
av mínum minstu, gert tú móti
mær." og vísir á, at mátin, vit
bera okkum at móti øðrum
menniskjum, fyrr ella seinni
altíð rakar okkum sjálvi.
– Í míni verð er onki tilvildar-
ligt, og tað vit gera, fær altíð
avleiðingar. Vit kunnu birta ljós í
okkara medmenniskjum við at
vera góð við tey og vísa teimum
virðing. Men tað er líka skjótt at
sløkkja ljósið, lata eygu og oyru
aftur og rista ábyrgdina av okk-
um. Slíkt er sjálvandi lætt at sita
og siga, og fyri onkran ljóðar tað
uttan iva sum ein kliché, men
fyri meg snýr hetta seg um eina
heila lívsfatan, sum sær hvørt
einstakt menniskja sum lið í eini
óendaligari ringrás. Vit eru ikki
bara partur av hvørjum øðrum.
Vit eru eisini ein liður í náttúruni
rundanum okkum og tí andaliga
heiminum, sum finst onkustaðni
hinumegin hetta lívið - himmal-
inum um tú vilt. Og saman við
tankanum um, at okkara atburður
altíð hevur avleiðingar, verður
hetta ein lívsfatan, sum grund-
leggjandi snýr seg um eina
kollektiva ábyrgd, sum tað ikki
ber til at skáka sær undan.
Fløkt einfeldi
Hendan ábyrgdin kemur millum
annað til sjóndar í tekstunum,
sum snúgva seg um, hvussu vit
handfara náttúruna, har mein-
ingsleysa uppbýtingin av tíðini
virkar sum ein forðing fyri, í
hvønn mun vit halda okkum
kunna venda aftur til tað upp-
runaliga.
– Tá vit tosa um tað upp-
runaliga, tosa vit sum oftast um
tað, sum part av eini fortíð, sum
ikki kann endurskapast, og sum
er í andsøgn við nútíðina og
framtíðina. Fyri okkum eru
framstig pr. definitión góð, men
í okkara hugaheimi eru tey eisini
óloysiliga knýtt at nútíðini og
framtíðini. Fortíðin verður
óbrúkilig, eitt sorgblítt minni um
eina tíð, tá vit ikki vistu betur. Tí
verður tankin um, at tað ber til at
tvinna fortíðina saman við
nútíðina í einum nýggjum slagi
av framstigi óhugsandi fyri
okkum. Eitt tað besta dømi er
tankin um vistfrøðilig landbrúk.
Hetta er ein tanki, sum áhaldandi
trokar seg framat, men vit vita
ikki, hvussu vit skulu hýsa
honum. Úrslitið er, at vit hava
gjørt einfaldu vistfrøðina til eina
fløkta, framkomna servísundi,
latið hana í ein modernaðan
ham, sum er lættari at svølgja,
sigur Unn, sum annars heldur
lítið um mátan, vit føroyingar
fara við náttúruni. Hon vísir á
tað løgna í, at okkum dámar so
ótrúliga væl at lýsa okkum sjálvi
sum eitt fólk, við einum serlig-
um sambandi við náttúruna. Tað
hava vit uttan iva havt einaferð,
men dømini um tað liva í dag í
besta føri bara sum gomul minni
um nakað fjart. Vandin er sjálv-
andi, at illusiónin verður ein
forðing fyri, at vit taka okkum
um reiggj og síggja veruleikan í
eyguni, men Unn heldur, at tað
ber eisini til at venda tí hin
vegin.
– Eg eri grundleggjandi eitt
positivt menniskja, sum ikki
missir vónina. So eg velji at
halda, at tá okkum føroyingum
dáma so væl at skriva "náttúru-
fólk" í ferðavinnufaldarnar, so
má tað boða frá einum ynski um
at venda aftur til tað
upprunaliga. So hvør veit,
kanska er tað bara ein
spurningur um tíð, inntil tað,
sum stendur í faldanum, er
sannleikin, sigur Unn í Dali.
Æviga núið
Í innganginum til "Aftur Nú"
lýsir Unn savnið sum eygleið-
ingar, hugleiðingar og royndir,
hon hevur gjørt sær, í eini
longdari "nú-process", sum hon
tekur til. Fyri Unn er tíðin ein
óendalig spiral, sum gongur runt
og runt og ongantíð fangar hin
endan, og í hesi endaleysu
spiralini er núið tað einasta, vit
eiga.
– Hetta er ein tanki, tey flestu
av okkum hava sera ilt við at
góðtaka, og tí brúka vit eina
rúgvu av orku uppá at býta tíðina
sundur fyri síðani at petta hana
saman aftur á ein hátt, sum tykist
at geva okkurt slag av meining,
vit kunnu góðtaka. Men tíðin
letur seg ikki býta sundur, og tí
verða okkara royndir at gera tað
ikki bara sera klossutar. Tær
enda í grundini eisini við at mót-
arbeiða lívinum, sum altíð er eitt
slag av heildarúrsliti av bæði
fortíðini og nútíðini og eisini av
okkara bønum og vónum um
framtíðina.
Sum eina staðfesting av hesum
æviga núinum hevur Unn givið
savninum heitið "Aftur Nú".
Heitið er ein tilsiping til savnið
"Hvat Nú?", sum Unn var í ferð
við at geva út fyri nøkrum árum
síðani. Av ymsum orsøkum varð
útgávan av ongum, men tankar-
nar í savninum slepti hon ongan-
tíð, og onkrir av tekstunum eru
eisini við í nýggja savninum.
– Eg havi tikið nakar av gomlu
yrkingunum ella tekstunum við í
tann mun, teir geva meining fyri
heildina í nýggja savninum.
Tekstirnir í "Aftur Nú" spegla
boðskapin um, at alt er ein
process, og at hvør einasta lítla
hending hevur eina avleiðing av
onkrum slagi. Eisini tekstirnir í
savninum. Tá ein tanki, setningur
ella tekstur er liðugur, dregur
hann ein annan við sær, og
soleiðis heldur tað fram. Tískil er
"Aftur Nú" bara eitt evarska lítið
brot av mær, sum nú er farið
víðari og vorðið eitt lítið brot í
hugaheiminum hjá onkrum
øðrum, sum kanska fer at
minnast, hvat hann gloymdi,
sigur Unn hugleiðandi ...