Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-03, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 114 30 PÆTUR ALBINUS/TRÓNDUR ARGE T að verður fult umfar í Betri deildini leygar­ dagin. Talan er um 25. umfar og allir dystirnir eru leygardagin, tí landsliðið skal spæla í komandi viku. Tað eru í løtuni tvey lið í FM- stríðnum og tey møta liðnum, sum hava havt viðgongd seinastu vikuna. KÍ hevur torføra uppgávu móti Víkingi í Sarpugerði, meðan B36 er á vitjan í Hólmanum á Eiði. Sundalagsmenn hava vunnið tríggjar dystir upp í slag. Tíverri er spenningurin partvís farin úr uppgerðunum millum HB-NSÍ og ÍF-AB. Í Gundadali spælir NSÍ fyri at halda fast í triðja plássinum, og Evropa luttøkuni til komandi kappingarár, meðan hvørki ÍF ella AB tykjast kunna flyta niður, tí einki felag er í 1.deild, sum megnar at flyta upp. Á Skála verður nýtt venjara­ toymi hjá gestunum, sum hava koyrt Zoran Pavlovic. Skála-TB Leygardagin klokkan 15 DÓMARI: RÚNI OLSEN Zoran fekk onga grundgeving Uppsagdi TB-venjarin, Zoran Pavlovic, fegnast um, at hann rakk málinum saman við TB, men harmast um, at felagið ikki vísir virðing fyri tí. Fyrr í vikuni gjørdist greitt um­vegis news.fo og bolt.fo, at ser­biski venjarin hjá TB, Zoran Pavlovic, var sagdur úr starvi, og at TB tískil skal hava nýggjan venjara síðstu tríggjar dystirnar av kappingarárinum. - Eg fekk bara at vita, at eg var uppsagdur. Eg veit ikki hvør orsøkin er. Eg fekk onga grundgeving, sigur Zoran og vísir á, at tað mangan hava verið sera truplar arbeiðsumstøður við sjey ella átta leikarum til venjing, og at hann er vónbrotin av uppsøgnini, tí at málið um at yvirliva í deildini so væl og virðiliga bleiv nátt. - Tey kunnu ikki virða meg ella tað, sum eg havi gjørt. Eg gav meg altíð hundrað prosent, sigur Zoran. - Tað er skjótt at gloyma tey góðu úrslitini, sum vit fingu serliga í fyrru hálvu, og tað er harmiligt, at hetta skuldi enda so brádliga, sigur Zoran, sum tó ikki er fallin í fátt. - Eg havi fingið nógv rós fyri arbeiðið, sum eg havi gjørt í TB, og fólk hava virt meg og mítt arbeiði allastaðni har eg eri komin kring landið, sigur hann. Zoran Pavlovic sigur, at hann fegin vil halda fram at sum venjari í Føroyum, og at hann vónar at fáa onkra avtalu í lag. Henrik Thomsen: Ávís ónøgd Tað er ein ávís ónøgd við Zoran Pavlovic í TB og tí er hann koyrdur. Formaðurin í felagnum, Henrik Thomsen, hevur tó rós at bera venjaranum. -Eg vænti at TB kemur við einum tíðindaskrivi. Tað er ein ávís ónøgd við venjaran. Annars hevði hann ikki verið uppsagdur. Tað hevur ikki gingið so væl í seinnu hálvu, sigur Henrik Thomsen. Hann leggur tó afturat, at Zoran Pavlovic hevur gjørt tað gott undir truplum umstøðum. Serliga í fyrru hálvu. -Zoran hevur gjørt tað gott undir torførum umstøðum at byrja við. Tað rósa vit honum fyri, men seinna hálva hevur ikki verið sum fyrra hálva. Eg skilji væl at hann er keddur, tí tað er ongantíð stuttligt at verða uppsagdur, sigur Henrik Thomsen. Formaðurin í TB boðar frá, at tað verða Karl Øster og Tórður Wiberg Holm, sum koma at standa á odda fyri TB restina av árinum. -Tað eru bara tríggir dystir eftir, so hetta verður tað fyri restina av kappingarárinum, sigur Henrik Thomsen at enda. TB megnaði at fáa eitt stig fyri hvønn dystin í fyrru hálvu, men síðani summarsteðgin hevur TB bara fingið fýra stig í níggju dystum. SOSIALURIN TIPPAR: 2-1 HB-NSÍ (Beinleiðis á FM1) Leygardagin klokkan 16.30 DÓMARI: PETUR REINERT Bæði HB og NSÍ hava mist takið í FM-stríðnum. HB reyk í svinginum á Eiði bara fýra dagar eftir steypasigurin, meðan NSÍ hevur spælt sær av við allar trumfarnar. Nú stríðast runavíkingar fyri at halda fast í Evropa League plássinum til komandi kappingarár. Norski Andreas Breimyr er farin av landinum og megnaði ongantíð at spæla seg á liðið hjá HB. Bæði Tróndur Jensen og Hørður Askham hava verið undir skurð fyri slitin krossbond. Teir eru úti í millum níggju til 12 mánaðir. Hetta er eisini fyrsti dysturin, eftir at Heimir Guðjónsson hevur boðað frá, at hann gevst eftir hetta kappingarárið. HB kann nokk í besta føri droyma um at blíva nummar trý. Tað krevur tríggjar sigrar og at NSÍ tapir móti bæði HB og KÍ. Síðani verður málúrtøkan avgerandi, tí NSÍ hevur ÍF í seinasta umfari. Gestirnir eru uttan Pætur Hentze, sum er langtíðarskaddur og Einar Tróndargjógv, sum hevur leikbann. Sostatt verður onkur broyting í verjupartinum. Hetta kundi verið ein ordans FM-dystur, men nú er hetta í besat føri ein bronsu dystur. Tað er óheppið fyri kappingina, men eisini ein kritikkur av bæði HB og NSÍ, sum hava ov gott fólk til at sita á síðulinjuni, meðan KÍ og B36 berjast um FM. SOSIALURIN TIPPAR: 2-2 EB/Streymur-B36 Leygardagin klokkan 16.30 DÓMARI: JÓHAN HENDRIK ELLEFSEN Tað eru tvey lið í viðgongd, sum møtast í Hólmanum á Eiði. Gestirinir úr Gundadali eru nummar tvey í landskappingini, men hava eins nógv stig og Ikki við: Jógvan Jóhannesarson (knæið, restina av árinum), Høður Tórsson (økslin), Gert Drangastein (tjúkkin) Ivasamur: Jobin Drangastein (pína), Bjarki Nielsen Ikki við: Erlendur Magnusson (Krossband, langtíðarskaði), Róaldur Jakobsen (Fótlið, langtíðarskaði) Ivasamir: Alex Mellemgaard, Stefan Radosavljevic Ikki við: Andras Olsen (krossband, langtíðarskaddur), Leif Niclasen (fótur, langtíðarskaddur), Árni G. Olsen (leikbann), Petur Zachariassen (heilaskjálvti), Magnus Jarnskor (brot í hondini, vikur), Arnbjørn Hansen (brotið kjálkabein, vikur), Tóki H. Johannesen, Ragnar Samuelsen Ivasamur: Arnar Dam (knæið) Ikki við: Tróndur Jensen (krossband, 9-12 mánaðar), Hørður Askham (krossband, 9-12 mánaðar), René Shaki Joensen (lærkrikin, óvist), Andreas Breimyr (farin aftur til Norra) Ivasamur: Brynjar Hlöðversson (lærkrikin) Ikki við: Jan Ellingsgaard (liðband í knænum, restina av árinum), Poul N. Mikkelsen (knæið, langtíðarskaddur), Henry Heinesen (ryggurin, langtíðarskaddur) Ivasamir: Dávid Langgaard (knæið), Ari Ó. Ellingsgaard (baklærið) LIÐ TÍÐINDI B36 HB AB EB/STREYMUR Upptakt 25. umfar: Tað verða Karl Øster og Tórður Wiberg Holm, sum koma at standa á odda fyri TB restina av kappingarárinum. – Tað hevur ikki gingið væl í seinastuni, sigur formaðurin í TB, Henrik Thomsen ÍF ZORAN PAVLOVIC: - EG FEKK ONGA GRUNDGEVING